Nýggj frágreiðing: ísraelski herurin skal kannast fyri krígsbrotsverk
Ísraelski herurin hevur víðkað um økið við eystara mark í Gasageiranum. Við bulldosarum og spreingievni hevur ísraelski herurin ólógliga og óneyðugt oyðilagt landbúnaðarjørð, heim, skúlar og moskur. Hetta skal kannast sum krígsbrotsverk av ólógligari og óneyðugari oyðilegging umframt kollektivari revsing, sigur Amnesty International í nýggjari frágreiðing.
Kanningardeildin hjá Amnesty “Crisis Evidence Lab” hevur greinað fylgisveinamyndir og filmsbrot, sum ísraelskir hermenn hava lagt út á sosialu miðlarnar frá oktobur 2023 til mai 2024. Kanningardeildin staðfestur, at øki eftir eystara markinum, sum er 1-1,8 km til longdar, er slættað við jørðina.
-ótroyttiliga herferðin hjá ísraelska herinum í Gasa er ólóglig og óneyðug oyðing. Okkara kanning vísur, at ísraelskar herdeildir hava oyðilagt hús, noytt familjur í túsundatali frá húsi og heimi og gjørt umráði óbúgvandi, segði Erika Guevara-Rosas, deildarstjóri í Amnesty International.
-okkara greiningar avdúka eitt mynstur við eystara mark í Gasageiranum, sum er ein skipað oyðilegging av einum heilum øki. Hesi heim vórðu ikki løgd í oyði sum úrslit av harðligum bardøgum. Tvørturímóti hevur ísraelski herurin tilvitað javnað øki, eftir at herurin hevði tikið ræðiði á teimum.
-at gera eina “buffarasonu” skal ikki úrslita í kollektivari revsing palestinska sivilfólkinum, sum búði á hesum økjum. Tey stigini, sum Ísrael tekur fyri at verja ísraelar ímóti álopum úr Gasa, skulu fremjast í samsvari við tær skyldur, sum Ísrael hevur sambært altjóð lóg, herundir forboðnum móti ólógligari og óneyðugari oyðing og kollektivari revsing.
Kortið omanfyri vísur oyðingina og skaðarnar, sum vórðu framd frá oktobur 2023 til mai 2024 innan fyri 1km frá markinum. 90% av bygningunum eru oyðilagdir ella hava fingið stóran skaða og 59% av dyrkaða lendinum er nógv minkað.
Ísraelsk embætisfólk hava játtað oyðingina av bygningum fram við eystara mark, og tað verður sagt at vera eitt trygdarátak, sum skal verja ísraelar móti álopum úr Gasa. Niðurrívingin av sivilum ognum verður harumframt rættvísgjørd við at siga, at bygningarnir vóru partar av yvirgangsundirstøðukervi.
2. juli 2024 sendi Amnesty ísraelsku myndugleikunum spurningar um niðurrívingarnar, men tá ið hendan frágreiðingin varð almannakunngjørd, høvdu vit einki svar fingið.
Hernaðarlig neyð og altjóða humaniter lóg
Víðkaða “buffarasonan” fevnur um uml. 58km2, sum svarar til eini 16% av øllum hersetta Gasageiranum. Amnesty metur, at í mai 2024 vóru fleiri enn 90% av bygningunum (tað eru fleiri enn 3500) í hesum økjum oyðilagdir ella illa farnir.
Fyri at kanna, um hendan oyðileggingin var lóglig ella kundi rættvísgerast við hernaðarligari neyð hevur Amnesty International gjørt samrøður við íbúgvar í økjunum, vit hava greinað fylgisveinamyndir og 25 filmsbrot, og harumframt hava vit kannað fráboðanir frá ísraelska herinum, Hamas og øðrum vápnaðum bólkum.
Í fýra økjum, sum vit hava kannað, vórðu tey øll løgd í oyði eftir, at ísraelski herurin hevði fingið operationelt vald í økjunum. Hetta merkir sostatt, at oyðingin ikki er farin fram orska av beinleiðis stríði millum ísraelska herin og palestinskar bólkar. Heldur vórðu bygningarnir tilætlað og skipað rivnir niður. Alt bendur á, at nógvir av bygningunum vórðu rivnir niður, tí at teir stóðu tætt við markið millum Gasageiran og Ísrael.
Altjóða humaniter lóg, sum er galdandi fyri allar partar í einum vápnaðum stríði, bannar beinleiðis álop a sivilar lutir og loyvir bert oyðing av lutum hjá mótstøðupartinum, um oyðingin er av eini hernaðarligari neyð. Meginreglan fyri hernaðarliga neyð er, at partarnir kunnu fremja átøk, sum eru neyðug fyri at veikja mótstøðupartin, og sum annars ikki eru bannaði í altjóða humaniterari lóg. Tað er loyvt at oyða lutir hjá mótstøðupørtunum, tá tað tænir einum lógligum hernaðarligum endamáli og annars ikki brýtur reglur í altjóða humaniterari lóg sum t.d. reglurnar um lutfall og kollektiva revsing. Høvuðsendamálið við humanitera rættinum er at avmarka menniskjansliga líðing í vápnaðum stríði.
Tað er sannlíkt, at onkrir bygningar vórðu nýttir av vápnaðum bólkum. Um vápnaðir bólkar í framtíðini skuldu brúkt sivilar bygningar, so umskapar hendan møguliga nýtslan í framtíðini ikki heim, skúlar og moskur til hernaðarlig mál. Harafturat er niðurríving, sum verður framd fyri at revsa sivilar ognir, tí tær hava verið brúktar av vápnaðum bólkum, bannað sum eitt slag av kollektivari revsing.
Í hesum økjunum, sum vit hava kannað, vórðu bygningarnir rivnir niður eftir at Ísraelskar herdeildir høvdu fingið ræðið á økjunum.
Um ísraelski herurin metur, at tað er neyðugt at gera eina “buffarasonu” fyri at verja fólk í Ísrael ímóti álopum úr Gasageiranum, eru aðrir møguleikar at røkka hesum endamáli í ísraelskum øki, og sum er í samsvar við altjóða humanitera lóg og skyldur Ísraels sum hersetingarvald. Av tí at tað er ein annar møguleiki, men hann ikki varð framdur, er umfatandi og skipaða oyðingin óproportionell til eina og hvørja hernaðarliga neyð. Hesar atgerðirnar eiga tí at verða kannaðar sum krígsbrotsverk av ólóligari og óneyðugari oyðing. Av tí at tað eisini eru prógv fyri, at bygningar vórðu niðurrivnir fyri at revsa sivil fyri álop hjá vápnaðum bólkum, eigur hetta eisini at verða kannað sum sum krígsbrotsverk av kollektivari revsing.
Altjóða dómstólurin, ICJ, kom til ta niðurstøðu í einum ráðgevandi áliti í 2003, at múrurin í hersetta Vestara Áarbakka var ólógligur. ICJ legði dent á, at trygdartiltøkini hjá Ísrael skulu liva upp til skyldur Ísraels sambært altjóða humaniterari lóg – herav skyldurnar sum hersetandi vald – og altjóða mannarættindalóg. Tað fevnir um at seta í verk onnur átøk, sum tvingsilsflytir færri fólk umframt at tey, ið hava mist ognir og lívsgrundarlag, fáa rættvísa endurbót.
At sivilir bygningar áður hava verið nýttir í hernaðarligum samanhangi rættvísger ikki í sjálvum sær, at sivilar ognir verða rivnar niður. Tað er heldur ikki ein umbering fyri víðfevndu oyðingina av heilum býlingum og av landbúnaðarjørð, sum veitir sivilfólkinum føði.
Khuza’a: “alt rundanum er lagt í oyði”
Filmsbrot, sum ísraelskir hermenn hava lagt út á sosialir miðlar, og sum Amnesty hevur verifiserað, vísa umfatandi oyðingina av bygningum í Khuza’a.
Í býnum Khuza’a í landslutinum Khan Younis í Suðurgasa, búðu umleið 11.000 palestinar. Fylgissveinamyndir vísa, at sjey vikur eftir 7. oktobur 2023 vórðu uml. 178 bygningar í og kring býin oyðilagdir ella høvdu fingið stóran skaða – nógvir av loftálopum. Í desembur 2023 vórðu álopini herd, tá ísraelskar landherdeildir komu til býin. Millum 26. novembur í 2023 og 7. januar í 2024 vórðu fleiri enn 850 bygningar oyðilagdir ella høvdu fingið stóran skaða, Sambært UNOSAT.
28. desembur legði ein ísraelskur hermaður eitt filmsbrot á sosialar miðlar av eini spreinging í Khuza’a. Til filmsbrotið skrivaði hann: “7. oktobur komu nógvir yvirgangsmenn úr húsunum her at slakta íbúgvarnar í Nir Oz. Í kvøld hava vit beint fyri 30 av teimum.” Fylgisveinamyndir staðfesta, at í minsta lagi 30 hús í økinum vórðu oyðiløgd millum 26. og 30. desembur í 2023.
Fylgisveinamyndir vísa ein býling í Khuza’a, sum varð lagdur í oyði millum 26. og 30. desembur 2023.
Dagarnar eftir legði sami hermaður fimm onnur filmsbrot út av spreingingum, sum flestu vóðru filmaði av sama taki. Á fimsupptøkunum smíla og posera hermenn fyri myndatólinum, og teir roykja og skála, meðan bygningar verða sprongdir í luftina aftan fyri teir. Í eina filmsbrotunum ganga tríggir hermenn móti myndatólinum, meðan ein spreinging fer fram aftanfyri teir. Í tekstinum til filmsbrotið stendur: “Vit komu aftur frá teimum deyðu at elta tykkum.” Atferðin hjá hermonnunum í filmsbrotinum vísur, at hermenninir ikki vóru í bardaga ella hóttir.
10. januar boðaði ísraelski herurin frá, at hernaðarátakið í Khuza’an var fulfíggjað, og segði, at hann hevði “oyðilagt fleiri hundrað yvirgangsskipanir, rakettskotstøður og eygleiðingarstøð,” og at hermenn høvdu “beint burtur tíggjutals yvirgangsmenn og avdúkað og oyðilagt umleið 40 tunnilsmunnar”.
Men fylgisveinamyndir og filmsbrot avdúka, at fleiri hundrað sethúsabygningar, kirkjugarður og skúlar vórðu oyðilagdir. Flestu bygningarnir, sum vóru rivnir niður, stóðu 1- 1,2km frá markinum. Skipað oyðilegging av sivillutum sum hevnd fyri gerðir hjá vápnaðum bólkum kann svara til kollektiva revsing og eigur at verða kannað sum krígsbrotsverk.
Fylgisveinamyndir frá 6. desembur 2023 og 16. januar 2024 vísa, at jørð og bygningar í Khuza’a eru løgd í oyði. Økið innan 1 kilometur frá hegninum – markað við gulari linju – er næstan alt oyðilagt. Summastaðni er økið uttan fyri gulu linjuna eisini lagt í oyði.
Salem Qudeih er lærari og búði í Khuza’a saman við familjuni. Hann sigur við Amnesty:
-Húsið hjá mær var umleið 1.650 metrar frá markinum. Vit fóru heimani frá 11. oktobur, tí økið var vorðið ov hættisligt.
-Rundan um húsið høvdu vit einar tríggjar dunam garð (tað svarar til 0,7 akur) fullan av frukttrøðum. Tey vórðu øll oyðiløgd. Bert eitt súreplatræ og ein rósa vóru eftir. Eg hevði býflugur og framleiddi hunang. Alt er burtur nú. Av teimum 222 húsunum hjá mínum avvarðandi í økinum, eru bert nøkur fá eftir. Mítt hús – har eg búði saman við konu míni, mínum fimm døtrum og eina soni – varð púra oyðilagt.
Tahani al-Najjar, sum er 42 ár og býr í Khuza’a, sigur við Amnesty:
-Spreingingarnar byrjaðu fyrsta dagin [8. oktober 2023]. Gubbi mín, kona hansara, børn og barnabørn vórðu dripin tann fyrsta morgunin… sjey fólk.
-Eftir hetta fóru vit øll úr økinum saman við allari mínari stórfamilju. Vit eru fleiri enn 500 familjur… Sonur mín fór at hyggja eftir okkara húsi fyri stuttum og fann útav, at okkara heim er eitt av teimum fáu í grannalagnum, sum enn stendur, men tað er illa farið. Alt rundanum er lagt í oyði…
-Í okkara grannalagi høvdu al-Najjar-familjurnar fyri tað mesta urtagarð rundan um húsini, har tær dyrkaðu egna frukt og grønmeti. Og allastaðni rundan um vóru størri garðar, sum framleiddu grønmeti og høvdu høsnahald. Nógv av matinum, sum verður framleiddur í Gasa, er úr okkara øki. Fólk hava ikki bara mist heimið, men eisini lívsgrundarlagið. Alt Gasa misti sína matvøruframleiðslu
Shuja’iya lagt í oyði
Í Shuja’iya, ein av størstu býlingunum í Gasa býi, vórðu fleiri enn 750 bygningar í “buffarasonini” oyðilagdir ella fingu álvarsligan skaða frá 26. november 2023 til 6. januar 2024, vísa tøl frá ST. Millum bygningarnar vóru tveir skúlar, moskur og fleiri hús. Ísraelski herurin segði, uttan at vísa á prógv, at nakrir av hesum bygningum høvdu vápn, ammunitión og tunnilsmunnar.
Fylgisveinamyndir frá 26. november og 26. desember 2023 vísa oyðingina í Shuja’iya. Økið innan 1 kilometur frá markinum – markað við gulari linju – er í roynd og verðu slættað. Oyðileggingin heldur fram handan gulu linjuna upp í 430 metrar longri inn í Shuja’iya.
Eitt filmsbrot, sum varð lagt út á sosialu miðlarnar 20. desember 2023, vísur ísraelskar hermenn ríva umleið 30 heim niður í Shuja’iya. Eingin ábending er um, at hermenninir vóru í vanda, meðan teir filmaðu spreingingina, sum var umleið 200 metrar frá teimum. Á filmsbrotinum hoyrist ein hermaður siga: “Nahal Oz, um Gud vil, so fært tú útsýni yvir havið.”
Nahal Oz er ein av kibbuzinum, sum varð álopin av palestinskum vápnaðum bólkum 7. oktober 2023, og er minni enn ein kilometur frá markinum.
Í einum øðrum filmsbroti, sum ein annar hermaður legði út á sosialu miðlarnar sama dag, vísur nógvar oyðilagdar bygningar. Hermaðurin sigur: “Sólarrís við húsaleivdirnar av tí, sum Shuja’iya var. Loftmyndir av Nahal Oz síggjast hiðani, av herstøðini og býnum.”
21. desembur boðaði ísraelski herurin frá, at hann hevði fingið operativt ræði á øllum økinum, sum røkkur væl inn í Gasa bý og út um “buffarasonina”. Ísraelski herurin segði eisini, at teir høvdu “oyðilagt yvir 100 bygnaðir hjá yvirgangsfólki, avdúkað og oyðilagt fleiri tunnislmunnar”. Hóast slíkir bygningar eru hernaðarlig mál, so er tað ikki ein lóglig oyðing av øllum sivilum bygningum í hesum økinum.
Í Miðgasa varð økið kring og eystan fyri flóttafólkalegurnar, Al-Bureij og Al-Maghazi, jarðað í tíðarskeiðinum síðst í desember 2023 til januar 2024. Hetta tíðarskeiðið samsvarar við, at ísraelski herurin leyp á hesi tættfólkaðu økini, har teir søgdu seg hava funnið rakettútskjótingartól og tunnilsmunnar. Eingi prógv vórðu løgd fram og heldur ikki grundgivið fyri hernaðarligu neyðini at oyðileggja bygdir og landbúnaðarjørð eftir eystara markinum, tá vápnini og hernaðarligu málini eftir øllum at døma vórðu funnin nógv longri inni í Gazageiranum.
Fleiri enn 1.200 bygningar fingu álvarsligar skaðar ella vórðu oyðiløgd í økinum millum 26. november 2023 og 29. februar 2024. Frá markinum og upp í 1,8km inn í Gasageiran var alt lagt í oyði, og meira enn 3km úr norði og suður, sum svarar til uml. 4km2.
Fylgisveinamyndir frá 24. desember 2023 og 22. januar 2024 vísa oyðilagda jørð og bygningar kring Al-Maghazi og Al-Bureij. Fleiri enn 1.200 bygningar fingu stóran skaða ella vórðu oyðilagdir millum 26. november og 29. februar.
Upptøkur frá dronu, sum vórðu almannakunngjørdar á sosialu miðlunum 14. mars, vísa fleiri bygningar í ljósum loga eystan fyri Al-Maghazi, sum er umleið 900m frá markinum. 10. januar 2024 síggjast ísraelsk hernaðarakfør á fylgisveinamyndum, sum gevur ábendingar um, at Ísrael hevði tamarhald á økinum tá. Alt bendur á, at bygningarnir vórðu rivnir niður millum 10. og 12. januar. Økini rundan um vórðu slættað 22. januar 2024.
Í lítlu bygdunum, Al-Sureij og Abasan al-Kabira, longri suðuri og uml. 1km frá markinum, vórðu bygningar og landbúnaðarjørð eisini løgt í oyði.
Fylgisveinamyndir vísa, at ísraelski herurin nærkaðist Al-Sureij síðst í desember 2023. Síðst í januar 2024 var umleið helmingurin av bygningunum í bygdini rivnir niður og jørðin púrgað. Filmsbrot, sum vóru deild á sosialu miðlunum 19. og 20. januar, vístu ein riðil av húsum, sum sprongdust í luftina. Hvørki ísraelski herurin ella palestinsku vápnaðu bólkarnir kunngjødu virksemi tá í og kring Al-Sureij.
Síðst í februar 2024 kom ísraelski herurin longur inn í økið eystan fyri Khan Younis, har Abasan al-Kabira liggur. Millum 13. februar og 13. mars segði ísraelski herurin seg hava dripið palestinskar stríðsmenn og funnið vápn og rakettskot í Abasan-økinum, sum fevnir um býirnar Abasan al-Kabira og Abasan al-Saghira. Tíðarskeiðið fellur saman við, at Omar bi Abdul Aziz moskan varð sprongd. Hetta sjónbandið, sum kom út 19. februar, vísir róligar hermenn og ikki eru ábendingar um nakran vanda ella hóttan.
Altjóða humaniter lóg
Altjóða humaniter lóg er galdandi í vápnaðum stríði – eisini undir herseting – millum allar partarnar í stríðnum, og er samansett av reglum, hvørs høvuðsendamál er at avmarka menniskjasliga líðing í so stóran mun sum gjørligt í vápnaðum stríði.
Høvuðsamboðini í altjóða humaniterari lóg eru teir fýra Geneve-sáttmálarnir frá 1949 og tvær eykaprotokollir frá 1977. Nógvar av reglunum í hesum sáttmálum verða roknaðar at vera siðbundin altjóða lóg, sum merkir, at allir partar í einum stríði eru bundnir at lógini uttan mun til, um partarnir hava sett sáttmálarnar í gildi ella um talan er um statsligar herdeildir ella ikki-statsligar vápnaðar bólkar.
Sambært siðbundnu meginregluni er “oyðilegging ella hald av ogn hjá mótstøðuparti bannað uttan so at tað er av hernaðarligari neyð”. Grein 53 í fjórða Geneve-sáttmálanum, regulerar virksemið hjá Ísrael sum hersetingarvald í Gasa: “Ein og hvør oyðilegging framd av hersetingarvaldinum á fastogn ella parsónliga ogn, sum hoyra einræðis ella í felag til privatpersónar ella statin ella til aðrar almennar myndugleikar ella til sosialar ella samstarvsfelagsskapir, er bannað, uttan so at slík oyðilegging er alneyðug av hernaðarvirksemi.”
Sambært grein 147 í fjórða Geneve-sáttmálanum er “umfatandi oyðilegging og burturlegging av ognum ikki rættvísgjørd av hernaðarligari neyð og framd ólógliga og óneyðugt” eitt álvarsligt brot á sáttmálan, og harvið eitt krígsbrotsverk.
Um slík oyðilegging verður framd sum kollektiv revsing, brýtur hon eisini grein 33 í fjórða Geneve-sáttmálanum, sum ásetur: “Eingin vardur persónur kann revsast fyri brot, sum hann ella hon ikki persónliga hevur framt. Kollektiv revsing og somuleiðis allar hóttanir ella yvirgangur eru bannað.”
Sivil ogn í vápnaðum stríði er eisini vard av regluni um skilna, sum krevur, at partarnir í stríðnum altíð skilja millum “sivilar lutir”og “hernaðarlig mál” og bert beina álop móti hernaðarligum málum.
Sambært siðbundnari altjóða humaniterari lóg eru sivilir lutir allir lutir, sum ikki eru hernaðarlig mál. Hernaðarlig mál eru “avmarkaði til teir lutir, sum av teirra náttúru, staðseting, endamáli ella nýtslu geva eitt effektivt íkast til hernaðarlig tiltøk og hvørs partvísa ella fullkomiliga oyðilegging, tøka ella neutralisering, eftir umstøðunum í tí løtuni, gevur ein greiðan hernaðarligan fyrimun”. Sivillutir eru vardir móti álopum, uttan í tíðarbilinum, teir gerast hernaðarlig endamál, tá øll kriteriini fyri einum hernaðarligum máli fyribils eru gingin á møti. Protokoll I krevur, at um ivamál eru, skulu partarnir í ósemjuni virða, at luturin varðveitir sín sivila leiklut. Tilætlað at beina álop móti sivilum lutum er eitt krígsbrotsverk.