3. juli 2025 heitti Amnesty Føroyar á yrkjara Lív Mariu Róadóttir Jæger um at halda røðu á Speakers’ Corner í Havn, tá Amnesty skipaði fyri tiltaki at leggja trýst á Føroya Landsstýri um alment at fordøma drápini av ósekum sivilum í Gaza, at mótmæla blokaduni og at tryggja, at óheft neyðhjálp verður veitt um allan Gazageiran. í samstarvi við SUPERVISJÓN fæst poesirøðan nú sum SUPERVISJÓN HANDBÓK, eitt xerografiskt hefti í avmarkaðari mongd, á heimasíðuni hjá Amnesty Føroyar. 100 eintøk fyri 100 kr. stk.
Øll inntøkan fyri handbøkurnar fer óskorið til Amnesty Føroyar!
Keyp poesibókina her
Útgevari: SUPERVISJÓN







