TAK LUT – VERKSTOVUR FYRI UNG
Brennur tú fyri at seta eitt ávist evni á dagsskrá? Vilt tú menna tínar førleikar innan argumentatión? Og vilt tú læra umgrundleggjandi grafikk og visuelt samskifti? So hava vit verkstovurnar júst til tín! Amnesty Føroyar Ung skipar fyri verkstovunum, sum vera 2., 4. og 7. oktober. Tær eru ókeypis og ætlaðar øllum ungum – bæði einstaklingum, og limum í felagsskapum og ungmannafeløgum. Vinarliga boða frá luttøku á oline@amnesty.fo, og viðmerk hvørjar verkstovu tú luttekur á ella um tú luttekur á øllum.
Visuelt samskifti, Mia Smith
Hendan verkstovan er til tín, sum kundi hugsað tær at lært meginreglur um visuelt samskifti.
Tú kennir kanska støðuna: Tú skalt gera eina plakat til eitt tiltak, men tú ivast í, hvussu nógvur tekstur skal á plakatina. Ella tú skalt gera eina mynd til eitt Facebook-tiltak, men tú ivast í, hvussu tú kanst fanga fólk við røttu litunum og skriftini. Ella uppslagið, sum tú gert til Instagram, tykist at hella til aðru síðuna.
Samskifti kann snúgva seg um orðini, vit siga, og tekstin, vit skriva. Samskifti kann eisini snúgva seg um, hvussu vit við myndum, skrift, litum og uppbygnaði boða okkara boðskap út. Tá ið vit skipa fyri tiltøkum ella átøkum eru sosialu miðlarnir og plakatir eitt hent amboð at boða okkara boðskap út. Á verkstovuni fært tú vitan um eitt nú uppbygnað, litir, skriftir og myndir umframt grundleggjandi vitan um Canva. Verkstovan styrkir tínar førleikar at samskifta tín boðskap út visuelt.
Verkstovan verður í Perluni hóskvøldið 2. oktobur kl. 18-21. Í steðginum bjóða vit pizza. Mia Smith, sum er grafiskur sniðgevi, hevur verkstovuna.
Argumentatión, Bjarni Arge
Hendan verkstovan er til tín, sum ynskir at styrkja tínar førleikar at argumentera fyri tínum sjónarmiðum og at luttaka virðiligt í kjaki.
Tú kennur kanska støðuna: tú kjakast við onkran, men brádliga fært tú ikki greitt frá tínum meiningum á ein greiðan hátt. Ella tú heldur teg aftur í kjaki, tí at kjakið altíð fer av sporinum og snýr seg brádliga ikki longur um tað, tú vildi kjakast um.
Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um argumentatión, hvussu tú kanst fáa tín boðskap greitt fram, hvussu tú kanst fanga áhoyran við retoriskum snildum, og styrkt tíni evni at kjakast virðilga – eisini við tey, tú ert ósamd/ur við.
Verkstovan verður í Perluni týskvøldið 7. oktobur kl. 18-21. Í steðginum bjóða vit pizza. Bjarni Arge, miðlafrøðingur, hevur verkstovuna.
Frá hugskoti til veruleika, Ronas Frausing Korkmaz (DK)
Hendan verkstovan er til tín, sum ynskir at fáa amboð at fáa tíni hugskot til veruleika.
Tú kennur kanska støðuna: tú brennur fyri einum evni, men tú veist ikki, hvar tú skal byrja. Ella tú hevur kanska roynt at seta eitt evni á dagsskrá, men tað sló ikki ígjøgnum. Ella tú mátti uppgeva átakið, sum tú byrjaði, tí tað brádliga kendist alt ov fløkjasligt.
Á verkstovuni fært tú amboð at fáa tíni hugskot til veruleika t.d. hvussu tú kanst skipa fyri einum væleydnaðum átaki. Tú fært vitan um ymisku stigini í einum átaki, og hvussu tú kanst avgerða hvørji tiltøk kunnu hjálpa tær at røkka endamálinum.
Verkstovan verður á Reinsarínum 4. oktobur kl. 12-14. Í steðginum bjóða vit snacks. Ronas Frausing Kormaz er útbúgvin innan mulitimediadesign og konseptmenning og starvast sum leiðari í Nordic Pioneers.







