OPIÐ HÚS Á MENTANARNÁTTINI
Amnesty Føroyar hevur opið hús á mentanarnáttini, og øll eru hjartaliga vælkomin. Vit bjóða rights cream soda og hava ymiskar lutir til sølu.
Vit hava verið í goymsluni og funnið nógvar eldri, vakrar Amnesty-plakatir, sum vit fara at selja á mentanarnáttini. Umframt hesar, so eru eisini aðrir lutir, ið stuðla mannarættindaarbeiðinum, til sølu m.a. poesirøðan “Ein krígspolitikk verður friðarpoetikk” eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger, litríka barnarættindaplakatin, ið Lena Nicolajsen hevur evnað, og vakra 60-ára-fagnaðarplakatin eftir Hansinu Iversen. Nýggir limir fáa vøkru plakatina hjá Hansinu Iversen.
Eisini skriva vit fyri Hassan El Sayed úr Keypmannahavn, ið í fleiri mánaðir hevur verið fongslaður í tiltikna 10th of Ramadan-fongslinum í Egyptalandi. 60 ára gamlifamiljumaðurin av Nørrebro er ákærdur fyri “at fara upp í yvirgangsbólk”, men Amnesty heldur, at lítli leiklutur hansara sum kopiskur kristin prestur í einum filmi, sum hartaregyptiska stýrið, er orsøkin.
Opið er frá klokkan 17 til 21, og vit vóna at nógv fólk koma á gátt! <3







