
UNECEBO MBOTENI
LAT LÍV HAR HANN ÁTTI AT VERIÐ TRYGGUR
Í 2024 datt Unecebo niður í eitt vesihol í forskúlanum í Eastern Cape-landslutinum í Suðurafrika. Hann doyði dagin eftir. Søgan hjá Unecebo endurspeglar djúpan ójavna í útbúgvingarskipanini. Tíverri veldst atgongdin hjá børnum í Suðurafrika at skúlagongd framvegis um føðingarstað, ríkidømi og húðarlit.
Unecebo Mboteni var ein lívligur trý ára gamal drongur, sum elskaði at fáa vinir og spæla við bilarnar hjá sær. Tú visti altíð, um hann var í rúminum.
Tann 18. apríl 2024 datt Unecebo niður í eitt vesihol í forskúlanum í Eastern Cape-landslutinum í Suðurafrika. Hann doyði dagin eftir.
Tvey onnur børn eru eisini deyð eftir at vera dottin í vesihol í Eastern Cape síðan 2018. Hesar vanlukkuligu hendingarnar hava kortini ikki verið nóg mikið til at fáa myndugleikarnar at taka vesiholini burtur úr skúlum og dagstovnum.
Tíverri veldst atgongdin hjá børnum í Suðurafrika at skúlagongd framvegis um føðingarstað, ríkidømi og húðarlit. Sum pápi Unecebo tók til: “Sonur mín doyði í eini deyðsfellu, sum var sett fyri fátækafólk.” Eitt ár seinni hevur familjan framvegis einki frætt frá forskúlanum ella Grundútbúgvingardeildini, um holið, sum Unecebo datt niður í, er burturtikið, ella um nøkur framstig eru gjørd í kanningararbeiðinum at staðfesta orsøkina til vanlukkuna. Í staðin fyri at fáa svar upp á, hvussu tann syndarliga vanlukkan kundi henda, hevur familjan hjá Unecebo møtt tøgn. Unecebo læt lív, har ið hann átti at verið tryggur.
Familjan hevur uppiborið svar.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA FAMILJUNI HJÁ UNECEBO
Tú kanst skriva familjuni hjá Unecebo eitt samhugabræv, sum er eitt persónligt bræv til familjuna, og gevur teimum styrki og stuðul. Ella tú kanst skriva undir undirskriftainnsavnanina og krevja, at familja Unecebo fær svar uppá, hví ræðuliga vanlukkunan hendi, og um vandamiklu vesiholini eru tikin burtur.
Um tú skrivar eitt samhugabræv, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit familju Unecebo øll brøvini úr Føroyum.
SKRIVA EITT SAMHUGABRÆV
SKRIVA EITT ÁHEITANARBRÆV
SKRIVA UNDIR
Samhugabrøv eru brøv vit senda til fólkini, vit skriva fyri. Brøvini geva ugga og styrki. Fleiri av teimum, sum vit hava skrivað fyri, hava sagt, at tað er ógvuliga gott at vita, at alheimssamfelagið veit um støðuna og roynir at hjálpa teimum. Tú kanst t.d. skriva eitt sindur um teg sjálv/n, at tú hevur hoyrt um teirra støðu, hvat tú hugsar um støðuna, sum tey eru í og okkurt, sum gevur teimum mót og vón.
DØMI UM SAMHUGABRÆV
Tú kanst skriva eitt samhugabræv til familju Unecebo. Her er eitt samhugabræv, sum tú kanst fáa íblástur frá:
“Dear Unecebo’s family. My name is Petur, and I am from the Faroe Islands. I am so sorry to hear about Unecebo’s tragic death. I hope you soon get answers from the investigations, and Unecebo’s death will lead to safer schools for all children in South Africa. Stay strong, Petur”
Áheitanarbrævið er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.
DØMI UM ÁHEITANARBRÆV
Dear Minister
I am writing to you to demand justice for Unecebo Mboteni. In April 2024, three–year–old Unecebo died after falling into a pit toilet at his pre–school in the Eastern Cape.
More than one year on and the family has had no word from the Little Champions Day Care Centre or the department about whether the pit toilet that Unecebo fell into has been removed. They were also told it could be years before the investigation is completed.
I urge you to ensure the investigation into Unecebo’s death is expedited, the outcome made public, and that those responsible are held accountable.
Yours sincerely
Krev, at kanningin av syrgiliga deyða Unecebo verður liðug og almannakunngjørd, og at tey, ið hava ábyrgd av deyða Unecebo, verða stillaði til svars.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
BYGNAÐARLIGUR ÓJAVNI OG MISMUNUR
Søgan hjá Unecebo endurspeglar djúpan ójavna í útbúgvingarskipanini. Nógvir skúlar í Suðurafrika, serliga í ríkari ella býarkendum økjum, hava nýmótans hentleikar og væl hildin vesir. Men aðrir skúlar og barnagarðar mugu annaðhvørt klára seg við ótryggum vesiholum ella eingi virkandi vesir hava. Hesir forsømdu skúlarnir hýsa fyrst og fremst svørtum børnum í søguliga marginaliseraðum samfeløgum. Slíkar ótryggar umstøður endurspegla skipaða vanrøkt, sum kann elva til brot á rættin hjá børnum til lív, heilsu, virðing og útbúgving.
Øll børn hava somu rættindi, uttan mun til, hvar ið tey búgva, inntøkuna hjá familjuni ella ættini, etnisitet, mál ella eina og hvørja aðra støðu. Kortini vísir søgan hjá Unecebo, hvussu fátækadømi, ættarslag og landafrøði umskarast og skapa vandamiklan ójavna í sambandi við útbúgving. Í Suðurafrika og nógvum øðrum londum eru skúlar í søguliga fátæksligum samfeløgum við sama lag forsømdir við vánaligum undirstøðukervi og veikum statsligum eftirliti. Henda ójavna viðferðin er brot á meginregluna um javna fyri lógini og ger, at summi børn eru nógv verri vard enn onnur. Tá ið stjórnir ikki megna at tippa hesi holini, varðveitir tað mismunin og sýtir børnunum rættin til trygga, virðiliga útbúgving.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
Vit halda, at tað er eitt gott hugskot at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini (framhaldsdeild og miðnám).
10. desembur er altjóða mannarættindadagur, sum er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum. Í hesum sambandi halda vit, at tað eisini er eitt gott hugskot at skriva brøv saman við næmingunum, tí so fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.
Persónarnir, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.
Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.
NÓGV OG YMISKT TILFAR
Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:
- kunning um Skriva fyri lívi (á føroyskum)
- hugskot til, hvussu Skriva fyri lívi og rætturin at mótmæla kann verða brúkt í undirvísingini (á føroyskum)
- vegleiðing til, hvussu Skriva fyri lívi kann brúkast í undirvísingini (á enskum)
- undirvísingartilfar frá altjóða deild (á enskum), og undirvísingartilfar á enskum til allar sakirnar (á enskum)
- undirvísingartilfar frá donsku deild (á donskum)
Og tilfar og kunning um mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:
- um mannarættini, Nám og Amnesty Føroyar (á føroyskum)
- heimsyvirýsingin (einføld útgáva á føroyskum)
- heimsyvirlýsingin við uppgávum (á føroyskum)
- kunning um rættin at mótmæla (á enskum)
- kunning um talufrælsi (á enskum)
- kunning um veðurlagsrættvísi (á enskum)
- kunning um rættindi hjá upprunafólkum
- undirvísingartilfar um talufrælsi (á dosnkum)
Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:
- talufrælsi
- rættin at mótmæla
- veðurlagsrættvísi
Skriva eitt bæv í hond
Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum.
Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til.
Skriva eitt bræv á telefonini
Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Á instagramsíðuni hjá Amnesty International Føroyum hava vit goymt skapilónir undir ‘highlights’. Tit kunnu brúka tær (ella gera tykkara egnu) og skriva eina heilsan og so sjálvandi pynta við emoji-um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á instagram, og vit senda heilsanina saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.
Í ÁR SKRIVA VIT EISINI FYRI

Ellinor Gottorm Utsi er ein sámisk kvinna, sum stríðist fyri at sleppa at halda fram við reindjórahaldi í Norðurnorra og varða um gamla sámiska lívsháttin og mentanina. Í fleiri ættarlið hevur familjan hjá Ellinor hvat reindýrahald. Hetta er nú í vanda, tí norska stjórnin ætlar at byggja orkuverk í umráðnum.

Sai Zaw Thaike er journalistur, og eftir at ein meldurhvirla rakti Myanmar í 2023, fylgdi hann einum neyðhjálpartoymi. Sai Zaw varð handtikin eftir eina viku, hann varð avhoyrdur og avbardur, og í septembur 2023 dømdi ein hernaðardómstólur hann 20 ára fongsul við hørðum arbeiði. Journalistikkur er ógvuliga vandamikil vinnuvegur í Myanmar, tí fleiri enn 200 journalistar hava verið fongslaðir og sjey sigast vera myrdir av herinum, síðan herurin tók valdið í 2021.







