
LÓGARUPPSKOTIÐ UM DAGFØRDA ABORTLÓG ER AFTUR LAGT FYRI TINGIÐ. TÍSKIL ER AFTUR MØGULEIKI FYRI, AT ABORTRÆTTINDI Í FØROYUM VERÐA BETRAÐI.
TAÐ ER TØRVUR Á, AT SO NÓGV FÓLK SUM GJØRLIGT ROYNA AT TRÝSTA Á, SO LÓGARUPPSKOTIÐ VERÐUR SAMTYKT. UM TÚ ERT Í IVA UM, HVAT TÚ KANST GERA FYRI AT ÁVIRKA STØÐUNA, SO HAVA VIT NØKUR HUGSKOT:
GEV TÍNA MEINING TIL KENNAR
Tað er umráðandi, at sjónarmiðið fyri abortrættindum verður umboðað í almenna rúminum og kjakinum – tað verið seg t.d. á tíðindamiðlum, á sosialu miðlunum og í “veruliga” lívinum. Tú kanst skriva greinar, skriva dagføringar á sosialu miðlunum, viðmerkja kjaktráðir og tosa við familju, vinir og kenningar.
Eisini kanst tú deila tað, sum onnur skriva – bæði privatpersónar og felagsskapir. Á okkara sosialu miðlum – serliga á instagram – eru fleiri uppsløg, ið snúgva seg um abortrættindi, sum tú kanst deila ella fáa íblástur frá.
Um tú kundi hugsað tær at lisið meira um abort og mannarættindi, kanst tú lesa meira her.
Um stutta tíð skulu okkara fólkavaldu atkvøða um lógaruppskotið um at dagføra føroysku abortlóggávuna. Við at atkvøða fyri uppskotinum virða tey kropsliga sjálvræðið og betra um mannarættindi hjá kvinnum í Føroyum.
Vit kunnu royna at ávirka løgtingslimirnar, sum skulu atkvøða um lógaruppskotið, á ymiskan hátt:
- Tú kanst seta teg í samband við løgtingslimirnar (ringja ella skriva t-post, sms-boð ella hondskrivað bræv), har tú sigur teimum tína hugsan um málið og heitir á, at teir atkvøða fyri lógaruppskotinum
- Um tú møtur løgtingslimi, kanst tú heilsa uppá og greiða frá, hví hann skal atkvøða fyri lógaruppskotinum
- Tú kanst viðmerkja uppsløg á sosialu miðlunum hjá politikkarum og greiða frá, hví hann átti at atkvøtt fyri lógaruppskotinum
- Um tú kennir ein løgtingslim, sum tú veitst fer at atkvøða ímóti ella sum ivast í, hvar atkvøðan skal setast, kanst tú seta teg í samband við hann og greiða frá, hví tú heldur, at hann átti at atkvøtt fyri lógaruppskotinum
- Um tú veitst, at politikkarin, sum tú valdi á seinasta vali, ikki ætlar sær at atkvøða fyri lógaruppskotinum ella ivast í, hvar atkvøðan skal setast, kanst tú seta teg í samband við viðkomandi og siga honum, hví tú sum veljari vónar, at hann atkvøðir fyri uppskotinum
Tað munar best, um tú setur teg í samband við politikkarar, sum ivast ella teir, sum tú heldur kunnu ávirkast at atkvøða fyri.
T-postar og telefonnummur hjá løgtingslimunum finnur tú her.
Vit heita á tykkum um at vera virðilig/ur, tá ið tit kjakast um evnið.
DØMI: SOLEIÐIS KANST TÚ GRUNDGEVA
Tað ber til at grundgeva fyri uppskotinum á ymiskan hátt m.a. útfrá mannarættindum ella við at vísa á, hvussu veruleikin er.
ABORT ER EIN MANNARÆTTUR
- Kvinnur hava rætt til kropsligt sjálvræði, privatlív, heilsu og ikki at vera fyri mismuni. Tá ið kvinnur verða sýttar rættin at velja abort, verða m.a. hesi rættindi ikki vird
- Sambært kvinnusáttmálanum hjá ST, CEDAW, so hava kvinnur rætt at avgera, nær tær skulu hava børn, og hvussu nógv børn tær skulu hava. Tá kvinnur verða noktaðar møguleikan at velja abort, verða hesi rættindi ikki vird
- Føroyar hava fingið viðmerking frá nevndini, sum hevur kvinnusáttmálan hjá ST undir hendi. Nicole Ameline, sum er í nevndini, segði: “Seksual- og nøringarrættindi eru grundleggjandi rættindi. Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av kynjaðum harðskapi og er eitt brot á rættindini hjá kvinnum.” Eisini vísti Nicole Ameline á, at ein avleiðing av avmarkandi abortlógini kann vera, at summar kvinnur finna aðrar loysnir, sum kunnu gerast vandamiklar
- Ein grundleggjandi meginregla í mannarættindum er, at lógir skulu útinnast eins, tær skulu ikki vera tilvildarligar og lóggávan skal vera greið. Verandi lóg er ógreið og viðførur, at kvinnur hava ójavnbjóðis møguleika at taka abort, at gongdin kann verða seinkað ella at kvinnur verða noktaðar abort, hóast tær lúka krøvini, tí at lógin er torgreið og skal tulkast av heilsustarvsfólkum
- At fara uttanlands kann gerast einasti møguleiki hjá summum kvinnum í Føroyum at taka abort, men hetta er ikki ein møguleiki hjá øllum. Prísurin fyri viðgerðina liggur um 8000-16000 kr., og harafturat koma útreiðslur til ferðing og uppihald. Hetta kemur at merkja, at kvinnur í Føroyum ikki hava javnbjóðis atgongd til abortviðgerð. Abortviðgerð er ein grundleggjandi heilsutænasta, sum allar kvinnur í Føroyum skulu tryggjast uttan mun til fíggjarliga støðu
VERULEIKIN KANN IKKI SKÚGVAST BURTUR
- Sjálvt í londunum við strangastu abortlógunum seta kvinnur lív og heilsu í vága fyri at taka abort. Sama, hvørji persónligu sjónarmiðini politikkarar hava um abort, og sama um teir royna at smíða lógir, sum skulu forða kvinnum at taka abort, fara kvinnur framhaldandi at hava tørv á abortum og taka abortir. Tí siga vit, at tað ber ikki til at royna at lóggeva seg frá abortum, einans frá tryggum og virðiligum abortum
- Hóast vit við lóg royna at forða kvinnum at taka abort, er tað ein tørvur, sum
nógvarfleiri kvinnur hava, og royna tær at finna aðrar vegir í heilsuverkinum at fáa abort. Hetta vita vit frá samrøðum við kvinnum, sum óætlað eru blivnar uppá vegin, og frá heilsustarvsfólki. Eisini vita vit, at kvinnur verða noyddar á eina óvirðiliga biddaragongu frá lækna til lækna fyri at fáa atgongd til ta heilsutænastuna, teimum tørva - Føroyska abortlóggávan førir til abortútlegd. Frítt Val og Amnesty Føroyar hava frágreiðingar frá kvinnum, sum hava verið noyddar av landinum at taka abort. Eisini vísti umfatandi kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, at á hvørjum ári eru nógvar kvinnur, sum fara til Danmarkar at taka abort. Tað verður grundgivið út frá greining og samanrenning av nógvum ymiskum hagtølum, út frá frágreiðingum hjá føroyskum kommunulækna og donskum serlæknum, og út frá eini Gallup-kanning, sum vísti, at 42% av kvinnum í Føroyum vita um aðra kvinnu, sum er farin til Danmarkar at taka abort.
- Strangar abortlóggávur, sum okkara í Føroyum, kunnu gera tað trupult at fáa atgongd til abort og eisini viðføra, at abortirnar gerast ótryggar. Men eingin lóggáva kann forða fyri, at abortir verða framdar. Vit kunnu tó velja at forða fyri, at abortir framhaldandi vera ótryggar og at kvinnur í Føroyum verða tvungnar í útlegd við at tryggja javnbjóðis atgongd til abortviðgerð í føroyska heilsuverkinum.
DØMI: SOLEIÐIS KANST TÚ ORÐA EITT BRÆV
Vit hava gjørt nøkur dømi um brøv, sum kundi verið sent løgtingslimi. Brøvini kunnu vera stutt ella long, formell ella persónlig.
Góða/góði (navn á løgtingslimi)
Eg skrivi til tín fyri at heita á teg um at atkvøða fyri lógaruppskotinum um eina dagførda abortlóg.
At taka eina abort er ein ógvuliga persónlig avgerð, sum eingin politikkari eigur at blanda seg uppí. Óansæð hvør tín meining um abort er, og óansæð um tú roynir at smíða eina lóg, ið skal forða kvinnum at taka abort, so fara kvinnur framhaldandi at taka abort. Sjálvt í londum við strangastu abortlógum seta kvinnur lív og heilsu í vága fyri at taka abort.
Tá ið tú um stutta tíð skalt atkvøða um lógaruppskotið um eina dagførda abortlóg, atkvøðir tú ikki fyri ella ímóti, at abortir í framtíðini verða framdar. Harafturímóti kemur tú at atkvøða um, hvørt abortir í framtíðini skulu gerast tryggari og virðiligari ella framhaldandi skulu vera ójavnbjóðis. Tí verandi lóg forðar ikki kvinnum at taka abort, men ger, at summar kvinnur í Føroyum fáa loyvi at taka abort og aðrar ikki. Eisini vita vit, at fleiri kvinnur árliga fara uttanlands at taka abortina, um tær fáa ynskið noktað í Føroyum. Tað er tó ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum, og tí eru kvinnur í Føroyum ójavnbjóðis fyri lógini.
Kvinnur hava rætt at taka avgerðir um hennara teirra egna lív, nøring og framtíð. Tað má vera upp til ta einstøku kvinnuna at avgera, og upp til hennara egna vilja og samvitsku. At taka eina abort er nakað, sum fleiri kvinnur koma fyri onkuntíð í lívinum – tað er ein veruleiki, sum vit mugu góðtaka og fyrihalda okkum til. Sum fólkavald/ur er tað tín uppgáva at tryggja tryggar og virðiligar umstøður fyri borgarar í Føroyum. Og tað fevnur eisini um abortviðgerð, sum er ein grundleggjandi heilsutænasta (og mannarættur).
Heldur enn at noyða kvinnur í óvirðiligar støður, sum ringasta føri kunnu gerast ótryggar, so kanst tú nú vera við at tryggja kvinnum í Føroyum teirra kropsliga sjálvræðið og virðiligar og tryggar umstøður.
Kærar heilsur
(títt navn)

ÚTRYKK TEG KREATIVT
Tað eru eingi mørk fyri, hvussu vit kunnu vísa abortrættindum okkara stuðul. Kanska tær dámar betri at útrykkja teg gjøgnum list og kreatativitet heldur enn við orðum?
Tú kundi gjørt eina tekning og deilt hana á sosialu miðlunum, mála eitt skelti til 2. viðgerð av lógaruppskotinum ella bundið eina grøna húgvu (grønt er abortliturin).

Á okkara heimasíðu kanst tú lesa meira um, hví abortrættindi eru mannarættindi; greinar við lækna, løgfrøðing og kvinnur, sum hava tikið abort; og lurta eftir poddvarpum. Les meira her.









