Sudan:
Tvey ár við kríggi og altjóða sviki
“Dagurin í dag er ein skemdardagur” sigur Erika Guevara Rosas, deildarstjóri í Amnesty International, nú tvey ár eru liðin, síðan borgarakríggið í Sudan brast á.
Í tvey ár hava Sudan Armed Forces, Rapid Support Forces og teirra samsintu framt ræðulig brotsverk, eitt nú pínt, hungrað og dripið sivil, framt kynsligan harðskap á gentur og kvinnur umframt bumbað marknaðir, flóttafólkalegur og sjúkrahús. Hesar ræðugerðir svara til krígsbrotsverk.
Í farnu viku gav Amnesty International út eina nýggja kanning. Amnesty hevur gjørt samrøður við kvinnur og teirra avvarðandi, sum greiddu frá neyðtøkum, hópneyðtøkum og kynsligt trælahaldi av Rapid Support Forces. Hetta kann svara til brotsverk móti mannaættini.
Í tvey ár hevur heimurin vent Sudan blindað eygað, og so at siga einki gjørt við støðuna.
“Tað er ørkymlandi, at ST-trygdarráðið ikki hevur megnað at sett í verk eitt umfatandi vápnabann móti Sudan fyri at steðga støðuga streyminum av vápnum til landið, og sum elva til hesi ræðuligu brotsverkini” sigur Erika Guevara Rosas.
Altjóða samfealgið hevur svikið sivilfólkið í Sudan, og hevur einans veitt 6,6% av neyðuga tørvinum. Sambært ST eru fleiri enn 12 milliónir eru flýdd frá heimum teirra og um 25 milliónir hava tørv á humaniterari hjálp og verju.
“Fólkið í Sudan hevur bráðfeingis tørv á stuðli og samhuga. Trygdarráðið hjá ST skal fáa vápnabann í lag, og heimsins lond mugu økja um stuðulin til landið. Samstarvslond hjá Sudan mugu leggja størri trýst á partarnar í stríðnum um at støðga við at loypa á sivil. Tey, ið gera seg inn á altjóða humanitera lóg og altjóða mannarættindalóg, mugu stillast til svars. Heimurin má ikki longur venda blinda eygað til” sigur Erika Guevara Rosas.