Í Amnesty Føroyum halda vit, at tað er ógvuliga umráðandi, at ung hava eina grundleggjandi vitan um síni rættindi, so at tey kunnu krevja, at teirra rættindi verða vird og tala at, tá ið rættindi hjá øðrum verða brotin.
Ein kanning, sum Amnesty Føroyar gjørdi fyri nøkrum árum síðani, vísti, at ung vita lítið um mannarættindi. Hetta vilja vit broyta, og vit hava tørv á sjálvbodnum undirvísarum, so at vit kunnu røkka so nógvum ungum sum gjørligt. Kom við, um tú hevur hug at læra ung um mannarættindi, og eggja teimum at vera ein virkin partur av samfelagnum. Tað er ikki neyðugt at vera serfrøðingur – vit tryggja, at tú fært neyðugu vitanina.
Í seinni helvt av novembur og fyrru helvt av desembur fer Amnesty at bjóða undirvísing til ung í framhaldsdeildum, ungdómshúsum og á miðnámi í mannarættindum. Hetta er í samband við “Skriva fyri lívi” – heimsins størsta mannarættindatiltak. Um allan heimin skriva menniskju tá fyri fólkum, sum eru fyri ógvusligum mannarættindabrotum. Skriva fyri lívi er eitt gott høvi hjá næmingum at læra um mannarættindi og at fáa ítøkilig amboð at gera ein mun.
TÍ SKALT TÚ Í TOYMIÐ:
- Tú fært fært vitan um mannarættindi, og hvussu tú kanst undirvísa í mannarættindum
- Tú fært royndir at undirvísa í mannarættindum og harvið vera við til at skapa eitt betri grundarlag undir einum rættvísari og rúmligari samfelagi í Føroyum og úti í heimi
- Tú kemur í samband við onnur, sum brenna fyri mannarættindum og verður partur av altjóða mannarættindafelagsskapi
VIT LEITA EFTIR TÆR, SUM:
- Hevur hug at læra ung um mannarættindi og altjóða átakið “Skriva fyri lívi”
- Fær luttikið á kunningar- og undirvísingardegnum fyri sjálvbodnu undirvísarunum um hálvan novembur. Tá fært tú kunning og tilfar um mannarættindi, um undirvísing í mannarættindum, Skriva fyri lívi og um evnini, sum í ár verða viðgjørd
- Kanst hava min. eina undirvísing í tíðarskeiðnum 24. novembur til 12. desembur
VIT VÓNA, AT TÚ HEVUR HUG AT VERA VIÐ
Um tú hevur spurningar ella vil vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnhild, samskipara, á tlf. 235816 ella á ragnhild@amnesty.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær, sum er áhugað/ur í at koma á okkara sjálvbodna undirvísingartoymi. Skriva ein teldupost til ragnhild@amnesty.fo áðrenn 14. novembur og boða frá luttøku.







