Trý ár síðan russisku innrásina í Ukraina
Í dag eru trý ár síðan russisku innrásina í Ukraina og kríggið byrjaði. Í samband við ársdagin segði Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International:
“Til eina og hvøja samráðing um framtíðina hjá ukrainska fólkinum skal rættvísi fyri brotsverk sambært altjóðarætti, sum eru framd síðani hernaðarliga innrásina hjá Russlandi í 2014, raðfestast; tey, sum hava ábyrgdina, skulu standa til svars; og offur skulu hava endurbót. Russisk loftálop á sivilfólk og tvingsilsflytingar av børnum til Russlands, mugu ikki gloymast. Tey, sum eru harðast rakt av russisku álopunum, mugu verða hoyrd og teirra tørvir nøktaðir. Øll samráðingarúrslit, sum ikki taka hetta til eftirtektar, fara í longdini at miseydnast.”
Nú amerkianski forestin, Donald Trump, roynir at skriva søguna um, mugu vit á degnum minnast umfatandi oyðingina og ræðuleikarnar, sum ukrainska fólkið hevur verið fyri. Í dag krevja vit rættvísi, ábyrging, endurbot umframt at Ukraina skal við til friðarsamráðingarnar. Støðga áhaldandi russisku brotsgerðirnar ikki alt fyri eitt, og verður verulig trygd um rættvísi ikki tryggjað, so fer ein skundað friðaravtala bara at leingja líðingina hjá sivila fólkinum og eisini viðføra, at tey seku ikki verða revsaði.
“Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mark Rubio, segði í síðstu viku, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ynskir at fáa ein varandi enda á krígnum. Er lyftið hjá Donald Trump um varandi frið veruligt, má tað síggjast aftur í gerðum og ikki bara orðum – tað fevnir um at stuðla øllum møguleikum fyri veruligum rættvísi og at tey, sum hava framt krígsbrotsverk og brotsgerðir undir altjóða lóg, skulu standa til svars” segði Agnés Callamard.
Bakgrund
Amnesty International hevur skjalfest ógvuslig brot á fólkarættin og á altjóða mannarættindalóg, síðani russiska innrásin byrjaði 24. februar í 2022. Okkara skjalfestingar fevna eisini um gerðir, sum svara til krígsbrotsverk og sannlíkt eisini brotsgerðir móti mannaættini. Russiska innrásin í Ukraina er ein aggressjónsgerð, sum er brotsverk sambært altjóðarætti. Russisku álopini fevna um áhaldandi nýtslu av vápnum, har ikki verður skilt millum sivil- og hermál, umframt tilætlað álop á sivil. Hetta hevur elvt til umfatandi menniskjaliga líðing og ávirkað tey mest viðbreknu fólkini í Ukraina, herav børn og eldri.
Í mars 2023 gav altjóða revsirætturin (ICC) út handtøkuboð móti russiska forsetanum, Vladimir Putin, og fleiri russiskum embætisfólkum.