VIT GANGA Í REYÐUM FYRI FÓLKINUM Í GASA
Hvønn einasta dag gerst støðan í Gasageiranum alsamt meira álvarsom og vanlukkulig. Nú ísraelska aftursvari á Gasa hevur vart í gott 1 ár og 9 mánaðir, er størsti parturin av Gasageiranum er lagdur í oyði, fólk í tíggjutúsundatali eru dripin og enn fleiri liggja undir húsaleivdunum. Neyðhjálp frá óheftum hjálparfelagsskapum er forðað, landbúnaður og matframleiðsla eru oyðiløgd og børn svølta. Trot er á reinum vatni, sjúkur herja, heilivágur vantar og sjúkrahús gerast til líkhús.
Greið prógv eru um krígsbrotsverk, brot á humanitera lóg og mannarættindi, brotsgerðir móti mannarættindi og fólkadráp. Og hóast heimurin hevur fylgt við beinleiðis stroymdu ísraelsku brotsgerðunum í Gasa í meira enn hálvtannað ár, er Ísrael sloppið at halda fram.
KOLLAPS AV MORALI OG ALTJÓÐALÓG
Vit eru vitni til eitt kollaps av morali og altjóðalóg. Heimsins leiðarar hava svikið palestinar í Gasa – eisini Føroya politiska leiðsla hevur svikið. Lyftið um, at fólkadráp ongantíð aftur skuldi fara fram, kann ikki sigast annað enn at vera tóm orð. Millum Føroya politisku leiðarar valdar ein ræðandi tøgn, sum boðar frá líkasælu um ósek menniskjalív.
At forða fyri teimum ræðuleikum, sum palestinensiska fólkið í Gasa er fyri, er ikki bert ein moralsk skylda, men er eisini ein skylda sambært altjóðalóg. Vit heita á Føroya Landsstýri um at taka ábygd nú.
Amnesty International Føroyar heitir á Føroya Landsstýri um at virða altjóða lóg, og gera alt fyri at fáa eina varandi vápnahvíld í lag, so týningin av palestinum fær ein enda, og at øll sivil fólk, sum eru tikin sum gíslar, verða treytaleyst leyslatin alt fyri eitt. Vit heita á Føroya landsstýri um alment at fordøma drápinum av ósekum palestinum í Gasa, og gera sítt fyri at fáa en enda á stongslinum av Gasageiranum og tryggja, at óheft neðhjálp verður veitt um allan Gasageiran.
HÓSDAGIN FARA VIT Í REYTT
Hósdagin 3. juli hittast vit uttan fyri Gundadalshøllina kl. 16.30, ganga oman á Tinganesi og enda við Speaker’s Corner.
Á Speaker’s Corner verða røður, tónleikur og yrkingar.
Røður: Hanus Kamban og Lív Maria Róadóttir Jæger
Tónleikur: Elin Brimheim Heinessen og Kári Sverrisson
Yrkingaupplestur: Marjun Syderbø Kjelnæs og Elin Brimheim Heinesen
Vit heita á øll um at fara í okkurt reytt. Hetta gera vit fyri at draga eina felags linju fyri at vísa, at vit (langtsíðani) eru komin um reyða markið.
Amnesty er ímóti øllum álopi á sivil, og Amnesty er ímóti øllum mismuni. Vit góðtaka ikki rasismu, antisemitismu ella islamofobi.
UM ALLAN HEIM FARA FÓLK Í REYTT
Kring heimin eru kravgongur við sama boðskapi um at “tekna upp reyðu linjuna”. Millum annað teknaðu Niðurlond eina reyða linju við 100.000 fólkum uttan fyri altjóða dómstólin í Haag 18. Mai í ár. Eisini savnaðust 15.000 fólk við Christiansborg í Keypmannahavn 18. juni. Øll við sama endamáli at vísa samhuga við palestinska fólkið í Gasa og boðskapinum um, at støðga fólkadrápinum alt fyri eitt.
AMNESTY FORDØMIR ØLL ÁLOP Á SIVIL
Amnesty International fordømur øll álopi á sivil. Amnesty fordømur álopini á Ísrael 7. oktobur og gíslatøkurnar, sum eru greið krígsbrotsverk. Amnesty heitur á, at allir gíslar verða leyslatnir treytaleyst alt fyri eitt. Amnesty vísur á, at gíslarnir ikki verða leyslatnir við at bumba Gasa, men at besti møguleiki at fáa gíslarnar leyslætnar er við samráðingum undir vápnahvíld.