NÝGGJ FRÁGREIÐING:
LGBT+’ARAR Í UGANDA FYRI ÁGANGI OG HARÐSKAPI
Amnesty International hevur júst givið nýggja frágreiðing út um oyðileggjandi ávirkanina, sum kriminaliseringin av talgilda rúminum hjá LGBT+’arum hevur.
Nýggj kanning hjá okkum vísir nevnilliga, at síðan lógin ímóti samkyndum (Anti-homosexuality Act) varð samtykt í Uganda í fjør, er ágangurin móti LGBT+’arum vaksin munandi. LGBT+’arar og aktivistar, sum brúka sosialar miðlar til eitt nú at samskifta við aðrar LGBT+’arar og at savnast ímóti mannarættindabrotum, eru fyri nógvum ágangi og harðskapi á netinum. Amnesty International hevur skjalprógvað nógvar hendingar um harðskap á netinum móti LGBT+’arunum – bæði framt av statsligum og ikki-statsligum aktørum. Hesin harðskapur sær ymiskur út t.d. síggja vit, at fólk avdúka persónaligar upplýsingar, kynsligu sannføringina ella samleikan hjá øðrum, fólk fáa deyðshóttanir og fólk verða blackmailaði.
Amnesty International heitir á stjórnina í Uganda um at seta allar lógir, ið avmarka LGBT+rættindi úr gildi alt fyri eitt, og harumframt at gera øll neyðug átøk fyri at tryggja, at LGBT+’arar kunnu útinna teirra rætt til tælufrælsi í talgilda rúminum uttan at óttast harðskap ella vera fyri mismuni.
LES FRÁGREIÐINGINA HER: