Skip to content
amnesty@amnesty.fo
Facebook page opens in new windowYouTube page opens in new windowInstagram page opens in new window
Amnesty International Føroyar
Amnesty International Føroyar
  • HETTA ERU VIT
    • AMNESTY INTERNATIONAL
    • AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR
    • AMNESTY UNG
  • HETTA GERA VIT
    • ALTJÓÐA ARBEIÐI
    • ARBEIÐI Í FØROYUM
      • SKRIVA FYRI LÍV
      • FÓLKADRÁP
      • MYND KREVUR SAMTYKKI
      • SEX KREVUR SAMTYKKI
      • KROPSLIG RÆTTINDI
      • FLÓTTAFÓLK
      • FONGSULSVIÐURSKIFTI
      • LGTB+ RÆTTINDI
      • UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM
        • UM UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM
        • TILFAR – YNGRI NÆMINGAR
        • TILFAR – ELDRI NÆMINGAR
        • AMNESTY ACADEMY
        • LEINKJUR
        • BÓKALISTI
      • VIKA SEX
    • UM MANNARÆTTINDI
  • HETTA KANST TÚ GERA
    • TEKNA TEG SUM LIM
    • STUÐLA EINAFERÐ
    • LÍVLINJAN
    • GERST VIRKIN
    • SKRIVA FYRI LÍV
  • TÍÐINDI
  • HETTA ERU VIT
    • AMNESTY INTERNATIONAL
    • AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR
    • AMNESTY UNG
  • HETTA GERA VIT
    • ALTJÓÐA ARBEIÐI
    • ARBEIÐI Í FØROYUM
      • SKRIVA FYRI LÍV
      • FÓLKADRÁP
      • MYND KREVUR SAMTYKKI
      • SEX KREVUR SAMTYKKI
      • KROPSLIG RÆTTINDI
      • FLÓTTAFÓLK
      • FONGSULSVIÐURSKIFTI
      • LGTB+ RÆTTINDI
      • UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM
        • UM UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM
        • TILFAR – YNGRI NÆMINGAR
        • TILFAR – ELDRI NÆMINGAR
        • AMNESTY ACADEMY
        • LEINKJUR
        • BÓKALISTI
      • VIKA SEX
    • UM MANNARÆTTINDI
  • HETTA KANST TÚ GERA
    • TEKNA TEG SUM LIM
    • STUÐLA EINAFERÐ
    • LÍVLINJAN
    • GERST VIRKIN
    • SKRIVA FYRI LÍV
  • TÍÐINDI

HETTA GERA VIT

You are here:
  1. Forsíða
  2. HETTA GERA VIT
Amnesty

Altjóða arbeiði

null

arbeiði Í Føroyum

null

Um mannarættindi

Deil hetta
Share on FacebookShare on Facebook
Samband
Skriva til okkum á
amnesty@amnesty.fo
  • Opið:
    Mánadag - hósdag: 09:30 - 16:00
    Fríggjadag: 09:30 - 14:00

Find us on:

Facebook page opens in new windowYouTube page opens in new windowInstagram page opens in new window
  
Ring til okkum á
+298 235817
Vitja okkum á
J.H. Schrøters gøta 7
Instagram

Amnesty hevur júst ment eina nýggja (og ókeypis Amnesty hevur júst ment eina nýggja (og ókeypis) mannarættinda spæli app, ið kallast #RightsArcade. Royn okkara nýggju app, við at taka niður á tína 📱✊
Mannarættindastríðskvinnan er dømd fongsulsrev Mannarættindastríðskvinnan er dømd fongsulsrevsing og koyrilsbrestir fyri at mótmæla píning. Krev at Iran sleppir henni leysari. ✍️ SKRIVA UNDIR via leinkju í bio 👆
#freenargesmohammadi #humanrights
ÍDAG ER ALTJÓÐA DAGUR TIL MINNIS UM HOLOCAUST O ÍDAG ER ALTJÓÐA DAGUR TIL MINNIS UM HOLOCAUST OG ONNUR FÓLKADRÁP. Fylgi við tiltakinum sum verður stroymt úr Salt kl. 10.00 - 11.30. Evnið í ár, er "Armenska fólkadrápið”. Finn leinkið í bio ☝️Til ber eisini at síggja tilfar um dagin og evnið á undirvísingarportalinum https://snar.fo/holocaust 
#ongantíðaftur #holocaustremembranceday
ALTJÓÐA HOLOCAUSTDAGUR 2022 – TIL MINNIS UM AR ALTJÓÐA HOLOCAUSTDAGUR 2022 – TIL MINNIS UM ARMENSKA FÓLKADRÁPIÐ

Hósdagin 27. januar er almennur minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp. Saman við Námi skipar Amnesty aftur í ár fyri tiltaki, sum verður stroymt úr mentanarhúsinum Salt kl. 10:00-11:30. Sí leinkið til stroymingina í bio ☝️

Skráin er spekkað við áhugaverdum innsløgum - hygg bara her:
- Otto gram, varaskúlastjóri: Vælkomin
- Maria Titizian: Søgulig frágreiðing
- Serj Tankian, forsangari í System of a Down: Fyrsta fólkadráp í 20. øld
- Arousiak Berberian Hammer: Armeni í Føroyum
- Raffi Elliot: Støðan í dag
- Tóra Petersen, sálarfrøðingur: At finna syndabukkar
- Jenis av Rana, landsstýrismaður: Menningarhjálp til Armenia

Fyri hundrað árum síðani vóru armenar fyri fólkdrápi í Osmannaríkinum. Við skipaðari fyribeining og burturrakstri vórðu millum eina og hálva aðru millión armenar fyribeindir árini 1915-1923. Tey, sum høvdu ábyrgdina í osmanniska stýrinum, sluppu undan rættarsókn. Í dag stríðast armenar um allan heim fyri, at fólkamorðið skal verða viðurkent og minnið um brotsverkini tryggjað. 

Lesið meira um armenska fólkadrápið og finnið undirvísingartilfar á 
www.snar.fo/holocaust
#holocaustremembranceday #holocaust
AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR HEVUR SETT TURIÐ M AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR HEVUR SETT TURIÐ MARIU JÓHANSDÓTTIR Í STARV SUM AÐALSKRIVARA.

Turið Maria er 35 ára gomul og er útbúgvin innan samfelagsvísindi.

Turið Maria er kent andlit í Amnesty. Í 2015 var hon í starvsvenjing hjá Amnesty, og var hon við at byrja arbeiðið at kanna umstøður kring neyðtøkur í Føroyum. Eisini hevur hon eitt tíðarskeið verið verkætlanarsett, har hon tilrættislegði undirvísing í mannarættindum hjá felagsskapinum. Turið Maria hevur drúgvar royndir i sjálvboðnum arbeiði í fleiri felagsskapum – eisini hjá Amnesty sum samskipari hjá sjálvbodnum og nevndarlimur. Turið Maria hevur drúgvar royndir í sam- og fyriskipan, bæði í dagliga arbeiðinum í Mentanarhølunum í Miðbýnum umframt í ymiskum felagsskapunum. Eisini hevur Turið Maria royndir úr øðrum felagsskapum sum aðalskrivari, stigtakari, sjálvboðin og nevndarlimur.

12 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar. Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá Amnesty at seta Turið Mariu i starv.
 
Turið Maria Jóhansdóttir tekur við starvinum 1. februar 2022.
Fríggjakvøldið 10. des, Altjóða Mannarættind Fríggjakvøldið 10. des, Altjóða Mannarættindadag, kl 19-21 orðna Amnesty Ung fyri árligu Skriva fyri lívi-kaféini, ið verður á Býarbókasavninum💛✍️

Skriva fyri lívi er eitt altjóða átak, ið Amnesty skipar fyri á hvørjum ári. Vit skriva brøv og savna undirskriftir fyri fólki úti í heimi, ið eru fyri mannarættindabroti. Áheitanarbrøv og undirskriftir verða send til lokalu myndugleikarnar fyri at leggja trýst á, og samhugabrøv verða send beinleiðis til fólkini fyri at birta eina vón. Átakið er úrslitagott, og í 1/3 av málunum gera brøvini og undirskriftirnar mun. Hvørt ár verða milliónir av brøvum kring allan heimin savnað, og tey eru eitt nú við til at hjálpa fólki undan píning, at leyslata fólk, ið sita ósek í fongsli, og bjarga fólki undan deyðarevsing.

Tað er skjótt, ómakaleyst og ger stóran mun!

Í meðan vit skriva, spælir Fróði Bjarnason nakrar góðar tónar, og vit bjóða kaffi, te og okkurt søtt afturvið☕️🎶

Vit síggjast!
Kom framvið og ogna tær serstøk amnestyljós 🕯

Aftur í ár eru ljósini tey heilt serstøku endurnýtsluljósini sum Dugni
hevur framleitt fyri okkum.

Vit eru sera fegin um, at føroyingar hava tikið siðin til sín, at samla
og lata kertustubbar sum ljósini eru endurnýtt úr. Harafturat, eru vit sera
errin av hesum ljósunum, tí við hesum spara vit flutning – og harvið CO2
útlát - av ljósum til Føroya. 💚

Við keypi av endurnýtsluljósunum stuðla tit einari góðari føroyskari
framleiðslu og skapa harvið mennandi arbeiðsuppgávur til arbeiðsfólk hjá
Dugna.

Tað er ein siður, at seta Amnestyljós í vindeyguni á Altjóða Mannarættindadegnum, sum er 10. desembur. Ljósið
birtir vón og skínir á øll tey, hvørs rættindi eru skerd. 💛

Ynskja tit at stuðla hesi verkætlanini og ogna tykkum nøkur ljós, so eru tit vælkomin framvið básin hjá okkum á torginum í SMS fríggjadagin 3. desember og leygardagin 4. desember. Tit eru eisini vælkomin framvið á skrivstovuni hjá okkum, um tit ikki náa framvið básin í SMS.

#tendraeittljóstaðbirtirvón
25. november er altjóða dagur móti harðskapi m 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Aftur í ár fara Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið saman at varpa ljós á evni við tiltaki í Smæruni í Tórshavn, tann 25. november kl 13 - 16.

Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin!

Vinarliga sýnið Koronapass ella negativa koronotest ikki eldri enn 48 tímar.
Tilmelding er ikki neyðug, men vit eru takksom um tit geva okkum eitt prei á kristjan@amr.fo, um tit koma.

Skrá:
13:00
- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
bjóðar vælkomin
13:10
Eva Bertelsen, ph.d. “Seksuellur harðskapur í parlagi”
13:35
Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur, traumaserfrøðingur, Kvinnuhúsið “Royndunum úr Kvinnuhúsinum”
13:55
Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig um #Samtykki.
14:15
Steðgur
14:30
Pallborðskjak

Luttakarar: Jóhan Dahl, løgtingslimur, Kristianna Winther Poulsen, politikkari, Umboð fyri løgregluna, Eva Bertelsen, ph.d., Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur, Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig, stjórnmálafrøðingar

15.45
Samanumtøka og endi
Fylg á Instagram

Amnesty International Føroyar
Amnesty International Føroyar | Veitt av Nudlavirkinum
  • FORSÍÐA
  • HETTA ERU VIT
  • HETTA GERA VIT
  • HETTA KANST TÚ GERA
  • TÍÐINDI
  • PRIVATLÍVSPOLITIKKUR
Heintar leinkjur
Til toppin

Vit nýta cookies fyri at geva tær eina betri uppliving av okkara heimasíðu.

Tú kann lesa meria um okkara cookies í stillingunum her.

Amnesty International Føroyar
Yvirlit - privatlívspolitikkur

Okkara heimasíða nýtir cookies fyri at geva tær eina betri brúkara uppliving sum gjørligt, sum samstundis er við til at gera tína ferð á síðuni so góða sum møguligt. Tú kann altíð broyta uppá tínar stillingar av cookies. Les meira í okkara privatlívspolitiki.

Neyðugar

Hetta eru neyðugar cookies sum gera teir grundleggjandi stillingar á heimasíðuni, so at allar funkur virka sum tær skulu. Tað ber ikki til at frávelja hesi farspor.

Um tú frábiir tær hesar cookies, kann tú koma út fyri at einkultar funkur ikki virka sum tær skulu.

3. parts farspor

Heimasíðan brúkar Google Analytics fyri at innsamla upplýsingar um vitjandi.

Lat hesa cookies vera aktiva fyri at hjálpa okkum at gera síðuna betri.

Vinarliga loyv neyðugar cookies áðrenn so vit kunnu goyma tínar stillingar!

Privatlívspolitikkur

Sí meira upplýsingar á okkara síðu um privatlívspolitikk