Røða hildin til hátíðarhald 4. oktober 2025 í sambandi við at Amnesty Føroyar bleiv 60 ár.
Skál fyri frælsi! Soleiðis byrjaði tað.
Hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum. Tað besta var sjálvandi, um Amnesty felagsskapurin ikki longur var fyri neyðini, men so er ikki. Tað næstbesta er, at vit hava ein sterkan altjóða felagsskap, væl grundfestur í nógvum londum, sum ótroyttiliga, áhaldandi og virkið varpar ljós á brot á menniskjarættindi við dyggum kanningararbeiði og arbeiðir fyri at verja menniskjarættindi lokalt og alheims høpi. Og tað er fantastiskt, at vit hava havt og hava eina støðuga og sterka og sjálvstøðuga deild í Føroyum, nú við heitinum Amnesty Føroyar.
Eg havi verið limur í Amnesty í umleið 30 ár. Eg var í nevndini frá 1998 og fram til 2007. Í hesum tíðarskeiðinum broyttist altjóða felagsskapurin nógv og okkara deild samsvarandi. Eg eri framhaldandi limur, nú sum stuðul og grasrót, eins og sera nógv onnur í Føroyum.
Frá byrjan varð arbeiðið hjá Amnesty serliga fokuserað á at arbeiða fyri samvitskufangum, tað eru fólki, sum vóru fongslaði fyri at siga teirra hugsanir, eitt nú politiskar ella átrúnaðarligar, uttan at brúka harðskap. Arbeitt varð ímóti píning og ímóti deyðarevsing. Kjarnuamboðið tá var at skriva brøv til stjórnir og aðrar myndugleikar fyri at leggja trýst á. Hetta gera vit enn, í dag við fleiri amboðum.
Amnesty deildirnar arbeiddu tá bara við ítøkiligum málum í øðrum londum, tað bar ikki til at arbeiða við málum í egnum landi. Fokusið var smalri og einfaldari, tað var fyri nógv minni kontroversielt, tí tað ikki peikaði so nógv inneftir í egnum landi, men kundi fyri summi vera fjart, ikki minst fyri okkum í Føroyum. Arbeiðið við kunningarfundum, tiltøkum og konsertum at savna pening inn skapti sjálvandi nógv størri tilvit um menniskjarættindi og týdningarmikið alment kjak.
Broytingin, sum tók dik á seg um aldarskiftið og varð samtykt fyrst í nýggju øldini, var stór og kollveltandi. Altjóða nevndin og nationalu nevndirnar í felagsskapinum viðgjørdu broytingarnar á drúgvum altjóða fundum móti málinum, sum varð kallað Full Spectrum. Endamálið var at lata upp fyri at arbeiða við øllum rættindum í heimsyvirlýsingini um mannarættindi hjá Sameindu Tjóðum frá 1948.
Nakað seinni bleiv hugtakið One Amnesty brúkt, sum undirstrikaði, at felagsskapurin, sum hevði víðkað arbeiðsøkið so nógv, skuldi semjast um kós í nógvum málum, hvørs støða er sera ymisk kring heimin. Allar deildirnar kring heimin skuldu arbeiða við ávísum málum, meðan tær høvdu møguleika at velja at raðfest nøkur evni hægri enn onnur í mun til tørv og orku í egnum landi.
Hendan broytingin kravdi sera nógv av nevndum, starvsfólkum og øllum felagsskapinum. Í Føroyum máttu vit fara undir arbeiðið at broyta deildina frá einum mestsum sjálvbodnum felagsskapi við einum skrivara fáar tímar um vikuna til ein professionellan felagsskap við fulltíðar starvsfólkum við dyggum fakligum førleikum.
Vit søktu fíggjarligan stuðul frá altjóða skrivstovuni í London til umskipingina og hava øll árini eisini fingið stuðul úr Danmark og frá øðrum deildum. Dyggasti stuðulin er tó enn sum áður limirnir og stuðlarnir í Føroyum. Andlit til andlits átøkini, sum vóru heilt ókend í Føroyum, fingu nógvar fíggjarligar stuðlar. Hetta legði grundina undir skrivstovuni, har tað í dag eru fleiri fólk í starvi, sum gera eitt megnar arbeiði fyri at kunna og undirvísa um menniskjarættindi, vísa á brot úti og heima, leggja trýst á myndugleikar, har tørvur er á betri kørum og lógarverki, samstarva við fólk og felagsskapir um tiltøk og átøk, gera viðmerkingar til lógaruppskot og mangt, mangt annað.
Broytingin var neyðug, og vit gera sum felagsskapur enn stóran mun! Tað verður arbeitt lokalt og altjóða. Tað verður arbeitt við einstøkum málum og stórum yvirskipaðum spurningum. Tað verður trýst og tað verður eggjað. Tað verður arbeitt andlit til andlits og tað verður arbeitt í almenna rúminum og á øllum miðlapallum. Røddirnar eru nógvar, brandið er tað sama. Umfatandi felagsskapurin, sum hevur fólk á staðnum flest allastaðni, hevur innlit og sambond, sum tilsamans gevur eina fjøltáttaða mynd av støðuni kring heimin.
Ein stórur partur av arbeiðinum er at vísa á tær góðu søgurnar, har vit hava gjørt mun. Vit hava í Føroyum fleiri dømi um fólk, sum bólkar og einstaklingar her hava arbeitt fyri, sum eru leyslatin ella á annan hátt hava havt nyttu av arbeiðinum í Føroyum. Onkur teirra hevur vitja her í Føroyum, og fleiri hava havt brævasamband í nógv ár.
Vit, sum hava verið við á altjóða fundum, hava havt tann frammíhjárætt at hitta nakrar av teimum mongu einstaklingunum, sum Amnesty hevur arbeitt fyri, og hava hoyrt teirra søgur um ræðuleikarnar, tey hava verið fyri og hvussu nógv arbeiðið hjá Amnesty felagsskapinum og einstaklingunum í Amnesty hevur havt at siga fyri tey og onnur í líknandi støðum.
Vit síggja eisini stóru ávirkanina í Føroyum síðani mandatið varð broytt og víðkað. Her hevur verið stórt fokus á fleiri mál og nógv týdningarmikil stig eru tikin rætta vegin við áhaldandi arbeiði hjá Amnesty og øðrum felagsskapum og einstaklingum.
Eg eri serliga fegin um at síggja tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt við upplýsing og undirvísing serliga til børn og ung. Hetta er við til at skapa tilvit um rættindi og mørk, tora at seta orð á evni og kenslur, læra at kjakast og virða hvønn annan. Hetta gevur dirvi at koma við í felagsskapir og í politikk og arbeiða fyri málum, sum tú brennur fyri.
Fleiri av evnunum, sum Amnesty Føroyar arbeiðir við í løtuni eru evni, har fólk í Føroyum eru sera ósamd, og tey vekja stórar kenslur. Tað krevur nógv av nevndini og serliga av starvsfólkunum, sum skulu lyfta hesi mál í almenna rúminum og sakliga vísa á brotin rættindi og tørvin á handling. Arbeiðið er grundað í greinunum í heimsyvirlýsingini um mannarættindi frá 1948, men tað má umsetast og skipast í dagsins samfelagi, sum er í rúkandi broyting, og við einum miðlalandslagi, sum er heilt øðrvísi enn áður.
Grundin undir og bulurin í Amnesty felagsskapinum er enn sum áður grasrøturnar og eldsálirnar, og tær eiga vit nógvar av. Tað er uppgávan hjá okkum limum og stuðlum at fylgja væl við arbeiðinum, luttaka í átøkum og tiltøkum, stuðla undir og vera við til seta kósina saman við nevnd og starvsfólki.
Eg vil her at enda takka núverandi og fyrrverandi nevndarlimum og serliga starvsfólkunum í Amnesty Føroyar fyri dygt og framúr gott arbeiði, tit hava flutt fjøll!







