Stuðla Amnesty sum virki
Gev eina gávu sum ger mun
Stuðla okkara arbeiði fyri einum rættvísum heimi. Allar gávur frá bæði smáum og stórum fyritøkum gera stóran mun fyri okkara arbeiði.
Trýrt tú, at øll hava rætt til frælsi? Og at vit mugu taka ábyrgd av heiminum? So ert tú komin á rætta stað.
Soleiðis arbeiða vit
Amnesty er á staðnum, tá tað hendir. Í brennideplunum kring allan heim kanna og próvføra serfrøðingar hjá Amnesty mannarættindabrot framd av stjórnum og valdshavarum kring heimin – tað verið seg í krýggi, flóttafólkalegum, í fongslum, náttúrðuvanlukkkum og í gerandisdegnum. Amnesty tosar við tey, ið eru fyri órætti, eygnavitni, serfrøðingar og onnur fyri at skjalprógva tað, ið fer fram. Vit gera frágreiðingar, sum aðrir felagsskapir, ST, miðlar og onnur arbeiða víðari við á ymsan hátt. Við at skjalprógva kunnu vit heita á og leggja trýst á leiðarar og landsins stjórnir um at bøta um umstøðurnar.
Tí hava vit tørv á tær og tíni fyritøku. Tín stuðul tryggjar, at vit framhaldandi kunnu kanna og avdúka mannarættindabrot. Í felag kunnu vit skapa broyting – í felag kunnu vit tryggja frælsi fyri øll fyri framtíðina.
Við at stuðla okkara arbeiði, gert tú tað møguligt hjá okkum at virka í Føroyum.

