MARYIA KALESNIKAVA – ÓGILDIÐ ÓRÆTTVÍSA DÓMIN
Politiski aktivisturin Maryia Kalesnikava bjóðaði tí kúgandi belarusisku stjórnini av. Tann 7. septembur 2022 fluttu myndugleikarnir hana burtur og hildu henni aftur. Seinni varð hon dømd 11 ára fongsul við haldleysum ákærum. Familjan hevur einki frætt frá henni í meira enn eitt ár. Skriva undir átakið og hjálp okkum at fáa hana heim aftur.
Yrkistónleikarin Maryia Kalesnikava hevur fylt sær lívið við tónleiki og list. Hon brennur fyri at hitta fólk og læra av teimum og droymir um eitt Belarus, har ið øll verða vird og frítt kunnu siga sína hugsan. Undir forsetavalinum í 2020 vórðu øll tey fremstu mannligu valevnini, sum stillaðu upp ímóti sitandi forsetanum, Alyaksandr Lukashenka, annaðhvørt fongslað ella noydd at flýggja úr landinum. Tí gjørdist Maryia partur av valstríðnum hjá tí uttanveltaða forsetavalevninum Svyatlana Tsikhanouskaya.
Hóast tey flestu eru samd um, at valsvik fór fram, tók Alyaksandr Lukashenka við aftur forsetaembætinum á sætta sinni. Eftir valið varð Svyatlana rikin í útlegd, og Maryia gjørdist við eitt tann sjónligasti andstøðingurin. Hon gekk fremst í friðarligum mótmælistilktøkum, stóð andlit til andlits við harðlig løgreglufólk og gjørdi hjartatekn við hondunum framman fyri ófriðarløgregluni.
Tann 7. septembur 2020 førdu belarusisku myndugleikarnir Maryiu burtur. Menn í masku skræddu hana inn í ein vøruvogn og førdu hana til markið, har ið hon varð hótt og trýst til at sleppa sær úr landinum. Hon slapp sær til rýmingar út gjøgnum eitt vindeyga í vøruvogninum og skræddi sær passið fyri at sleppa undan at enda í útlegd. Maryia varð handtikin, afturhildin og seinni dømd 11 ára fongsul eftir ákærur um at hava “hótt tjóðartrygdina” og at “vera víðgongd”.
Maryia situr fongslað undir ræðuligum umstøðum. Hon hevur avmarkaða atgongd at heilsurøktini, sum henni tørvar. Alt samskifti við familjuna verður sýtt henni, og hon er avbyrgd frá øðrum fangum í fongslinum.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA MARYIU
Tú kanst skriva Mayiu eitt samhugabræv, sum er eitt persónligt bræv til hennara og gevur henni styrki og stuðul. Ella tú kanst skriva undir undirskriftainnsavnanina og krevja, at Maryia beinanvegin verður leyslatin, og at hennara órættvísi dómur verður ógildaður.
Um tú skrivar eitt samhugabræv, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit henni øll brøvini úr Føroyum.
HVAT ER EITT SAMHUGABRÆV?
SKRIVA MARYIU EITT SAMHUGABRÆV?
SKRIVA UNDIR
Samhugabrøv eru brøv vit senda til fólkini, vit skriva fyri. Brøvini geva ugga og styrki. Fleiri av teimum, sum vit hava skrivað fyri, hava sagt, at tað er ógvuliga gott at vita, at alheimssamfelagið veit um støðuna og roynir at hjálpa teimum. Tú kanst t.d. skriva eitt sindur um teg sjálv/n, at tú hevur hoyrt um teirra støðu, hvat tú hugsar um støðuna, sum tey eru í og okkurt, sum gevur teimum mót og vón.
Tú kanst skriva eitt samhugabræv til Maiyu.
Tú kanst skriva; “Love is stronger than fear.” Hetta er slagorðið hjá Kalesnikava.
Tú kanst eisini skriva eina stutta heilsan t.d. ”From [SKRIVA BÝ/BYGD] with love.” / “Love is stronger than fear.” / “Greetings from [SKRIVA BÝ/BYGD].”
Ella anst tú tekna eitt reytt hjarta, sum var symbolið hjá Kalesnikava undir mótmælunum, ella tekna eina reyða varrastift, sum hennara stuðlar hava brúkt sum symbol.
Til ber eisini at tekna nótar, tí Mariya elskar tónleik.
Skriva undir og krev, at myndugleikarnir í Belarus beinanvegin leyslata Maryiu, og at hennara órættvísi dómur verður ógildaður.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
Vit halda, at tað er eitt gott hugskot at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini (framhaldsdeild og miðnám).
10. desembur er altjóða mannarættindadagur, sum er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum. Í hesum sambandi halda vit, at tað eisini er eitt gott hugskot at skriva brøv saman við næmingunum, tí so fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.
Persónarnir, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.
Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.
TILFAR TIL UNDIRVÍSING
Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:
- kunning um Skriva fyri lívi (á føroyskum)
- hugskot til, hvussu Skriva fyri lívi kann verða brúkt í undirvísingini (á føroyskum)
- vegleiðing til, hvussu Skriva fyri lívi kann brúkast í undirvísingini (á enskum)
- undirvísingartilfar frá altjóða deild (á enskum), og undirvísingartilfar á enskum til allar sakirnar (á enskum)
- undirvísingartilfar frá donsku deild (á donskum)
Og tilfar og kunning um mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:
- um mannarættini, Nám og Amnesty Føroyar (á føroyskum)
- heimsyvirýsingin (einføld útgáva á føroyskum)
- heimsyvirlýsingin við uppgávum (á føroyskum)
- kunning um rættin at mótmæla (á enskum)
- kunning um talufrælsi (á enskum)
- kunning um veðurlagsrættvísi (á enskum)
- kunning um rættindi hjá upprunafólkum
- undirvísingartilfar um talufrælsi (á dosnkum)
Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:
- talufrælsi
- rættin at mótmæla
- veðurlagsrættvísi
Skriva eitt bræv í hond
Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum.
Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til.
Skriva eitt bræv á telefonini
Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Á instagramsíðuni hjá Amnesty International Føroyum hava vit goymt skapilónir undir ‘highlights’. Tit kunnu brúka tær (ella gera tykkara egnu) og skriva eina heilsan og so sjálvandi pynta við emoji-um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á instagram, og vit senda heilsanina saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.
TILFAR UM MARYIU
Undirvísingartilfar um støðuna hjá Mariyu er tøkt á enskum. Her er kunning um sakina og uppgávur til næmingarnar.
Um tú og tín flokkur kundu hugsað tykkum at fingið vitjan av umboði frá Amnesty Føroyum, koma vit fegin framvið. Sendið ein t-post til turid@amnesty.fo.
Í ÁR SKRIVA VIT EISINI FYRI
Kyung Seok Park vil ikki bíða longur eftir, at rættindini hjá teimum, sum bera brek, verða fult viðurkend í Suðurkorea. Hóast harðskap og ágang heldur hann á at stríðast fyri, at fólk, sum bera brek, sleppa at liva frítt og til fulnar í Suðurkorea. Statt saman við honum.
Joel gjørdist blindur í øðrum eyganum av gummikúlum undir einum friðarligum mótmælistiltaki. Eingin er drigin til svars. Skriva undir átakið legg tína rødd aftur at røddini hjá Joel, so at tey, sum hava ábyrgdina, kunnu verða drigin til svars.
Neth, ein mamma at tveimum smábørnum, varð fongslað fyri at hava funnist at angolska forsetanum á TikTok. Hon varð tilvildarliga rættarsøkt og dømd seks mánaða fongsul. Revsingin varð seinni økt upp í tvey ár.