Lýsing
Tað er ein siður, at seta Amnestyljós í vindeyguni á Altjóða Mannarættindadegnum, sum er 10. desembur. Ljósið birtir vón og skínir á øll tey, hvørs rættindi eru skerd.
Við keypi av endurnýtsluljósunum gert tú tað møguligt hjá Amnesty at virka í Føroyum. Somuleiðis stuðlar tú einari góðari føroyskari framleiðslu og skapar harvið mennandi arbeiðsuppgávur til arbeiðsfólk hjá Dugna.

