TURIÐ DEBES HENTZE:
VERANDI ABORTLÓG ER EIN FORBOÐSLÓG
Verandi abortlóg er ikki tíðarhóskandi. Hon er smíðað til eitt annað samfelag, eina aðra tíð og til aðrar umstøður. Leikluturin hjá kvinnuni var ein annar, áskoðanin á hjúnaband ein onnur, og virðingin fyri børnum, fødd uttan hjúnaband, var lítil – eins og fyri mammum teirra. Tað sigur Turið Debes Hentze, sakførari, á tiltaki hjá Amnesty Føroyum um abortlógina.
“Tað eru kvinnurnar, tað snýr seg um, og tað eru tær, sum eru gíslar í øllum hesum her” heldur Turið Debes Hentze og finst at støðuni, sum verandi abortlóg førir við sær. Hon heldur, at tað er av størsta týdningi, at vit taka ábyrgd av støðuni.
Verandi abortlóg er ein forboðslóg, staðfestir Turið Debes Hentze. Lógin setur í útgangsstøðinum forboð móti abortum, men loyvir teimum undir ávísum umstøðum, og revsar so, tá ið lógin ikki verður hildin. Tá ið eitthvørt er, vit sum samfelag ikki ynskja, kunnu vit seta eitt forboð, sigur Turið Debes Hentze, men leggur afturat, at forboð ikki altíð rigga sum ætlað. Og tað er júst tað, vit síggja við verandi lóg, tí hóast vit seta forboð, kunnu vit ikki hyggja burtur frá teirri sannroynd, at abortir fara fram, sigur hon.
Eg haldi, at tað er politiskt óansvarligt at lata lógina standa, sum hon er og verða handfarna, sum hon verður”
-Turið Debes Hentze, sakførari
Av tí at verandi abortlóg byggir á forboð, fáa vit ikki hjálpt kvinnunum, sum eru komnar í trongu støðuna, vísir Turið Debes Hentze á. Heldur enn at stuðla og virða evnini hjá kvinnuni at ráða sær sjálvari, snýr tað seg um at prógva, um grundarlag er fyri at loyva abort. “Her er eitt stórt hol í lóggávuni, sum ger, at kvinnur, sum hava brúk fyri stuðli, ikki verða loftaðar. Júst tí at útgangsstøðið er eitt forboð” sigur Turið Debes Hentze. Hon heldur, at vit hava ábyrgd av, at kvinnur, sum í trongstøðuni hava brúk fyri stuðli, kenna seg tryggar at biðja um stuðul til egna avgerð – uttan at skula óttast at ræðið verður tikið frá teimum av myndugleikum við eini forboðslóg í hondini. Kvinnan er og eigur at vera miðdepilin í lógini. “Eg haldi, at tað er politiskt óansvarligt at lata lógina standa, sum hon er og verða handfarna, sum hon verður” finst Turið Debes Hentze at.
“Abortum sleppa vit ikki undan. Tær eru komnar fyri at vera og tað vil tað altíð vera. Líka mikið hvussu nógv forboð eru, og hvørjum tú hóttir við. Tað vísir søgan” staðfestir Turið Debes Henze og heldur, at tá vit hava viðurkent hetta, kunnu vit byrja at seta okkum sjálvum spurningin, hvussu vit kunnu fáa eitt so lágt aborttal sum gjørligt.