VÍSIÐ ÁLIT OG VIRÐING – SETIÐ IKKI FORÐINGAR
Fyrsta viðgerð av uppskotinum um broytingar í fosturtøkulógini er í Løgtinginum í dag. Verandi lóg hevur verið í gildi í góðar tríggjar mánaðir. Hon var eitt stórt framstig fyri rættindini hjá gentum, kvinnum og øllum, ið kunnu gerast upp á vegin.
Broytingaruppskotið setur forðingar inn í verandi lóg, so sum kravda ráðgeving, 5 daga umhugsunartíð, smalkan av treytunum fyri abort eftir viku 12 og krav um samtykki frá foreldrum til gentur undir 18, ið eru upp á vegin. Hesar broytingar avmarka kropsliga sjálvavgerðarrættin hjá kvinnum – og serliga hjá gentum.
Vilja seta forðingar
Verður uppskotið samtykt, skulu kvinnur, sum taka abort, til kravda ráðgeving. Eftir kravdu ráðgevingina skal kvinnan hugsa seg um í fimm dagar, áðrenn hon kann fáa viðgerðina.
Hetta kemur afturat ásetingunum í galdandi lóg, har kommunulæknin skal kunna um, at kvinnan hevur ráðgeving og stuðulssamrøðu í boði. Kommunulæknin skal eisini vegleiða og kunna kvinnuna um inntrivið og fylgjur og vandan, sum mugu metast at vera sambundin við inntrivið.
Kravd ráðgeving og umhugsunartíð ger seg inn á sjálvavgerðarrættin hjá kvinnum. Tað vanvirðir teirra førleikar at taka egnar avgerðir og leggur eitt óneyðugt trýst á tær. Harumframt er tað læknafrøðiliga óneyðugt, tað viðførur óneyðuga seinking, og verður gjørt fyri at geva kvinnum skuldarkenslu. Vit óttast eisini, at ein umhugsunartíð kann føra við sær, at kvinnan fer út um loyvda vikutalið.
Ráðgeving skal vera eitt tilboð og ikki eitt krav. Ráðgevingin má vera í trúnaði, óheft og tey, ið ráðgeva, skulu vera viðkomandi fakfólk. Krøvd ráðgeving og umhugsunartíð eru ikki ein hjálp hjá kvinnuni at koma til røttu avgerðina, men ein forðing hjá kvinnuni at taka abort.
Foreldrasamtykki avmarkar sjálvsavgerðarrættin hjá ungum
Við uppskotinum skulu tey undir 18 ár í øllum førum – tá talan ikki er um neyðtøku, blóðskemd o.t. – hava loyvi frá foreldrunum til at taka abort. Í verandi lóg skal skal samráðið tryggja gentunar besta, og skal gentan tryggjast ta verju og umsorgan, sum er neyðug fyri trivnaðin hjá henni. Í broytingaruppskotinum kann samráðið einans loyva abort uttan samtykki frá foreldrunum, tá gentan hevur verið fyri neyðtøku, blóðskemd o.tíl.
Kynsligi lógaldurin í Føroyum er 15 ár. Tí er tað undrunarvert, at rætturin at taka avgerðir um viðgongu ikki er fevndur av sama aldursmarki. Eisini kunnu ung millum 15 og 17 ár sum meginregla sjálvi geva samtykki til aðrar viðgerðir í heilsuhøpi annars.
Í Amnesty Føroyum halda vit, at gentur ið eru upp á vegin, skulu hava bestu umstøður, stuðul og ráðgeving. Tær vilja møguliga hava stuðul frá verjum ella foreldrum, tá tað kemur til at taka avgerðir, men kravt samtykki frá foreldrunum er ikki í tráð við altjóða mannarættindi, av tí at slík krøv ikki virða rættindini hjá børnum og ungum.
Avleiðingin kann vera, at gentur, sum ikki ynskja at fullføra viðgonguna, men hava foreldur sum eru ímóti at dótturin tekur eina abort, verða noyddar at fullføra viðgonguna. At tvinga eina gentu at fullføra eina viðgongu kann fáa stórar avleiðingar fyri framtíðina og lívið hjá gentuni. Gentur, sum eru undir 18 skulu ikki vera fyri mismuni orsaka av aldri, tá tað kemur til at taka avgerðir um egna nøring, herundir abort.
Likamlig og sálarlig heilsa ikki longur orsøk
Hóast lond kunnu regulera abort við lóggávu, skal lóggávan ikki hava við sær brot á rættin til lívið hjá tí sum er upp á vegin – ella brot á onnur rættindi. Tí mugu avmarkingarnar ikki seta lív hjá kvinnum, sum eru upp á vegin, í váða, útseta tær fyri kropsligari ella sálarligari pínu ella líðing, diskriminera tær ella leggja uppí teirra privatlív.
Í uppskotinum verða møguleikarnir til abort eftir viku 12 avmarkaðar. Møguleikin at taka abort eftir viku 12 av tí at barnið fær álvarsama sálarliga sjúku, verður strikaður. Eisini verður møguleikin í eini akuttari støðu at geva loyvi til abort eftir viku 12, uttan loyvi frá samráðnum, smalkaður, so vandin fyri likamligari og sálarligari heilsuni hjá kvinnuni ikki longur er haldgóð orsøk.
Soleiðis verða enn fleiri forðingar lagdar afturat fosturtøkulógini. Broytingarnar gera seg inn á fleiri av rættindunum hjá tí, ið er upp á vegin, og setur heilsuna hjá kvinnuni í vanda.
Okkara áheitan – vísið álit, seti ikki forðingar
Í Amnesty Føroyum heita vit á, at rættindini hjá gentum og kvinnum, sum eru upp á vegin, eru í miðdeplinum í fosturtøkulógini.
Um ynski er um at fækka talið av abortum, mæla vit til at virða ábyrgdina, sum lond hava at tryggja atgongd til aldurshóskandi, munagóða og vitanargrundaða seksualupplýsing umframt at tryggja lætta atgongd til góða fyribyrging, heldur enn at seta forðingar fyri kvinnur, ið ynskja abort, og sostatt avmarka teirra kropsliga sjálvræði.







