Vatnlitamynd Hansina Iversen 2025 – A3 Plakat

200,00 kr.

Ogna tær hesa serstøku plakatina og stuðla arbeiðinum hjá Amnesty Føroyum.

Tú kanst koma eftir plakatini á skrivstovu okkara á Bøgøtu 15 gerandisdagar kl. 9-16. 

Á goymslu

Bólkur: Vørunummar: Hansina_Iversen-1

Lýsing

Í samband við 60 ára fagnaðin hjá Amnesty International Føroyum, hevur Hansina Iversen málað hendan vakra vatnlitamálningin við búmerkinum hjá Amnesty kertuljósið við píkatráðnum. Fyri at markera runda dagin ynsktu vit, at fáa eina plakat gjørda til høvið. Tað er stórt at fylla 60, og vit spurdu tí eitt av Føroya størstu listafólkum. Vit vóru so heppin, at Hansina Iversen var áhugað í hesi uppgávuni. T, at Hansina Iversen arbeiðir abstrakt kundi eisini gera plakatina heilt serliga, hugsaðu vit. Og at hon so hevur valt at at mála ljósið á verk, ger hetta til eitt heilt serligt verk. Fyri hana ímyndar ljósið eina hurð, ið stendur á glopp. Tað er ein møguleiki og vón at sleppa úr fongslinum, ella hvar man nú er staddur sum fangi, sigur Hansina.

Stødd: A3