
SAI ZAW THAIKE
FONGSLAÐUR OG AVBYRGDUR FYRI AT BERA TÍÐINDI
Sai Zaw Thaike er journalistur, og eftir at ein meldurhvirla rakti Myanmar í 2023, fylgdi hann einum neyðhjálpartoymi. Sai Zaw varð handtikin eftir eina viku, hann varð avhoyrdur og avbardur, og í septembur 2023 dømdi ein hernaðardómstólur hann 20 ára fongsul við hørðum arbeiði. Journalistikkur er ógvuliga vandamikil vinnuvegur í Myanmar, tí fleiri enn 200 journalistar hava verið fongslaðir og sjey sigast vera myrdir av herinum, síðan herurin tók valdið í 2021.
Journalistikkur er ógvuliga vandamikil vinnuvegur í Myanmar. Meira enn 200 journalistar hava verið fongslaðir av herinum, síðan herurin tók valdið í 2021. Í minsta lagi sjey sigast vera myrdir. Miðlar eru bannaðir og noyddir í útlegd.
Hóast henda vandan, leitaði myndajournalisturin Sai Zaw Thaike sær loyniliga til Rakhine-statin at siga frá oyðileggingini, tá ið meldurhvirlan Mocha rakti Myanmar í 2023.
Sai Zaw fylgdi einum neyðhjálpartoymi tætt, men varð handtikin eftir eina viku. Hann varð avhoyrdur og avbardur, og í septembur 2023 dømdi ein hernaðardómstólur hann 20 ára fongsul við hørðum arbeiði. Rættarmálið vardi bara ein dag.
Sai Zaw eigur frítt at kunna bera tíðindi. Hann eigur eisini at vera heima hjá familjuni og fáast við tað, sum hann elskar, eitt nú at spæla fótbólt, hyggja at Manchester United og hitta vinfólk. Hann eigur at ansa kettunum hjá sær, sum hann elskar. Í staðin verður hann fongslaður. Hann er vorðin avbardur av fongsulsvørðunum og hevur sitið avbyrgdur.
Krev, at herurin í Myanmar beinanvegin sleppir Sai Zaw Thaike leysum.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA SAI ZAW THAIKE
Tú kanst skriva Sai Zaw Thaike eitt samhugabræv, sum er eitt persónligt bræv til hansara og gevur honum styrki og stuðul. Tú kanst eisini tekna honum eina tekning av kettu, tí hann Sai Zaw Thaike elskar kettur. Ella tú kanst skriva undir undirskriftainnsavnanina og krevja, at herurin í Myanmar leysletur Sai Zaw Thaike alt fyri eitt.
Um tú skrivar eitt samhugabræv, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit Ellinor øll brøvini úr Føroyum.
SKRIVA EITT SAMHUGABRÆV
SKRIVA EITT ÁHEITANARBRÆV
SKRIVA UNDIR
Samhugabrøv eru brøv vit senda til fólkini, vit skriva fyri. Brøvini geva ugga og styrki. Fleiri av teimum, sum vit hava skrivað fyri, hava sagt, at tað er ógvuliga gott at vita, at alheimssamfelagið veit um støðuna og roynir at hjálpa teimum. Tú kanst t.d. skriva eitt sindur um teg sjálv/n, at tú hevur hoyrt um teirra støðu, hvat tú hugsar um støðuna, sum tey eru í og okkurt, sum gevur teimum mót og vón.
DØMI UM SAMHUGABRÆV
Tú kanst skriva eitt samhugabræv til Sai Zaw Thaike. Tú kanst skriva á enskum. Her er eitt samhugabræv, sum tú kanst fáa íblástur frá:
“Dear Sai Zaw Thaike. My name is Anna and I am from the Faroe Islands. I heard that you have cats! So do I and their names are Pjøssa and Svarta. It is so terrible and unjust that you are in prison for your journalism and telling the truth. We all should be able to tell and know the truth. I hope you are safe and that you soon will be released. Kind regards Anna”
Áheitanarbrævið er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.
DØMI UM ÁHEITANARBRÆV
To the Myanmar military junta
I am writing to demand that you immediately release photojournalist Sai Zaw Thaike.
Sai Zaw has been persecuted for his work reporting on the devastation caused by Cyclone Mocha. In 2023, he was arrested and sentenced by a military tribunal to 20 years in prison. He has endured beatings by prison staff and periods of solitary confinement. Sai Zaw must be freed now.
Yours sincerely
Krev, at Sai Zaw Thaike verður leyslatin beinanvegin.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
Talufrælsið fyri skotum
Í nógvum londum stendur talufrælsið av álvara fyri skotum. Nógvar stjórnir misbrúka sín myndugleika til at køva atfinningar og teppa tey, sum friðarliga eru ósamd, við at samtykkja lóggávu, sum ger talufrælsi revsivert, ella við at misbrúka revsilóggávuna til at leggjast eftir atfinningarsomum røddum. Atfinningarsamar framsagnir, ósemja og mótmælir verða sensurerað ella tarnað bæði á netinum og aðrastaðni.
Hetta verður ofta gjørt í navninum á at basa yvirgangi, at tryggja lóg og landaskil og tjóðartrygd ella at verja átrúnað. Stjórnir sensurera ikki bara framsagnir, men fara miðvíst eftir journalistum, aktivistum, sakførarum, listafólki, lesandi og øllum øðrum, sum ditta sær at tala at, við órættvísum rættargangi, tilvildarligari varðhaldsfongsling og ringari viðferð.
Stjórnir gera sær dælt við ógreiðum lógarásetingum um at “breiða falstíðindi” ella “eggja til ófrið” og rættvísgera soleiðis drúgva fongsulsrevsing, ofta við ongum veruligum rættargangi. Slík álop á rættindini hjá fólki eru ikki eindømi. Tey endurspegla eitt heimsrák alsamt at avmarka rásarúmið í sivilsamfelagnum, har ið tað at finnast at valdhavum ikki verður sæð sum ein rættur, sum er vardur av altjóðarætti, men sum ein hóttan, sum skal revsast. Hetta skapar ein ræðsluvirknað, fær almenna kjakið at tagna og grevur burtur undan rættvísi og ábyrgd.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
Vit halda, at tað er eitt gott hugskot at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini (framhaldsdeild og miðnám).
10. desembur er altjóða mannarættindadagur, sum er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum. Í hesum sambandi halda vit, at tað eisini er eitt gott hugskot at skriva brøv saman við næmingunum, tí so fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.
Persónarnir, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.
Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.
NÓGV OG YMISKT TILFAR
Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:
- kunning um Skriva fyri lívi (á føroyskum)
- hugskot til, hvussu Skriva fyri lívi og rætturin at mótmæla kann verða brúkt í undirvísingini (á føroyskum)
- vegleiðing til, hvussu Skriva fyri lívi kann brúkast í undirvísingini (á enskum)
- undirvísingartilfar frá altjóða deild (á enskum), og undirvísingartilfar á enskum til allar sakirnar (á enskum)
- undirvísingartilfar frá donsku deild (á donskum)
Og tilfar og kunning um mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:
- um mannarættini, Nám og Amnesty Føroyar (á føroyskum)
- heimsyvirýsingin (einføld útgáva á føroyskum)
- heimsyvirlýsingin við uppgávum (á føroyskum)
- kunning um rættin at mótmæla (á enskum)
- kunning um talufrælsi (á enskum)
- kunning um veðurlagsrættvísi (á enskum)
- kunning um rættindi hjá upprunafólkum
- undirvísingartilfar um talufrælsi (á dosnkum)
Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:
- talufrælsi
- rættin at mótmæla
- veðurlagsrættvísi
Skriva eitt bæv í hond
Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum.
Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til.
Skriva eitt bræv á telefonini
Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Á instagramsíðuni hjá Amnesty International Føroyum hava vit goymt skapilónir undir ‘highlights’. Tit kunnu brúka tær (ella gera tykkara egnu) og skriva eina heilsan og so sjálvandi pynta við emoji-um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á instagram, og vit senda heilsanina saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.
Í ÁR SKRIVA VIT EISINI FYRI

Í 2024 datt Unecebo niður í eitt vesihol í forskúlanum í Eastern Cape-landslutinum í Suðurafrika. Hann doyði dagin eftir. Søgan hjá Unecebo endurspeglar djúpan ójavna í útbúgvingarskipanini. Tíverri veldst atgongdin hjá børnum í Suðurafrika at skúlagongd framvegis um føðingarstað, ríkidømi og húðarlit.

Ellinor Gottorm Utsi er ein sámisk kvinna, sum stríðist fyri at sleppa at halda fram við reindjórahaldi í Norðurnorra og varða um gamla sámiska lívsháttin og mentanina. Í fleiri ættarlið hevur familjan hjá Ellinor hvat reindýrahald. Hetta er nú í vanda, tí norska stjórnin ætlar at byggja orkuverk í umráðnum.







