Lýsing
Í samband við 60 ára fagnaðin hjá Amnesty International Føroyum, hevur Dugni framleitt 100 serstøk ljós úr kertustubbum til hátíðarhaldi í servaldum 60-ara litum. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, hvørs endamálið m.a. er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis. Við at stuðla Amnesty við hesi upphædd, stuðla tit somuleiðis einari góðari føroyskari framleiðslu og skapa harvið mennandi arbeiðsuppgávur til arbeiðsfólk hjá Dugna.


