Í mýriøkinum í Florida eru tilflytarar og fólk, sum biðja um friðskjól, í hundraðtali afturhildin undir ómenniskjaligum umstøðum. Tey eru stúgvað saman í búrum og mugu búleikast við kjokkfullum vesum, skitnum vatni og brúsum, sum eru í ólagi. Tey sleppa hvørki undir læknahond ella at tosa við sakførara. Vit krevja, at guvernørurin í Florida steingir fongslið beinanvegin!
Everglades Detention Facility í Florida – eisini kent sum “Alligator Alcatraz” – læt upp í juli 2025 og rúmar 3.000 fólkum. Tað longu víðagitna fongslið er liður í tvingsilsflutningsmaskinuni hjá trumpstjórnini, sum hevur til endamáls at halda aftur og flyta burtur við tvingsli so nógvar tilflytarar og flóttafólk sum gjørligt.
Trump og flokkurin hóttu við alligatorum
Fongslið er við vilja gjørt so avmergjandi sum gjørligt. Um tað mundið, tá ið fongslið læt upp, segði Trump forseti, at fongslið fór at læra tey afturhildnu, ”hvussu tú rennur undan einum alligatori”. Republikanski flokkurin í Florida skrivaði á Twitter:
”Tað alligatorvarda fongslið í Florida til ólógligar útlendingar. Umgirt við mýrum og kvalaraslangum er tað ein einvegis ferðaseðil til iðran.”
Ómenniskjansligar umstøður
Fáar dagar eftir at fongslið var upplatið, bórust tær fyrstu frásagnirnar um ræðuligar og ómenniskjansligar umstøður í fongslinum: Vesallig reinførisviðurskiftir við kjokkfullum vesum, troti á reinum vatni, óvirknum brúsum, vantandi reinførishentleikum, vantandi læknahjálp til fólk við kroniskari sjúku og bráðtørvi á heilsurøkt og ógvuliga avmarkaðum møguleika at tosa við sakførara og fáa løgfrøðiliga kunning. Aftur at tí eru fangarnir undir ógvisligum sálarligum trýsti av tí vandamikla og avbyrgda umhvørvinum.
Okkara krøv
Guvernørurin í Florida skal:
* steingja Everglade Detention Center beinanvegin,
* tryggja, at tey afturhildnu sleppa aftur til síni samfeløg og fáa sakførarahjálp í samband við síni tilflytingarmál,
* avtaka lóggávuna, sum ger tilfytarar í Florida til brotsfólk, og
* gevast at vera partur av afturhalds- og burturflytingarmaskinarínum hjá Trump.
Hví skriva undir?
Hvør einasta undirskrift ger sítt til at leggja trýst á guvernørin í Florida og lata hann vita, at fólk í stórum tali úr øllum heiminum krevja, at tað ómenniskjansliga fongslið steingir.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda Ron DeSantis, guvernøri í Florida, allar undirskriftirnar.
Harðskapur og plásstrot
Harðskapur og ræðuligar umstøður hjá afturhildnum tilflytarum hava leingi verið ein trupulleiki í USA. Tann 13. juli 2025 helt US Immigration and Customs Enforcement (ICE) 56.816 fólkum aftur á meira enn 100 afturhaldsstøðum um alt USA. At alt fleiri verða afturhildin, er liður í ætlanini hjá trumpstjórnini at flyta í minsta lagi eina millión fólk burtur úr USA í 2025. Avleiðingin er plásstrot og alsamt versnandi umstøður á afturhaldsstøðunum.
Nógv deyð
Higartil í 2025 eru longu 13 afturhildin deyð í varðhaldinum hjá ICE. Hetta er longu meira enn í 2024, tá ið 12 doyðu, meðan myndugleikarnir hildu teimum aftur. Fyri kortum skrivaði Trump forseti undir ta sonevndu ”One Big Beautiful Bill”, sum setur 170,7 mia. dollarar – góðar 1.000 mia. kr. – av til eftirlit við tilflyting og handhevjan við markið í eitt fýra ár skeið, sum endar í septembur 2029.
Vandamikið fyridømi
“Alligator Alcatraz” er eitt nýtt slag av afturhaldsstøð, sum staturin Florida rekur heldur enn samveldisstjórnin. Hóast Florida væntar, at tann nýggja játtanin hjá ICE til handhevjan fer at rinda fyri útreiðslurnar av at reka støðina, skapar tað eisini fyridømi fyri, hvussu statir kunnu samstarva við samveldisstjórnina um at breiða tað stóra afturhalds- og burturflytingarmaskínaríið hjá samveldisstjórnini út. Staturin Florida hevur eisini samtykt lóggávu, sum ger tilflyting revsiverda og loyvir rasuprofilering.
At halda fólki aftur skal vera síðsta loysn
Tilflytarar, flóttafólk og fólk, sum biðja um friðskjól, skulu – eins og øll onnur – kenna ágóðan av rættinum til frælsi. Fólk eiga bara at verða afturhildin í heilt serligum undantaksførum, og tá ið lógarheimild er fyri tí. Myndugleikarnir skulu í hvørjum føri kunna vísa á, at tað at halda fólki aftur er neyðugt og lutfalsligt í mun til endamálið, sum roynt verður at røkka – og at eingir aðrir møguleikar eru.
Rættindini hjá afturhildnum skulu virðast
Tá ið fólk verða afturhildin, hava statir skyldu til at tryggja, at umstøðurnar lúka altjóða mannarættindalóg og -standardar – serliga at tær eru humanar, og at rættindini hjá teimum afturhildnu verða vird. Tey skulu eitt nú verjast fyri píning og aðrari grimari, ómenniskjansligari ella niðrandi viðferð og sleppa til lækna og at røra seg og samskifta við umheimin, eisini konsulat, sakførara og familju. ICE hevur eisini altjóða standardar fyri afturhaldsstøðir, sum seta krøv um løgfrøðiliga kunning, telefon, reinar og tryggar afturhaldsumstøður, frítíðarvirksemi, føðsluríkan mat og læknahjálp.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.







