27. januar er almennur minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp. Hetta varð samtykt av Løgtinginum í 2019 við tí endamáli at læra av søguni og forða fyri fólkadrápi. Sum liður í hesum var semja um, at undirvísing og undirvísingartilfar skuldi mennast. Síðan fyrsta almenna minningardagin í Føroyum í 2020 hevur Amnesty saman við Námi skipað fyri tiltaki fyri øllum framhaldsdeildum og miðnámsskúlunum í landinum. Vit hava verið ógvuliga glað fyri at vera partur av einum so týdningarmiklum degi og endamáli.
Í farnu viku valdu vit tó at taka okkum aftur sum viðfyriskiparar av ársins tiltaki. Tað gjørdu vit, eftir at vit fingu boð frá Námi um, at samrøðan við Marjuna Syderbø Kjelnæs um nýggju og viðkomandi bók hennara, Marta Marta, skuldi takast av skrá. Støðan í Gasa hoyrdi ikki heima á minnisdegnum, fingu vit at vita. Skráin fyri minnisdagin var stórt sæð liðug í oktobur, og tá settu vit okkum eisini í samband við Marjuna Syderbø Kjelnæs. Harumframt var lýsing av tiltakinum longu send skúlunum.
At fara frá hesi ætlan í evstu løtu kundu vit av fleiri orsøkum ikki góðtaka.
Vit taka sjálvandi undir við at lýsa søguligar hendingar á minnisdegnum – herundir syndarligu Khmer-drápini fyri 50 árum síðani – men á skránni kann ikki einans vera eitt søguligt afturlit. Serliga ikki, tá ið støðan í Gasa av fleiri verður lýst sum fólkadráp. Vit mugu eisini vera á varðhaldi fyri aktuellum støðum, har kjakast verður um, hvørt eitt fólkamorð er í gongd, hóast tað ikki er staðfest av altjóða dómstóli.
Vit undrast almikið á, at støðan í Gasa als ikki kann nevnast á minningardegnum, og tað er okkara fatan, at hetta er í stríð við endamálið við degnum. Ætlanin við samrøðuni um bókina Marta Marta var ikki at staðfesta, hvørt Ísrael fremur fólkamorð móti palestinum í Gasa. Harafturímóti skuldu vit viðgera bókina og ymisk viðurskifti, ið bókin lýsir m.a. at fara í kibbuts, og ta polarisering, sum stríðið viðførir – eisini her í Føroyum.
Børn og ung hava rætt til at fáa vitan um støðuna, og vit hava skyldu til ikki at tiga evnið burtur. Okkara ungu síggja og hoyra um stríðið – bæði í almenna rúminum, í miðlunum og á sosialu miðlunum. Og tey leggja eisini merki til polariseringina, sum stendst av hesum stríði og kjaki. Tað hevði verið upplagt at lofta hesum á tiltakinum.
Vit harmast um, at vit ikki luttaka á altjóða degnum til minnis um Holocaust og onnur fólkadráp í í ár. Serliga harmast vit um ómetaliga hermiligu støðuna, Marjun Syderbø Kjelnæs nú er komin í, og ikki fær frágreiðing frá Námi um, hví bókin upprunaliga varð tikin av skránni. Marta Marta fær okkara viðmæli at verða brúkt sum útgangstøði í kjaki og undirvísing.