Gjaldstreytir hjá Amnesty International Føroyar

Amnesty International Føroyar
J.H. Schrøters gøta 7
FO-100 Tórshavn
Føroyar

V-Tal: 366633

Skrásetingarnummar: 9181
Kontunummar: 0005617679
IBAN: FO74 9181 0005 6176 79
BIC: EIKBFOTF
Bank: Betri Banki P/F

Gjalding

Til ber at gjalda við Visa og Mastercard.

Peningurin verður drigin av tygara konto, tá vøran verður send frá ella heintað á Amnesty International Føroyar.

Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.

Allar upphæddir á heimasíðuni eru við meirvirðisgjaldi.

Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).

Amnesty International Føroyar nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.

Heimasíðan hjá Amnesty International Føroyar verður somleiðis bronglað við SSL protokol.

Veiting

Veitingartíðin fyri bíleggingar kann vera upp til 3 vikur.

Vørur verða sendar við Posta.

Iðranarrættur

Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 14-daga iðranarrætt at rokna frá tí degi vøran er leverað.

Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.

Um tú iðrar keypið, skal hetta boðast okkum frá í seinasta lagi 14 dagar eftir levering, og vøran skal vera okkum í hendi, seinast 14 dagar eftir at tú hevur boða okkum frá.

Iðrar tú keypið, skal hetta boðast frá á telduposti amnesty@amnesty.fo. Standardfrymilin skal útfyllast og viðfestast í teldupostinum (standardfrymilin finna tygum niðast á síðuni ”Handilstreytir”)

Standur á vøruni við afturbering

Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.

Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Amnesty International Føroyar um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.

Endurgjald

Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.

Endurgjaldskrav skal boðast Amnesty International Føroyar frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Amnesty International Føroyar endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.

Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.

Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:

Amnesty International Føroyar
J.H. Schrøters gøta 7
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Endurgjaldskrav sent sum postkrav verður ikki móttikið.

Tekna teg sum lim

Loyvi
Eg loyvi Amnesty at senda mær átøk, tíðindi, úrslit og stuðulsáheitanir við telduposti, sms-boðum ella telefon. Eg kann altíð taka hetta samtykkið aftur, tá ið eg frætti frá Amnesty, ella við at skriva til elsa@amnesty.fo.

Fastur limaskapur og avtala um at stuðla umvegis Nets
Tá ið ein limur ella ein stuðul stuðlar Amnesty International við føstum limagjaldi ella stuðulsgjaldi, loyvir hann Amnesty at taka ta valdu upphæddina av kontuni hjá sær við avtalaðum gjaldmillumbili, frá degnum tá ið avtalan er gjørd.

Kvittan
Í sambandi við innmelding ella stuðulsgjald fær limurin ella stuðulin kvittan við telduposti.

Skrásettar upplýsingar
Amnesty International skrásetur upplýsingar, sum verða tøppaðar inn í sambandi við stuðulsgjøld ella limaskap. Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum, men Amnesty goymir tær í fimm ár í sambandi við roknskapin.

Endurnýggjan
Tá ið limaskapur verður stovnaður ella stuðulsgjald latið, fær Amnesty International loyvi at seta seg í samband við limin ella stuðulin við telduposti ella telefon við tí í hyggju at endurnýggja avtaluna, tá ið konta er sett úr gildi, verður stongd ella annað. Sama geldur, tá ið skift verður til annan peningastovn.

Uppsøgn
Ein limur ella ein stuðul kann siga sína føstu avtalu upp við at seta seg í samband við Amnesty við telduposti ella telefon.

Iðranarrættur
Iðranarrætturin fyri einstøk stuðulsgjøld ella rindað limagjald er 14 dagar.

Er talan um mánaðarlig stuðulsgjøld, set teg so í samband við Elsu Wraae á elsa@amnesty.fo.

Klaguviðgerð
Klagur um mistøk ella trupulleikar í sambandi við stuðul kunnu sendast Amnesty International:

Amnesty International
J. H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn

Fartelefon: 235819
elsa@amnesty.fo

Viðskifta- og privatlívspolitikkur

Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.

  • Starvsfólkum og leiðslu hjá Amnesty International Føroyar
  • Útvaldir og álítandi triðjapørtum, ið nýta tínir persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
  • Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.

Fyri at strika tínar upplýsinar, skal Amnesty International Føroyar hava fylgjandi:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tað tænastur vit selja.

Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá Amnesty International Føroyar, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.

Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.

Stjóri og starvsfólk hjá Amnesty International Føroyar hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.

Ábyrgd av dátum hjá Amnesty International Føroyar: Amnesty International Føroyar

Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.

Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá Amnesty International Føroyar. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til amnesty@amnesty.fo.

Farspor (cookies)
Vit nýta farspor á amnesty.fo við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika farspor á tínari teldu. Les vegleiðingina her: Webshop Cookies og Privatlivspolitik.

Hagtøl
Vit nýta hagtøl á amnesty.fo, sum merkir at ein hagtalsskipan savnar upplýsingar um hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuna, hvaðani tey koma frá, og hvar tey fara av aftur heimasíðuni v.m.

Hagtølini verða einans nýtt til at betra um heimasíðuna hjá Amnesty International.

Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.

Brúkaravernd

Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá QuickPay:
https://quickpay.net/dk/terms-of-service

Klagur

Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.

Upplýsingar til iðrannarrætt

(Tá iðrannarrætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til amnesty@amnesty.fo )

– Til [Amnesty International, J.H. Schrøters gøta 7, FO-100 Tórshavn, Føroyar, amnesty@amnesty.fo]:

– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum iðrunarrætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:

– Navn á vøru (*)

– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)

– Navn á keypara (*)

– Bústaður hjá keypara (*)

– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)

– Dagfesting (*)