Fastur táttur er at fara á G! við Amnesty-súkluni. Myndin er frá 2018, tá limir í ungdómsbólkinum práta við festivalgestir um átøkini “mynd krevur samtykki” og “sex krevur samtykki”
Amnesty Ung er ungdóms-
bólkurin hjá Amnesty
International Føroyar.
Her hittast ung hvørja viku
at práta og kjakast um øll
møgulig áhugaverd evni
og at fyrireika tiltøk og átøk,
sum bólkurin skipar fyri.
HVAT ER AMNESTY UNG?
Amnesty UNG er ætlað øllum ungum, sum hava áhuga í mannarættindum, og sum vilja seta mannarættindi á dagsskránna. Tú verður við at skipa fyri tiltøkum, átøkum og gera Føroyar og heimin betri.
Umboð frá Amnesty UNG sita eisini í nevndini hjá Amnesty fyri at tryggja, at áhugamál og sjónarhorn hjá ungum verða hoyrd og tikin við.
Tú fært undirvísing í mannarættindum og í teimum átøkunum, vit arbeiða við. Tú lærur um aktivismu, um at skipa fyri tiltøkum og átøkum og um, hvussu vit kunnu skapa broytingar.
KOM VIÐ
Øll ung eru vælkomin við í Amnesty Ung.
Tú teknar teg til ungdómsbólkin við at fylla teigarnar niðanfyri út. Vit seta okkum í samband við teg, og boða tær frá, nær ungdómsbólkurin hittist aftur.
Kanska ert tú ikki heilt vís/ur í, hvat mannarættindi er? Tú kanst lesa eitt sindur um tað her.
“Mín luttøka í Amnesty Ung hevur givið
mær røttu umstøðurnar til at menna og
víðka mína vitan um mannarættindi og
arbeiðið innan hetta økið”
– Ida á Reynatúgvu,
limur í Amnesty UNG
“Felagsskapurin, eg kom í tá eg gjørdist limur av Amnesty Ung, var fantastiskur. Man møtir engageraðum fólki, ið man ger ymiskt saman við, sum faktiskt ger mun, samstundis sum man fær vinir fyri lívið”
– Sunnvá Midjord Mikkelsen,
limur í Amnesty UNG
Amnesty UNG á Faroe Pirde.
Amnesty UNG á veðurlagsverkfalli.
Amnesty UNG á G! festivalinum.
NORDIC YOUTH CONFERENCE
Hvørt ár verður skipað fyri Nordic Youth Conference. Tað er ein ráðstevna fyri ung í Amnesty deildunum í Norðanlondum.
Umframt at hitta onnur ung við somu áhugamálum, fáa luttakararnir undirvísing í mannarættindum, kunning um ymisk evni sum eru frammi í tíðini og so læra tey eisini at skipa fyri tiltøkum og átøkum.
Bjørt, Milia og Annika frá Amnesty UNG hava verið á Nordic Youth Conference.