Starvsfólk til Amnesty International Føroyar
Amnesty International Føroyar søkir eftir einum starvsfólki at arbeiða hálva tíð. Arbeiðið er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað til eitt ár, men okkara vón er, at tímatalið verður økt og at tað verður eitt fast starv.
Amnesty International er ein altjóða mannarættindafelagsskapur við 70 deildum kring heimin. Vit arbeiða fyri einum heimi, har øll menniskju hava tey grundleggjandi rættindi, sum eru ásett í ST-yvirlýsingini um mannarættindi og í øðrum ST-sáttmálum.
Arbeiðsuppgávur
Á skrivstovuni í Føroyum starvast tvey fólk, og virksemið er fjølbroytt og áhugavert. Ein av kjarnuuppgávunum hjá Amnesty er at undirvísa í mannarættindum, og vit søkja nú eitt starvsfólk at standa fyri hesi uppgávuni. Í høvuðsheitum fevnur starvið um at:
- menna undirvísingarpartin hjá Amnesty International Føroyum
- tilrættisleggja og standa fyri undirvísing og skeiðum í mannarættindum
- søkja stuðul
Av og á fært tú eisini aðrar uppgávur t.d. at gera tilfar til heimasíðu og sosialar miðlar umframt at taka lut í at samskipa og skipa fyri. Arbeiðið er í tøttum samstarvi við starvsfelagaðar í Føroyum og uttanlands.
Førleikar og royndir
Vit sóknast eftir tær, sum:
- brennur fyri, at børn, ung og vaksin kenna síni rættindi
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- ert stinn/ur í føroyskum og enskum bæði í orð og talu
- megnar at arbeiða við fleiri uppgávum samstundis
Vit hava ikki ávís krøv til útbúgving og royndir, men viðkomandi útbúgving og royndir innan undirvísing kunnu verða ein fyrimunur. Tað týdningarmiklasta er, at tú brennur fyri og hevur førleikar at tryggja, at børn, ung og vaksin fáa eina grundleggjandi vitan um mannarættindi. Tað er eisini umráðandi, at tú tekur undir við endamálinum hjá Amnesty International, ert ágrýtin og megnar at kveikja áhuga og arbeiða sjálvstøðugt.
Vit hava at bjóða
Vit kunnu bjóða tær at gerast partur av okkara lítla toymi her í Føroyum, og samstundis gerast partur av heimsins størsta mannarættindafelagsskapi.
Tú fært ítøkiligar royndir at byggja upp undirvísingarpartin hjá Amnesty Føroyum umframt at undirvísa, samskipa og fyriskipa. Arbeiðið gevur tær innlit í og royndir við fjøltáttaða arbeiðinum í einum altjóða áhugafelagsskapi.
Arbeiðið liggur innan vanliga skrivstovutíð á skrivstovu okkara í Havn, men kvøldararbeiði kemur fyri av og á. Tað verður eisini væntað av tær, at tú ert fús/ur at taka eyka tøk, um tað er neyðugt, og somuleiðis taka vit atlit og eru liðilig, um eitthvørt krevjandi er á skrá hjá tær.
Lønin er sambært sáttmála hjá tínum fakfelagi.
Umsókn
Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, send so okkum umsókn, lívsrensl, viðmæli o.a., og greið okkum frá, hvør tú er, og hví júst tú ert rætti persónurin til starvið. Í Amnesty International virða og virðismeta vit fjølbroytni, og eggja vit øllum áhugaðum at søkja starvið.
Umsókn o.a. skal sendast til amnesty@amnesty.fo og vera okkum í hendi áðrenn 3. mars kl. 12. Vit vóna, at tú kanst byrja 1. mai ella eftir avtalu.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið Mariu Jóhansdóttir, aðalskrivara, á telefon 235817 ella turid@amnesty.fo. Tú kanst lesa meira um Amnesty International og Amnesty International Føroyar her.