ST: Ísrael skal enda ólógligu hersetingina av palestinska økinum
Í gjár atkvøddi ST-aðalfundurin um samtykt, sum krevur, at Ísrael fær ein enda á hersetingini av palestinska økinum innan 12 mánaðir. 124 lond atkvøddu fyri, 43 lond atkvøddu blankt og 14 atkvøddu ímóti. Ísrael og USA vóru millum londini, sum atkvøddu ímóti, og Danmark, Svøríki og Týskland vóru ímillum londini, sum atkvøddu blankt.
Palestinski staturin legði samtyktina fram, sum var grundað á eitt ráðgevandi álit fra Altjóða Dómstólinum, ICJ, frá juli 2024. Álitið staðfesti, at ísraelska hersetingin av hersettu palestinska økinum er ólóglig og at búsetingarnar skulu takast burtur skjótast gjørligt.
Í viðmerking til úrslitið av avkvøðugreiðsluni segði Agnes Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International:
– Dagsins samtykt ger krystallklárt, at 57 ára langa ísraelska hersetingin av hersetta palestinska økinum, sum er ógvusligt brot á altjóða lóg, ikki longur kann loyvast at halda fram
“hersetingin av hersetta palestinska økinum, sum er ógvusligt brot á altjóða lóg, kann ikki longur loyvast at halda fram”
-Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari
– Ísrael skal halda samtyktina, og alt fyri eitt taka sínar herdeildir úr Vestara Áarbakka, herundir ólogliga annekteraða Eysturjerusalem, og Gasageiranum, hersett siðan 1967. Ísrael skal eisini taka øll niðursetufólk úr hersetta Vestara Áarbakka, herundur Eysturjerusalem, og enda annekteringina bæði í lóg og í verki.
– Hendan samtyktin staðfestur ára langar áheitanir frá palestinska fólkinum og nógvum londum kring heimin við at stremba eftir at seta í verk søguliga ráðgevandi álitið hjá ICJ, sum staðfesti, at Ísrael hevur lógarbundna skyldu at enda ólógligu hersetingina av hersetta palestinska økinum og systemiska mismuninum móti hersetta palestinska fólkinum.
– Í áratíggju hevur ólógliga hersetingin hjá Ísrael havt við sær, at palestinar í hópatali hava verið fyri órtættvísi og líðing og dripnir. Seinastu 11 mánaðirnar eru systemisku mannarættindabrotini, sum eru eykenni fyri brutalu herseting og apartheidskipanina, økt munandi.
“At seta samtyktina hjá ST-aðalfundinum í verk er avgerðandi fyri at endurbyggja álitið á altjóðarætt. Løtan er avgerandi fyri altjóða samfelagið”
-Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari
– Fordømisleysu ógvusligu álopini hjá Ísrael á palestinar í Gasageiranum hava kravt syndarlig tap hjá palestinska fólkinum og elvt til deyða, løstir, hópoyðing av týðandi undirstøðukervi, at býir eru lagdir í oyði og fleiri umfør av burturflytingum. Tað hevur í roynd og veru gjørt Gasa óliviligt og ført Gasageiran í eina av heimsins ringastu humaniteru kreppum í heiminum. Tað hevur gjørt ræðuligu humaniteru støðuna, sum stavar frá 17 ára langa ólógliga stongslinum av Gasageiranum, enn verri. Samstundis er kúganin av palestinum á hersetta Vestara Áarbakka vorðin enn verri við hernaðargerðum, sum hava kravt mannalív, umfatandi skaðar á undirstøðukervi, øking av órættvísum handtøkum, píning og aðra ómenniskjaliga viðferð. Økti harðskapurin, framdur av niðurseturfólki, fer fram revsileyst og palestinar verða burturriknir.
– At seta samtyktina hjá ST-aðalfundinum í verk er avgerðandi fyri at endurbyggja álitið á altjóðarætt. Løtan er avgerandi fyri altjóða samfelagið. Lond, eisini stuðlar hjá Ísrael, mugu tryggja, at Ísrael eftirlikar samtyktini og støðgar áhaldandi vanvirðingini av altjóðarætti, mannarættindum og søguliga órættvísinum móti palestinum.
– Meðan bíðað verður eftir, at ísraelska hersetingin endar, mugu triðjalond alt fyri eitt støðga allari hjalp og stuðli, sum er við til at halda uppi ólógligu hersetingina, eitt nú at støðga vápnaútflutningi til Ísrael og støðga øllum handil við ólógligar niðursetubygdir.