KYUNG SEOK PARK – STUÐLA KYUNG I STRÍÐNUM FYRI BREKRÆTTINDUM
Kyung Seok Park vil ikki bíða longur eftir, at rættindini hjá teimum, sum bera brek, verða fult viðurkend í Suðurkorea. Hóast harðskap og ágang heldur hann á at stríðast fyri, at fólk, sum bera brek, sleppa at liva frítt og til fulnar í Suðurkorea. Statt saman við honum.
Kyung Seok hugsaði ongantíð veruliga um fólk, sum bera brek, fyrr enn hann sjálvur gjørdist ein teirra. Eftir at hann í tjúgunum var fyri eini vanlukku, gjørdist hann lamin á báðum liðum og endaði í koyristóli. Kyung Seok, sum var vanur at lesa, spæla gittara og stuttleika sær við vinum, royndi at gerast partur av samfelagnum aftur, men kom skjótt eftir at, at lívið hjá teimum, sum bera brek í Suðurkorea, ikki bara er trupult, men beinleiðis lívshóttandi. Við góðum treysti fór hann undir eitt nýtt lív sum aktivistur fyri rættindunum hjá teimum, sum bera brek.
Aktivisman hjá Kyung Seok leggur dent á almennan fólkaflutning, tí í Suðurkorea er atgongdin hjá teimum, sum bera brek, at almennum fólkaflutningi ógvuliga trupul, og fólk í koyristóli hava fingið skaða og eru enntá deyð, tá ið tey hava brúkt ótrygga útgerð á farstøðum. Uttan stjórnarstuðul til at betra um almenna fólkaflutningin eru fólk, sum bera brek, avbyrgd frá at taka fullan lut í øllum táttum í almenna lívinum, eitt nú at ferðast til arbeiðis og at liva uttan at vera bundin at øðrum.
Undir liðini á aktivistfeløgum úr felagsskapinum Samhugi – ímóti mismuni vegna brek tók Kyung Seok lut í friðarligum mótmælum í háferðslutíð og kravdi størri almenna játtan til at betra um rættindini hjá teimum, sum bera brek.
Myndugleikarnir svaraðu aftur við ólógligum valdi og hálaðu m.a. friðarlig mótmælisfólk út úr tokum og farstøðum. Almenna metrofelagið í Seoul legði fleiri revsisakarmál ímóti mótmælisfólkunum og lýsti tey sum eina almenna plágu. Í januar 2024 vórðu 400 fólk, sum bera brek, søgd úr starvi, eftir at stórbýarstjórnin í Seoul skerdi alla fígging til eina ætlan, sum gjørdi tað møguligt hjá stovnum at seta tey í starv.
Løgreglan og eitt starvsfólk hjá almenna metrofelagnum kvaldu Kyung Seok undir einum mótmælistiltaki. Hóast valdsgerðir, fleiri rættarmál og æruskemmandi herferðir heldur Kyung Seok á at stríðast.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA KYUNG SEOK
Tú kanst skriva Kyung Seok eitt samhugabræv, sum er eitt persónligt bræv til hansara og gevur honum styrki og stuðul. Ella tú kanst skriva undir undirskriftainnsavnanina og krevja, at borgarstjórin í Seoul verjir rættindini hjá teimum, sujm bera brek, m.a. rættin at savnast friðarliga, so at eingin verður sleptur upp á fjall.
Um tú skrivar eitt samhugabræv, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit Kyung Seok øll brøvini úr Føroyum.
SKRIVA KYONG SEOK EITT SAMHUGABRÆV
SKRIVA EITT ÁHEITANARBRÆV
SKRIVA UNDIR
Samhugabrøv eru brøv vit senda til fólkini, vit skriva fyri. Brøvini geva ugga og styrki. Fleiri av teimum, sum vit hava skrivað fyri, hava sagt, at tað er ógvuliga gott at vita, at alheimssamfelagið veit um støðuna og roynir at hjálpa teimum. Tú kanst t.d. skriva eitt sindur um teg sjálv/n, at tú hevur hoyrt um teirra støðu, hvat tú hugsar um støðuna, sum tey eru í og okkurt, sum gevur teimum mót og vón.
DØMI UM SAMHUGABRÆV
Tú kanst skriva eitt samhugabræv til Kyung Seok. Her er eitt samhugabræv, sum tú kanst fáa íblástur frá:
“I am standing in solidarity with you through your activism to achieve equal human rights for people with disabilities. I hope the smear campaign against your work comes to stop. Please know we’re riding the subway with you in spirit.”
Áheitanarbrævið er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.
DØMI UM ÁHEITANARBRÆV
Dear Mayor of Seoul
I am writing to you regarding Kyung Seok Park, a dedicated activist for the rights of people with disabilities, who represents Solidarity Against Disability Discrimination (SADD). By organizing peaceful protests, Kyung Seok Park has drawn attention to the difficulties people with disabilities face in accessing public transport safely. In response, Kyung Seok Park has faced the use of unlawful force by police, public smear campaigns, and punitive litigation by the authorities.
I urge you to ensure people’s right to peaceful assembly by ending the use of unlawful force, retaliatory litigation, and smear campaigns against Kyung Seok Park and SADD activists, so they can keep campaigning for a world where people with disabilities can fully participate in all aspects of life.
Yours sincerely
Skriva undir og statt saman við Kyung Seok um at krevja, at borgarstjórin í Seoul verjir rættindini hjá teimum, sujm bera brek, m.a. rættin at savnast friðarliga, so at eingin verður sleptur upp á fjall.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
Vit halda, at tað er eitt gott hugskot at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini (framhaldsdeild og miðnám).
10. desembur er altjóða mannarættindadagur, sum er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum. Í hesum sambandi halda vit, at tað eisini er eitt gott hugskot at skriva brøv saman við næmingunum, tí so fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.
Persónarnir, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.
Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.
NÓGV OG YMISKT TILFAR
Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:
- kunning um Skriva fyri lívi (á føroyskum)
- hugskot til, hvussu Skriva fyri lívi kann verða brúkt í undirvísingini (á føroyskum)
- vegleiðing til, hvussu Skriva fyri lívi kann brúkast í undirvísingini (á enskum)
- undirvísingartilfar frá altjóða deild (á enskum), og undirvísingartilfar á enskum til allar sakirnar (á enskum)
- undirvísingartilfar frá donsku deild (á donskum)
Og tilfar og kunning um mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:
- um mannarættini, Nám og Amnesty Føroyar (á føroyskum)
- heimsyvirýsingin (einføld útgáva á føroyskum)
- heimsyvirlýsingin við uppgávum (á føroyskum)
- kunning um rættin at mótmæla (á enskum)
- kunning um talufrælsi (á enskum)
- kunning um veðurlagsrættvísi (á enskum)
- kunning um rættindi hjá upprunafólkum
- undirvísingartilfar um talufrælsi (á dosnkum)
Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:
- talufrælsi
- rættin at mótmæla
- veðurlagsrættvísi
Skriva eitt bæv í hond
Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum.
Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til.
Skriva eitt bræv á telefonini
Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Á instagramsíðuni hjá Amnesty International Føroyum hava vit goymt skapilónir undir ‘highlights’. Tit kunnu brúka tær (ella gera tykkara egnu) og skriva eina heilsan og so sjálvandi pynta við emoji-um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á instagram, og vit senda heilsanina saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.
Undirvísingartilfar um støðuna hjá Kyung Seok Park er tøkt á enskum. Her er kunning um sakina og uppgávur til næmingarnar.
Um tú og tín flokkur kundu hugsað tykkum at fingið vitjan av umboði frá Amnesty Føroyum, koma vit ógvuliga fegin framvið. Sendið ein t-post til turid@amnesty.fo.
Í ÁR SKRIVA VIT EISINI FYRI
Politiski aktivisturin Maryia Kalesnikava bjóðaði tí kúgandi belarusisku stjórnini av. Tann 7. septembur 2022 fluttu myndugleikarnir hana burtur og hildu henni aftur. Seinni varð hon dømd 11 ára fongsul við haldleysum ákærum. Familjan hevur einki frætt frá henni í meira enn eitt ár. Skriva undir átakið og hjálp okkum at fáa hana heim aftur.
Joel gjørdist blindur í øðrum eyganum av gummikúlum undir einum friðarligum mótmælistiltaki. Eingin er drigin til svars. Skriva undir átakið legg tína rødd aftur at røddini hjá Joel, so at tey, sum hava ábyrgdina, kunnu verða drigin til svars.
Neth, ein mamma at tveimum smábørnum, varð fongslað fyri at hava funnist at angolska forsetanum á TikTok. Hon varð tilvildarliga rættarsøkt og dømd seks mánaða fongsul. Revsingin varð seinni økt upp í tvey ár.