EGYPTALAND:
LEYSLATIÐ HASSAN EL SAYED ALT FYRI EITT
Í fleiri mánaðir hevur Hassan El Sayed úr Keypmannahavn verið fongslaður í tiltikna 10th of Ramadan-fongslinum í Egyptalandi. 60 ára gamli familjumaðurin av Nørrebro er ákærdur fyri “at fara upp í yvirgangsbólk”, men Amnesty heldur, at lítli leiklutur hansara sum kopiskur kristin prestur í einum filmi, sum hartar egyptiska stýrið, er orsøkin.
20. desembur í fjør flugu Hassan og dótturin til Egyptalands at halda jólafrí. Einki óvanligt var við tí, tí familjan hevði ofta áður ferðast í Egyptalandi.Men hesuferð var øðrvísi, tí júst sum Hassan og dótturin vórulend, varð Hassan handtikin.
Skriva undir og krev, at egyptiskir myndugleikar leyslata Hassan alt fyri eitt, so hann kann sleppa heim aftur til familjuna í Danmark.
Hvør einasta undirskrift er við til at leggja trýst á egyptisku myndugleikarnar. Tín undirskrift vísur, at fólk um allan heimin – eisini í Føroyum – krevja, at Hassan alt fyri eitt verður leyslatin, so at hann kann sleppa heim aftur til familjuna.
Avhoyrdur uttan sakførara
Egyptiska trygdartænastan avhoyrdi Hassan um hansara leiklut í atfinningarsama filminum The Eagles of the Republic, har Hassan í 20 sekund hevur leiklut sum koptiskur kristin prestur. Ein ákæri kravdi, at Hassan varð varðhaldsfongslaður fyri at “fara uppí yvirgangsbólk við vitan um endamálið”. Varðhaldsfongslingin er síðani longd tvær ferðir.
Eftir at Hassan varð handtikin hoyrdi familjan ikki frá honum í fimm dagar, og vistu tey ikki, hvar hann var ella hvør støðan var. Seinni gjørdist kunnugt, at trygdartænastan hevði ført hann fyri hægstatjóðartrygdarákæruvaldinið – stytt SSSP – tann 22. desembur. Hann varð avhoyrdur uttan sakførara.
15 ára fongsulsrevsing
Hassan hevur verið førdur fyri SSSP sjeyð ferð á talgildum rættarfundum, sum hvør bara hava vart nakrar fáar minuttir. Á einum av fundinum varð Hassan spurdur, hví hann hevði skegg. Tað heldur Hassan vera eina tilsipan til Muslimska Brøðralagið, sum í Egyptaland lýsur sum yvirgangsbólk. Hassan hevur greitt teimum frá, at hann hevur fingið sær skegg fyri at fjala eitt arr á hálsinum. Á tveimum av fundunum hevurákæri spurt Hassan um hansara leiklut í filminum, The Eagles of the Republic.
Hassan er framvegis varðhaldsfongslaður, men ógrundaðu ákærurnar um, at “fara uppí yvirgangsbólk við vitan um endamálið”, sum kunnu geva upp í 15 ára fongsulsrevsing, verða kannaðar.
Situr í tiltiknum fongsli
Hassan situr í tiltikna 10th of Ramadan-fongslinum. Sakførari hansara sleppur ikki at vitja hann, og undir rættarfundum sleppa teir bara at samskifta talgilt.
Seinast familjan sá Hassan var 14. mars, og søgdu tey tá, at fongslingin var ógvuliga hørð fyri sálarheilsuna hjá honum. Hassan óttast, at hann skal sita handan rimar í fleiri ár.
Amnesty hevur skjalprógvað ringu og ómenniskjasligu umstøðurnar í fongslinum, sum ofta hýsir politiskum fangum. Sambært sakførarum og avvarðandi verða fangar noktaðir sólarljós og sleppa bara at røraseg innandura. Sambært kanningum av 16 egyptiskum fongslum, sum Amnesty áður hevur kannað, verða samvitskufangar útsettir fyri píning og aðrar grimmari, ómenniskjasligar ella niðurgerandi viðferð.
Búð í Danmark í góð 40 ár
Í góð 40 ár hevur Hassan búð í Danmark, har hann hevur konu og børn, sum øll hava danskan ríkisborgarakskap. Sambært familjuni hevur Hassan ikki verið virkin í politikki ella aktivismu.
Familjan sigur frá, at Hassan dámar væl at vera við í spælifilmum, og hevur hann havt fleiri minni leiklutir í donskum filmum. Familjan sigur eisini, at tá ið Hassan játtaði at vera við í Eagles of the Republic, hevðiHassan ikki sæð alt leikritið ella fingið ella søguna at vita.
Eingin av filmunum í Keiro-triologiini hjá Tarik Saleh – The Nile Hilton Incident, Boy from Heaven og Eagles of the Republic – eru vístir í biografum í Egyptalandi. Amnesty veit ikki um almennar útsagnir, sum prógva, at filmarnir eru sensureraðir, men miðlafrásagnir týða á, at filmarnir ikki hava fingið loyvi at verða vístir í Egyptalandi.
Fara eftir teimum atfinningarsomu
Egyptiskir myndugleikar eru í fleiri førum farnir eftir tíðindafólkum, aktivistum, sakførarum, andstøðupolitikarum og øðrum persónum, sum finnast at samgonguni ella fordøma umfatandi vanvirðingina avmannarættindabrotum framd av myndugleikum. Fleiri ferð hevur Amnesty skjalprógvað hóphandtøkur av og rættarmál móti persónum, sum útina teirra talu- og savningarfælsi. Fólk, sum verða hildin aftur í politiskum málum eru ofta fyri longum frælsistøkum, herav longum varðhaldsfongslingum uttan at verða sett fram fyri dómstóli.
Vit heita á egyptisku myndugleikarnar um at:
- Alt fyri eitt og treytaleyst leyslata Hassan El Sayed og taka allar ákærur móti honum aftur, so hann kann sleppa heim aftur til familju sína í Danmark
- Tryggja honum virðilig kor í samsvara við altjóða krøv um viðferð av fangum
- Tryggja, at Hassan fær neyðuga heilsurøkt umframt samband við familjuna og sakførara
Hvat hendur við tínari undirskrift?
Amnesty sendur allar undirskriftirnar til Mohamed Shawky Ayyad, sum er almennur ákæri í Egyptalandi







