1. juli 2026
Í DAG TAKA VIT EITT STÓRT FET RÆTTA VEGIN
“Eg fari ikki tigandi aftur í 50’ini” róptu fólk í hundraðtali á abort-kravgongu í 2024. Í dag stíga vit úr 50’unum og taka eitt stórt fet rætta vegin nú nýggja abortlógin í dag kemur í gildi.
Við nýggju lógini verður kropsliga sjálvræðið hjá kvinnum – og øllum, sum kunnu gerast upp á vegin – virt í nógv størri mun. Sum samfelag viðurkenna vit, at kvinnur hava rætt at taka avgerðir um egna nøring, lív og framtíð. Nú fáa kvinnur javnbjóðis møguleikar at taka abort, og sleppa undan at smoyggja sær í heilsuverkinum ella fara uttanlands fyri at fáa abortina, teimum tørva. Hetta er ein stórur mannarættindasigur fyri Føroyar.
“Í dag fagna vit, at arbeiðið at dagføra lógina er komið á mál, og at nýggja lógin í dag er sett í gildi. Takkað verið einstaklingum, felagsskapum og politikkarum, sum áhaldandi hava arbeitt fyri hesum rættindum, hava vit í dag tikið hetta stóra fet. Í dag fagna vit eisini teimum kvinnum, sum hava staðið fram og bart ímóti skommini, tøgnini og stigmatiseringini” sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyum.
Hóast vit í dag hava vunnið hendan mannarættindasigur, tá ið tað kemur til at virða seksual- og nøringarrættindi, merkir tað ikki, at arbeiðið er heilt liðugt. Í Amnesty Føroyum fara vit at fylgja við, um undantaksloyvið hjá heilsustarvsfólkum at veita viðgerð, og hvørt kravið um samtykki frá foreldrum hjá teimum undir 18 ár, sum ynskja abort, fer at hava ávirkan á møguleikar og rættin at taka abort hjá kvinnunum, sum ynskja tað.







