Í Egyptalandi er vandamikið at siga sína hugsan alment. Tað veit 71 ára gamli egyptiski andstøðupolitikarin Yehia Hussein Abdelhady alt um. Fáar dagar eftir at hann á Facebook hevði funnist at forsetanum og herinum, handtóku sivilklæddir løgreglumenn hann á alfaraveg. Yehia hevur bara brúkt rættin at siga sína hugsan og eigur tí beinanvegin at verða leyslatin.
Ímynda tær, at tú skalt seta teg í ein bil, sum brádliga verður kringsettur av sivilklæddum monnum. Teir seta handjørn um skøvningarnar á tær, men vilja hvørki siga, hvørjir teir eru, ella hví tú skalt handtakast. Ikki fyrr enn undir eini avhoyring seinni sama dag frættir tú, at tú ert skuldsettur millum annað fyri at hava borið falstíðindi og fyri at vera við í einum yvirgangsfelagsskapi. Eftir hetta verður tú settur í varðhald, og familjan sleppur ikki at vitja teg.
Fyri okkum í Føroyum ljóðar hetta sum ein óverulig marra. Men tað var júst hetta, sum hendi tí kenda egyptiska andstøðupolitikaranum Yehia Hussein Abdelhady tann 31. juli í ár – níggju dagar eftir at hann á Facebook hevði funnist at forsetanum, Abdel Fattah al-Sissi, og herinum og kravt at fáa nýggja stjórn.
Bíðar eftir síni lagnu
Í uppslagnum undraðist hann á, hvussu leingi herurin mundi ætla sær at tiga, meðan egyptiska fólkið livdi í svárum fátækadømi orsakað av rotinskapi og miseydnaðum stjórnarpolitikki. Avleiðingin var, at 71 ára gamli Yehia Hussein Abdelhady – sum bæði hevur sukursjúku og trupulleikar við hjartanum – varð varðhaldsfongslaður í 15 dagar, meðan málið varð kannað nærri. Hann situr framvegis í sonevnda 10. Ramadan-varðhaldinum og bíðar eftir síni lagnu, og familjan sleppur framvegis ikki at vitja hann.
Jagstraður av myndugleikunum
Hetta er ikki fyrstu ferð, at myndugleikarnir eru eftir Yehia Hussein Abdelhady. Sum ein av stovnarunum av og fyrrverandi talsmaður fyri sonevndu Fólkaræðisligu fólkarørsluna hevur hann hesi seinnu árini skrivað fleiri atfinningarsamar greinar og uppsløg á Facebook um stjórnina hjá Abdel Fattah al-Sissi, forseta.
Ákærdur fyri at hava gingið forsetanum ov nær
Í 2018 varð Yehia Hussein Abdelhady ákærdur fyri at hava gingið forsetanum ov nær, órógvað almenna friðin og borið falstíðindi. Árið eftir handtóku myndugleikarnir hann, fáar tímar eftir at Fólkaræðisliga fólkarørslan hevði kravt at fáa limir í rørsluni, sum vórðu handtiknir eftir at hava hátíðarhildið ársdagin fyri sonevndu 25. januar-kollveltingina, sum í 2011 fekk egyptar í túsundatali at tysja út á gøturnar í eini roynd at fella táverandi forsetan, Hosni Mubarak, leyslatnar.
Yehia hevur einki gjørt uttan at siga sína hugsan og skal beinanvegin leyslatast.
Okkara krøv
Egyptiskir myndugleikar skulu:
-
beinanvegin og treytaleyst sleppa Yehia Hussein Abdelhady leysum,
-
sleppa øllum ákærum ímóti honum,
-
gevast at brúka lóggávu ímóti yvirgangi sum jarnbrot ímóti friðarligum atfinnarum og
-
gevast at brúka longdar varðhaldsfongslingar.
Hví skriva undir?
Hvør einasta undirskrift ger sítt til at leggja trýst á egyptiskar myndugleikar.
Hvat verður av undirskriftini?
Allar undirskriftirnar verða sendar Mohamed Shawky Ayyad, ríkisákæra í Egyptalandi.
Órættvíst afturhildin í 42 mánaðir
Yehia Hussein Abdelhady var tilvildarliga afturhildin til í juni 2022, tá ið forsetin loksins eirdi honum. Mánaðin fyri hevði ein sonevndur neyðdómstólur annars dømt hann fýra ára fongsul. Rættargangurin við neyðdómstólarnar í Egyptalandi er ógvuliga ivasamur, við tað at dømd ikki kunnu skjóta dómarnar inn fyri hægri rætt.
Myndugleikarnir hava eyguni við sosialum miðlum
Egyptiskir myndugleikar hava síðan 2013 havt alt fastari tak um sosialu miðlarnar, og jagstranin av teimum, sum finnast at stjórnini, hevur alsamt tikið dik á seg. Atfinnarar í túsundatali eru tilvildarliga afturhildnir, og varðhaldsfongslingar verða longdar við støði í ákærum, sum einki hald er í, um yvirgang og falstíðindi. Hetta er brot á bæði talu- og savningarfrælsið.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.