DAGFØRING JUNI 2025:
Mahmoud Khalil er leyslatin eftir meira enn 3 mánaðir í varðhaldi.
1000 takk til tykkum øll sum hava skrivað undir fyri Khalil.
……………..
Talufrælsið er komið undir stórt trýst í USA, síðan Trump tók við valdinum. Tann 8. mars varð palestinski Mahmoud Khalil handtikin og afturhildin fyri at hava verið við í friðarligum mótmælum móti fólkadrápinum í Gasa. Mahmoud, sum í apríl verður pápi á fyrsta sinni, er nú í vanda fyri at verða sendur av landinum, hóast hann hevur varandi uppihaldsloyvi og rætt til at geva sína hugsan til kennar. Krev, at hann verður leyslatin beinanvegin!
Talufrælsið er undir stórum trýsti í USA, har ið tað kann koma aftur um brekku at finnast at fólkadrápinum í Gasa, síðan Trump tók við valdinum. Hetta vita tann lesandi aktivisturin Mahmoud Khalil og kona hansara, sum gongur á fallandi føti, alt um. Leygarkvøldið 8. mars í ár vóru tey til gongu á veg heim eftir eitt hugnaligt kvøld í býnum, tá ið sivilklædd umboð fyri amerikansku tilflytingarmyndugleikarnar steðgaðu teimum.
Krev, at Mahmoud verður leyslatin beinanvegin og fær uppihaldsloyvið aftur!
Okkara krøv
Amerikanskir myndugleikar skulu:
-
sleppa Mahmoud Khalil leysum beinanvegin,
-
geva honum uppihaldsloyvið aftur og
-
tryggja honum rættartrygd.
Hví skriva undir?
Hvør einasta undirskrift ger sítt til at leggja trýst á amerikanskar myndugleikar og lata teir vita, at vit eru mong, sum fylgja væl við, hvussu teir fara við friðarligum mótmælisfólki.
Hvat verður av undirskriftini?
Allar undirskriftirnar verða sendar Kristi Noem, amerikansku ráðfrúnni fyri innlendistrygd.
Handtikin fyri at hava verið við í studentamótmælum móti ísraelsku krígsførsluni
30 ára gamli Mahmoud varð handtikin á staðnum, og myndugleikaumboðini hóttu við eisini at handtaka konuna, sum í apríl skal eiga tað fyrsta barnið hjá teimum. Mahmoud fekk at vita, at uppihaldsloyvið hjá honum var afturtikið orsakað av leiklutinum, hann hevði havt í mótmælunum hjá teimum lesandi á Columbia University í fjør, og síðan varð hann fluttur á eina varðhaldsmiðstøð í Louisiana – meira enn 2.000 kilometrar heimanífrá. Í meira enn eitt samdøgur vistu hvørki konan ella sakførararnir hjá honum, hvat ið vorðið var av honum.
Teppa fólk við hóttanum
Nú er Mahmoud í vanda fyri at verða sendur av landinum, hóast hann hevur varandi uppihaldsloyvi. Hetta stóra inntrivið í talufrælsið sendir fólki um alt USA tey ræðandi boðini, at øll kunnu verða handtikin og víst av landinum, um tey brúka rættin frítt at siga sína hugsan
Rættarmálið móti Mahmoud byrjar tann 27. mars. Skriva undir átakið og krev, at hann verður leyslatin, so at hann kann sleppa heim aftur til konuna!
Fólk við tilflytarastøðu í serligum vanda
Fyri fólk við tilflytarastøðu, sum longu frammanundan liva í ótta, eftir at Trump hevur tikið við valdinum, er handtøkan av Mahmoud bara ein orsøk afturat at stíga varliga, hóast tað er ein mannarættur at kunna brúka sítt talufrælsi og taka lut á friðarligum fundum. At revsa friðarlig mótmælisfólk við at taka uppihaldsrættin frá teimum er greitt brot á mannarættindini og kann als ikki góðtakast.
Afturhildin á varðhaldsmiðstøð við ræðuligari søgu
Sum masterlesandi á Columbia University var Mahmoud virkin í rørsluni Gaza Solidarity Encampment, har hann tók sær av samstarvinum við universitetið og sambandinum við fjølmiðlarnar. Nú verður hann afturhildin í Central Louisiana ICE Processing Center uttan at vera skuldsettur fyri nakað brotsverk. Varðhaldsmiðstøðin hevur eina drúgva søgu við ræðuligari og ómenniskjaligari viðferð av teimum innisitandi, eitt nú kropsligum og kynsligum harðskapi og vantandi læknahjálp.
Tað einasta, Mahmoud hevur gjørt, er at finnast at fólkadrápinum í Gasa. Hann skal leyslatast beinanvegin!
Amerikanska uttanríkisráðið vil vísa atfinningarsomum lesandi av landinum
Handtøkan av Mahmoud kemur í kjalarvørrinum á eini fráboðan frá amerikanska uttanríkisráðnum, um at tað hevur í hyggju at taka innfararloyvir ella arbeiðs- og uppihaldsloyvir (green cards) aftur og vísa lesandi, sum verða sett í samband við mótmælir til frama fyri Palestina, av landinum. Sambært amerikansku samveldistrygdartænastuni, DHS, er tað ein beinleiðis avleiðing av fyriskipanini hjá Trump um antisemitismu, at Mahmoud nú er afturhildin og í vanda fyri at verða vístur av landinum.
Fólk, sum ikki eru amerikanskir ríkisborgarar, men hava varandi uppihaldsloyvi (green card) í USA, kunnu vanliga ikki missa uppihaldsloyvið uttan rættargang. Tað kunnu tey bara, um tey annaðhvørt verða dømd tvær ferðir fyri ”siðspillu” ella dømd fyri ”álvarsligt brotsverk”.
Vil brúka ivasama lógaráseting
Mahmoud hevur ongar dómar í skjáttuni og varð ongantíð handtikin í sambandi við mótmælini á Columbia University í fjør vár. Fyri at kunna taka uppihaldsloyvið frá honum tríva myndugleikarnir eftir eini ivasamari og sjáldan brúktari lógaráseting, sum heimilar uttanríkisráðharranum at vísa einum, sum ikki er amerikanskur ríkisborgari, av landinum, um rímilig orsøk er at halda, at ”tað, at viðkomandi er til staðar, ella virksemið hjá viðkomandi kann hava álvarsligar skaðiligar avleiðingar fyri uttanríkispolitikkin hjá USA”.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.







