REGIN BERG, FORMAÐUR Í AMNESTY FØROYUM:
ORÐASKIFTI HELDUR ENN KEGL
– Eitt sunt fólkaræði hevur tørv á orðaskifti. Skulu vit nærkast hvør øðrum, finna bestu loysnirnar, og tryggja, at tað ikki bara er tann, ið rópar harðast, ið ræðir, er tørvur á at øll sleppa framat at siga sína meining, og at vit lurta eftir tí, ið hini siga. Eisini tá vit eru ósamd.
– Hetta er tíverri ikki støðan í Føroyum, tá um ræður spurningin um tilflyting. Serliga á sosialu miðlunum er støðið á kjakinum ómetaliga lágt. Alt verður svart hvítt. Antin ert tú við okkum, ella ert tú ímóti okkum. Tilflyting er góð, ella er hon ónd. Vit hava rætt, tú mistekur teg. Kjakið verður sett upp sum ein harðligur dystur millum tveir partar, har allar snildir skulu brúkast, og har endamálið er at “vinna”. Men veruleikin er, at á hendan hátt vinnur ongin.
– Seta vit fíggindamyndir upp, og fólk, ið eru ósamd verða spilt út, ber tað ikki til at hava eitt fólkaræði. Tá enda vit við somu støðu, sum vit síggja aðrastaðni, har politiskar skipanir eru fastfrystar, og mótstøðuparturin er ein fíggindi, heldur enn ein persónur, ið ein er ósamdur við.
– Tað ber væl til at hava eitt virðiligt orðaskifti, tó at ein er rúkandi ósamdur. Tað ber til at hittast, hyggja hvønn annan í eyguni, og takka fyri kjakið, tá tað er av – eisini tá mann ikki nærkast eini semju. Talufrælsi er ein mannarættur. Hesin rætturin er tó einki verdur, um fólk ikki lurta. Hann er heldur einki verdur, um kjakið verður so hart, at fólk ikki tora at siga sína meining.
– Vit eiga at minnast til, at tey vit samskifta um og við eru menniskju, persónar, ið eisini hava familju, og eru partur av sama samfelag sum vit. Óansæð um tey eru fyri ella ímóti tilflyting.
Komið heldur og skifti orð, fyri at finna loysnir, enn at rópa eftir hvør øðrum.
Við vón um virðiligt orðaskifti
Regin Berg, formaður í Amnesty Føroyum







