VICTOR JOEL RODRIGO RAEDES – EINGIN DRIGIN TIL SVARS FYRI SKAÐARNAR
Joel gjørdist blindur í øðrum eyganum av gummikúlum undir einum friðarligum mótmælistiltaki. Eingin er drigin til svars. Skriva undir átakið legg tína rødd aftur at røddini hjá Joel, so at tey, sum hava ábyrgdina, kunnu verða drigin til svars.
Joel er ein ungur pápi úr Jujuy-landslutinum har norðuri í Argentina. Hann er leirsmiður og spælir bombotrummu í einum orkestri. Men eitt kvøldið í fjør broyttist lívið í ævir, og nú berjist hann fyri rættvísi:
Stjórnin framdi nakrar broytingar í stjórnarskipanini, sum m.a. skerja talufrælsið, hótta umhvørvið og kunnu fara at gera seg inn á jarðarrættindini hjá upprunafólki. Stúrin leitaði Joel sær til eitt friðarligt mótmælistiltak á Humahuaca-torginum. Hóast hann ikki sær seg sjálvan sum upprunafólk, so stúra Joel og familjan eisini fyri jørðini og framtíðini. Hann sló á trummuna saman við orkestrinum hjá sær, tá ið broytingarnar vórðu umrøddar í býráðnum.
Men seinni tók alt eina harðliga vend. Løgreglan kom á staðið og fór at skjóta frá hond við gummikúlum inn í mannamúgvuna. Fólk vóru ræðslusligin. Brádliga varð Joel raktur í høgra eyga. Hóast teir royndu sítt ítasta, megnaðu læknarnir ikki at bjarga sjónini í eyganum. Joel dregst eisini við avmergjandi nervapínu, sum ávirkar gerandislívið. Enn er eingin drigin til svars fyri tað, sum Joel og hinum mótmælisfólkunum var fyri. Tey hava fingið álvarsligt mein, bara tí at tey mótmæltu friðarliga, og nú krevja tey rættvísi.
SOLEIÐIS KANST TÚ HJÁLPA JOEL
Skriva undir og heit á høvuðsákæran í Jujuy um at draga tey, sum hava ábyrgdina av skaðunum hjá Joel, til svars og tryggja munadygga ábyrging og atgongd at rættarligari uppreisn fyri øll onnur mannarættindabrot móti mótmælisfólki.
SKIRVA EITT SAMHUGABRÆV
Samhugabrøv eru brøv vit senda til fólkini, vit skriva fyri. Brøvini geva ugga og styrki. Fleiri av teimum, sum vit hava skrivað fyri, hava sagt, at tað er ógvuliga gott at vita, at alheimssamfelagið veit um støðuna og roynir at hjálpa teimum. Tú kanst t.d. skriva eitt sindur um teg sjálv/n, at tú hevur hoyrt um teirra støðu, hvat tú hugsar um støðuna, sum tey eru í og okkurt, sum gevur teimum mót og vón.
SKIRVA EITT ÁHEITANARBRÆV
Áheitanarbrævið er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.
DØMI UM ÁHEITANARBRÆV
Vit hava gjørt eitt dømi um, hvat tú kundi skrivað í títt áheitanarbræv. Tað er tó als ikki neyðugt at skriva hatta ella so langt.
Dear Sir
I am writing to demand justice for Joel Pareades. On 30 June 2023 Joel attended a peaceful protest against local constitutional changes, including restrictions on the right to peaceful assembly – changes that may cause damage to the environment and risk violating Indigenous Peoples’ land rights. Police recklessly fired rubber bullets at protesters. Joel was hit, permanently blinding him in the right eye, and leaving him with debilitating nerve pain. No one has been held accountable.
Those responsible for Joel Paredes’s injuries and all other violations against protesters must be identified and brought to justice in accordance with international law and standards.
Sincerely
SKIRVA UNDIR
Skriva undir og krev, rættvísi fyri Joel. Joel skal hava endurbót fyri skaðarnar, hann fekk, tá ið hann luttók í friðarliga mótmælinum. Undirskriftirnar verða handaðar høvuðsákæranum í Argentina.
Um tú hevur spurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
SKRIVA FYRI LÍVI Í UNDIRVÍSINGINI
Vit halda, at tað er eitt gott hugskot at brúka Skriva fyri lívi í undirvísingini (framhaldsdeild og miðnám).
10. desembur er altjóða mannarættindadagur, sum er eitt gott høvi at undirvísa í mannarættindum. Í hesum sambandi halda vit, at tað eisini er eitt gott hugskot at skriva brøv saman við næmingunum, tí so fáa næmingarnir amboð at gera ein ítøkiligan mun fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi. Málini, vit í ár skriva fyri, er eisini ein góður máti at ítøkiligera, hvørja ávirkan mannarættindabrot hava fyri einstakar persónar.
Persónarnir, vit í ár skriva fyri, hava til felags, at teirra rættur at mótmæla ikki hevur verið virdur. Hetta er eitt óhugnaligt rák, sum vit síggja um allan heim – eisini í londum tætt við hjá okkum.
Skriva fyri lívi kann brúkast í fleiri lærugreinum t.d. samfelagsfrøði, søgu, landafrøði og málsligu lærugreinunum.
NÓGV OG YMISKT TILFAR
Vit hava nógv ymiskt tilfar um Skriva fyri Lívi og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini:
- kunning um Skriva fyri lívi (á føroyskum)
- hugskot til, hvussu Skriva fyri lívi kann verða brúkt í undirvísingini (á føroyskum)
- vegleiðing til, hvussu Skriva fyri lívi kann brúkast í undirvísingini (á enskum)
- undirvísingartilfar frá altjóða deild (á enskum), og undirvísingartilfar á enskum til allar sakirnar (á enskum)
- undirvísingartilfar frá donsku deild (á donskum)
Og tilfar og kunning um mannarættindaevni, ið knýta seg at málunum, vit í ár skriva fyri:
- um mannarættini, Nám og Amnesty Føroyar (á føroyskum)
- heimsyvirýsingin (einføld útgáva á føroyskum)
- heimsyvirlýsingin við uppgávum (á føroyskum)
- kunning um rættin at mótmæla (á enskum)
- kunning um talufrælsi (á enskum)
- kunning um veðurlagsrættvísi (á enskum)
- kunning um rættindi hjá upprunafólkum
- undirvísingartilfar um talufrælsi (á dosnkum)
Amnesty Academy er ein talgildur skeiðsdepil við hópin av ókeypis skeiðum í mannarættindum, m.a. um:
- talufrælsi
- rættin at mótmæla
- veðurlagsrættvísi
Skriva eitt bræv í hond
Tað ber til at gera samhugabrøvini persónlig við at skriva brævið í hond og prýða brævið við tekningum.
Tit gera sjálvi av, um tit brúka postkort, vanlig pappír ella okkurt triðja. Vit hava gjørt skapilónir til kort, sum tit sjálvi kunnu printa út og klippa til.
Skriva eitt bræv á telefonini
Eisini ber til at skriva eina persónliga heilsan á telefonini. Á instagramsíðuni hjá Amnesty International Føroyum hava vit goymt skapilónir undir ‘highlights’. Tit kunnu brúka tær (ella gera tykkara egnu) og skriva eina heilsan og so sjálvandi pynta við emoji-um. Aftaná kunnu tit senda heilsanina til okkum á instagram, og vit senda heilsanina saman við øllum hinum heilsanunum úr Føroyum.
Undirvísingartilfar um støðuna hjá Joel er tøkt á enskum. Her er kunning um sakina og uppgávur til næmingarnar.
Um tú og tín flokkur kundu hugsað tykkum at fingið vitjan av umboði frá Amnesty Føroyum, koma vit ógvuliga fegin framvið. Sendið ein t-post til turid@amnesty.fo.
Í ÁR SKRIVA VIT EISINI FYRI
Kyung Seok Park vil ikki bíða longur eftir, at rættindini hjá teimum, sum bera brek, verða fult viðurkend í Suðurkorea. Hóast harðskap og ágang heldur hann á at stríðast fyri, at fólk, sum bera brek, sleppa at liva frítt og til fulnar í Suðurkorea. Statt saman við honum.
Neth, ein mamma at tveimum smábørnum, varð fongslað fyri at hava funnist at angolska forsetanum á TikTok. Hon varð tilvildarliga rættarsøkt og dømd seks mánaða fongsul. Revsingin varð seinni økt upp í tvey ár.
Politiski aktivisturin Maryia Kalesnikava bjóðaði tí kúgandi hvítarussisku stjórnini av. Tann 7. septembur 2022 fluttu myndugleikarnir hana burtur og hildu henni aftur. Seinni varð hon dømd 11 ára fongsul við haldleysum ákærum. Familjan hevur einki frætt frá henni í meira enn eitt ár. Skriva undir átakið og hjálp okkum at fáa hana heim aftur.