VIT LEITA EFTIR SJÁLVBODNUM MANNARÆTTINDAUNDIRVÍSARUM
Í ár hátíðarhalda vit, at tað eru 25 ár síðan at Skriva fyri lívi fór av bakkastokki. Síðan 2001 hava fólk savnast við einari einfaldari men sterkari sannføring: líkamikið hvørji vit eru, ella hvar í heiminum vit eru stødd, kunnu vit øll broyta lív.
Samstundis sum vit hátíðarhalda átakið, mugu vit ásanna, at Skriva fyri lívi ongantíð hevur verið meira viðkomandi enn tað er í dag.
Altjóða síggja vit eitt óhugnaligt rák. Tað er vorðið alsamt meira vanligt at stjórnir og myndugleikar fremja valdsgerðir. Avleiðingarnar eru ógvusligar, og raka fólk persónligt. Summi vera fongslaðið fyri at tala at. Onnur vera forfylgd orsaka av tí tey eru ella tann tey elska, og onnur vera kriminaliserað av teirri einfaldari orsøk, at tey vóru á skeivum staði á skeivum tíðspunkti.
Í ár ætla vit í Amnesty Føroyum at bjóða undirvísing um Skriva fyri lívi til framhaldsdeildir, miðnámsskúlar og ungdómshús, tí vit halda, at Skriva fyri lívi er eitt gott høvi hjá ungum at læra um mannarættindi og at fáa ítøkilig amboð at gera mun.
Vit hava roynt hetta áður, og tað hevur eydnast væl. Vit leita eftir sjálvbodnum undirvísarum, tí vit gjarna vilja kunna bjóða hendan møguleikan til so nógvar flokkar og ungdómshús, sum gjørligt. Tú noyðist ikki at vera serfrøðingur – vit tryggja, at tú fært neyðugu vitanina.
TÍ SKALT TÚ Í TOYMIÐ:
- Tú fært fært vitan um mannarættindi, og hvussu tú kanst undirvísa í mannarættindum
- Tú kanst vera við til at skapa eitt betri grundarlag undir einum rættvísari og rúmligari samfelagi í Føroyum og úti í heimi
- Tú kemur í samband við onnur, sum brenna fyri mannarættindum og verður partur av altjóða mannarættindafelagsskapi
VIT LEITA EFTIR TÆR, SUM:
- Hevur hug at læra ung um mannarættindi og altjóða átakið “Skriva fyri lívi”
- Fær luttikið á kunningardegnum fyri sjálvbodnu undirvísarunum í oktobur (vit avtala neyva dagfesting saman). Tá fært tú kunning og tilfar um mannarættindi, um undirvísing í mannarættindum, Skriva fyri lívi og um evni, sum verður viðgjørt í ár.
- Kanst hava min. eina undirvísing í novembur ella desembur.
VIT VÓNA, AT TÚ HEVUR HUG AT VERA VIÐ
Um tú hevur spurningar ella vil vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnhild, samskipara, á tlf. 235816 ella á ragnhild@amnesty.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær, sum er áhugað/ur í at koma á okkara sjálvbodna undirvísingartoymi. Skriva ein teldupost til ragnhild@amnesty.fo áðrenn 1. oktobur og boða frá luttøku.







