SEX KREVUR SAMTYKKI!

SEX KREVUR SAMTYKKI!

Undir heitinum “Sex krevur samtykki” fer eitt nýtt upplýsingarátak í gongd hesa vikuna. Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum. SAMTYKKI – tað ljóðar gott og rætt, og nú kenna flest ung orðið. Men hvussu gevi eg mítt samtykki, og hvussu taki eg tað aftur? Hetta…

ALTJÓÐA FLÓTTAFÓLKADAGUR 2019

ALTJÓÐA FLÓTTAFÓLKADAGUR 2019

MÍTT NAVN ER IKKI “FLÓTTAFÓLK” Tá vit umrøða menniskju, sum mugu flýggja frá húsi og heimi, so hevur tað týdning at minnast til at tað eru ikki hesi menniskju, sum eru trupulleikin. Tað eru ikki tølini, sum er trupulleikin. Tað eru kríggini, veðurlagsbroytingarnar, ójavnin og fátækradømi, sum er trupulleikin. Tað eru orsøkirnar til, at hesi…

AMNESTY HEIÐRAR UNGAR AKTIVISTAR

AMNESTY HEIÐRAR UNGAR AKTIVISTAR

Í dag hevur Amnesty International latið árliga heiðurslønina hjá felagsskapinum “The Ambassador of Conscience Award” til Gretu Thunberg og “Fridays for Furture” sum er rørslan handan verðurlagsverkføllini kring heimin. Amnesty International stuðlar ungu røddunum og teirra rættindum til at gera sína rødd galdandi. Tí tey ungu skulu ikki vera framtíðar leiðarar, tey skulu verða leiðarar…

ALMENNUR FUNDUR OG KVØLDSETA 

Amnesty Føroyar skipar fyri almennum fundi og kvøldsetu um samtykki og neyðtøku, har vit m.a. “Hvussu møta føroyskir myndugleikar offrum fyri neyðtøku?”  Birgit Helena Dahl Hansen er ein av teimum, sum hevur melda eina neyðtøku. Eins og nógv onnur líknandi mál kom málið ikki fyri rættin. Birgit fer at greiða frá, hvussu tað var fyri…

SOMU ANDLIT – NÝGGJ HØLI

SOMU ANDLIT – NÝGGJ HØLI

Á aðalfundi 18. apríl 2019 stillaðu sjey av átta nevndarlimum uppaftur og vórðu afturvald, og nevndin hevur nú skipað seg. NEVNDIN SKIPAÐI SEG Á NEVNDARFUNDI TANN 8. MAI SOLEIÐIS: Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna, Turið Maria Jóhansdóttir, næstforkvinna, Barbara Jacobsen, kassameistari, Bergur A. Dalsgarð og Gunnvá Gaard. Tiltakslimir eru: Beinta Flóvinsdóttir, Annika Malunardóttir og Tóki Strøm.…

IRANSK STRÍÐSKVINNA FYRI KVINNURÆTTINDUM 33 ÁRA FONGSUL OG 148 KOYRILSSLØG

IRANSK STRÍÐSKVINNA FYRI KVINNURÆTTINDUM 33 ÁRA FONGSUL OG 148 KOYRILSSLØG

NASRIN SOTOUDEH HEVUR SITIÐ Í FONGSLI SÍÐAN JUNI 2018 FYRI MILLUM ANNAÐ AT MÓTMÆLA IRANSKA KRAVINUM UM TURRIKLÆÐI. AMNESTY HELDUR DÓMIN VERA PÚRA BURTURVIÐ OG KREVUR, AT NASRIN VERÐUR LEYSLATIN BEINANVEGIN.   Tann navnframi mannarættindasakførarin og kvinnurættindastríðskvinnan Nasrin Soudeh er dømd 33 ára fongsul og 148 koyrilssløg. Amnesty heldur dómin vera ógvuliga órættvísan og púra…

“GEV OKKUM VIRÐING OG RÆTTVÍSI!”

“GEV OKKUM VIRÐING OG RÆTTVÍSI!”

Í vikuni almannakunngjørdi Amnesty International frágreiðing um støðuna í Danmark í samband við neyðtøku. Í frágreiðingini verður staðfest, at Danmark tørvar nýggja neyðtøkulóggávu, sum verjir ofrini nógv betur enn í dag. Harafturat vísir Amnesty á, at tað er stórur tørvur á upplýsing og útbúgving um kyn og kynsleiklutir fyri at mana burtur fordómar í skipanini.…

ALMENNUR FYRILESTUR HÓSKVØLDIÐ 7. FEB. Í VIKU SEX 2019

UNG OG VITAN UM SEKSUALITET

ALMENNUR FYRILESTUR HÓSKVØLDIÐ 7. FEB. Í VIKU SEX 2019 UNG OG VITAN UM SEKSUALITET Vika sex 2019, sum ferðast til allar yrkis- og miðnámsskúlar kring landið, endar við almennum fyrilestri, har Marin í Dali, lækni, leggur fram úrslit frá serritgerð síni, sum snýr seg um keldur til vitan um seksualitet millum ung í Føroyum. 900…

LET’S TALK ABOUT YES!

Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum 2018 Neyðtøka er fer fram í Evropa. Í stórum tali. Og tað er orsøkin til, at vit mugu tora at tosa um sex og samtykki. Tí sex uttan samtykki er neyðtøka. So einfalt er tað. Ella so einfalt átti tað at verið. EVROPEISK KANNING Í dag á altjóða degnum móti…