Okkara stuðlar eru okkara lívsgrundarlag. Við at stuðla okkara arbeiði, gert tú tað møguligt hjá okkum at virka í Føroyum.

Gev eina føðingardagsgávu

Gev eina føðingardagsgávu

Gev eina føðingardagsgávu

 

Í 60 ár hevur Amnesty Føroyar verið virkið og vart mannarættindi. Tað hava vit kunnað, tí at tað eru fólk sum tú, sum stuðla  felagsskapinum. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri.

 

Fleiri hava spurt okkum, hvat vit ynskja okkum í føðingardagsgávu.

Vit hava tí gjørt ein ynskilista: 

  • at mannarættindi hjá øllum heimsins menniskjum verða vird
  • at heimsins kríggj enda, so fólkið kann liva í friði
  • at tey, ið svølta, fáa mat
  • at verandi vápnahvíld kemur í lag í Gasa alt fyri eitt
  • at lógaruppskotið um dagførda abortlóg verður samtykt
  • at tú kemur í okkara føðingardag 4. oktobur í Tórsgøtu
Ella eina gávu frá tær, sum ger, at vit framhaldandi kunnu verja og stríðast fyri mannarættindum.

 

Takk fyri, at tú stuðlar Amnesty Føroyum – tí uttan teg var einki Amnesty Føroyar. Vit vóna at síggja teg á føðingardagshaldinum.

Vel møguleiki This product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
Stuðla Amnesty sum virki

Stuðla Amnesty sum virki

Gev eina gávu sum ger mun

 

Stuðla okkara arbeiði fyri einum rættvísum heimi. Allar gávur frá bæði smáum og stórum fyritøkum gera stóran mun fyri okkara arbeiði.

Trýrt tú, at øll hava rætt til frælsi? Og at vit mugu taka ábyrgd av heiminum? So ert tú komin á rætta stað.

Soleiðis arbeiða vit

Amnesty er á staðnum, tá tað hendir. Í brennideplunum kring allan heim kanna og próvføra serfrøðingar hjá Amnesty mannarættindabrot framd av stjórnum og valdshavarum kring heimin – tað verið seg í krýggi, flóttafólkalegum, í fongslum, náttúrðuvanlukkkum og í gerandisdegnum. Amnesty tosar við tey, ið eru fyri órætti, eygnavitni, serfrøðingar og onnur fyri at skjalprógva tað, ið fer fram. Vit gera frágreiðingar, sum aðrir felagsskapir, ST, miðlar og onnur arbeiða víðari við á ymsan hátt. Við at skjalprógva kunnu vit heita á og leggja trýst á leiðarar og landsins stjórnir um at bøta um umstøðurnar.

Tí hava vit tørv á tær og tíni fyritøku. Tín stuðul tryggjar, at vit framhaldandi kunnu kanna og avdúka mannarættindabrot. Í felag kunnu vit skapa broyting – í felag kunnu vit tryggja frælsi fyri øll fyri framtíðina.

 

Við at stuðla okkara arbeiði, gert tú tað møguligt hjá okkum at virka í Føroyum.

Vel møguleika This product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
Stuðla

Stuðla einaferð

Okkara stuðlar eru okkara lívsgrundarlag. Við at stuðla okkara arbeiði, gert tú tað møguligt hjá okkum at virka í Føroyum.

Víð tínum stuðli kunnu vit arbeiða heima og úti fyri at verja mannarættindi. Vit kanna og avdúka, tá lond fremja krígsbrotsverk. Tá fólk verða forfylgd og eru fyri mismuni. Tá almennir mynduleikar og virki bróta mannarættindini.

Vel møguleiki This product has multiple variants. The options may be chosen on the product page