Hvørji eru vit?

Heimasíða okkara er: https://amnesty.fo.

Hvørjar persónligar dátur savna vit og hví

Lívlínan

Eg loyvi Amnesty at senda mær átøk, tíðindi, úrslit og stuðulsáheitanir við telduposti, sms-boðum ella telefon. Eg kann altíð taka hetta samtykkið aftur, tá ið eg frætti frá Amnesty, ella við at skriva til elsa@amnesty.fo.

Tekna teg sum lim

Loyvi
Eg loyvi Amnesty at senda mær átøk, tíðindi, úrslit og stuðulsáheitanir við telduposti, sms-boðum ella telefon. Eg kann altíð taka hetta samtykkið aftur, tá ið eg frætti frá Amnesty, ella við at skriva til elsa@amnesty.fo.

Fastur limaskapur og avtala um at stuðla umvegis Nets
Tá ið ein limur ella ein stuðul stuðlar Amnesty International við føstum limagjaldi ella stuðulsgjaldi, loyvir hann Amnesty at taka ta valdu upphæddina av kontuni hjá sær mánaðarliga, frá degnum tá ið avtalan er gjørd.

Kvittan
Í sambandi við innmelding ella stuðulsgjald fær limurin ella stuðulin kvittan við telduposti.

Skrásettar upplýsingar
Amnesty International skrásetur upplýsingar, sum verða tøppaðar inn í sambandi við stuðulsgjøld ella limaskap. Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum, men Amnesty goymir tær í fimm ár í sambandi við roknskapin.

Endurnýggjan
Tá ið limaskapur verður stovnaður ella stuðulsgjald latið, fær Amnesty International loyvi at seta seg í samband við limin ella stuðulin við telduposti ella telefon við tí í hyggju at endurnýggja avtaluna, tá ið konta er sett úr gildi, verður stongd ella annað. Sama geldur, tá ið skift verður til annan peningastovn.

Uppsøgn
Ein limur ella ein stuðul kann siga sína føstu avtalu upp við at seta seg í samband við Amnesty við telduposti ella telefon.

Iðranarrættur
Iðranarrætturin fyri einstøk stuðulsgjøld ella rindað limagjald er 14 dagar.

Er talan um mánaðarlig stuðulsgjøld, set teg so í samband við Elsu Wraae á elsa@amnesty.fo.

Klaguviðgerð
Klagur um mistøk ella trupulleikar í sambandi við stuðul kunnu sendast Amnesty International:

Amnesty International
J. H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn

Fartelefon: 235819
elsa@amnesty.fo

Miðlar

Um tú sendir myndir út á netsíðuna, so eigur tú at lata vera við at senda upp myndir, sum hava innlagdar lokalitetsdátu (EXIF GPS). Vitjandi á síðuni kunnu tá taka myndirnar við hesum upplýsingum og taka tær frá myndunum.

Oyðublað til samskifti

Upplýsingar, sum eru sendar okkum við hesum oyðublaði, verða bronglaðar og verða ikki latnar øðrum.

Farspor

Um tú skrivar viðmerking á heimasíðu okkara, kanst tú velja at krógva navn, teldupost og heimasíðu í farsporum. Hetta er fyri at lætta um hjá tær, so tú ikki hevur fyri neyðini at skriva hesar aftur, tá tú viðmerkir aftur. Hesi farspor eru til taks í eitt ár.

Um tú hevur eina kontu, og tú ritar teg inn á hesa netsíðu, upprætta vit eitt fyribils farspor fyri at finna útav, um tín telda góðtekur farspor. Hesi farspor hava eingi persónlig dátu, og tey verða strikað, tá tú sløkkir kagan.

Tá tú ritar teg inn, upprætta við fleiri farspor og goyma tínar innritingarupplýsingar, og hvussu tú velur at síggja okkum. Innritanarfarspor varða í tveir dagar, og val av vísing í eitt ár. Um tú velur (minst til mín), heldur tin innritan í tvær vikur. Um tú ritar teg út av kontuni, hvørva innritanarfarsporini.

Um tú ritsjórnar ella gevur út eitt rit, verður eitt farspor aftrat goymt á tínum kaga. Hetta farspor hevur ikki nøkur persónlig dátu, men uppgevur einfaldar upplýsingar um riti, tú júst hevur ritstjórnað. Hetta hvørvur eftir einum degi.

Innlagt innihald frá øðrum netsíðum

Greinar á hesi netsíðuni kunnu hava innlagt tilfar (T.d. filmar, myndir, greinar o.s.fr.). Innlagt innihald frá øðrum netsíðum verður viðgjørt á júst saman hátt sum hevði tann vitjandi verið á eini aðrari netsíðu.

Hesar netsíður savna eisini dátu um tey, brúka farspor, innleggja sporing og vaka yvir, hvat tú gert við innlagda tilfari, um tú hevur kontu og ert innritaður.

Greining

Vit brúka farspor til tess at betra um og greina netsíðuna. Hesi eru vanlig Google-farspor, sum víst niðanfyri:

Farspor Gongur út Lýsing
_ga 2 ár Verður brúkt til at eyðmerkja brúkarar.
_gid 24 tímar Verður brúkt til at eyðmerkja brúkarar.
_gat 1 minutt Verður brúkt til at síggja, hvussu ofta ein brúkari sendir fyrispurning. Um Google Analytics verður sett í verk umvegis Google Tag Manager, verður hetta farspor navngivið _dc_gtm_<property-id>.
AMP_TOKEN 30 sekund til 1 ár Hevur eitt tekin, sum kann brúkast til at heinta eitt Client ID frá AMP Client ID service. Onnur møgulig virðir geva opt-out, inflight-umbøn ella eitt mistak, sum heintar eitt Client ID frá AMP Client ID-tænastuni.
_gac_<property-id> 90 dagar Inniheldur átakslíknandi upplýsingar til brúkaran. Um tú hevur leinkjað til tínar Google Analytics- og Google Ads-kontur, lesur Google-lýsingarsíðan hetta farspor, um tú ikki frámeldar teg.

Hvønn deila vit tíni dátu við

Henda netsíða verður skannað fyri møguligan illbúnað og veikleikar av Sucuris SiteCheck. Vit senda ikki persónligar upplýsingar til Sucuri. Sucuri finnur harafturímóti viðhvørt persónligar upplýsingar, sum eru almannagjørdir (t.d. í viðmerkingum), tá tey skanna. Les meira um Sucuri Sucuri’s privatlívspolitik.

Hvussu leingi goyma vit dátu tíni

Um tú skrivar eina viðmerking í t.d. kontaktoyðublaðið, so verður viðmerkingin og metadátu hennara goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er, fyri at vit kunnu kenna aftur og góðtaka seinni viðmerkingar beinleiðis uttan at tær skulu bíða eftir góðkenning.

Hjá brúkarum, sum upprætta seg á okkara netsíðu, goyma vit eisini persónligar upplýsingar, sum teir geva til sín vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, rætta í ella strika sínar persónligu upplýsingar altíð. (Tó kunnu teir ikki broyta brúkaranavn). Umsitarar av netsíðuni kunnu eisini síggja og viðgera hesar upplýsingar.

Hvørji rættindi hevur tú yvir dátum tínum

Um tú hevur eina kontu á hesari netsíðu, ella tú hevur skrivað viðmerkingar her, kanst tú biða um ein a fílu við teim persónligu upplýsingum, sum vit hava um teg, harímillum øll dátu, tú hevur givið okkum. Tú kanst eisini biða okkum strika allar upplýsingar, vit hava um teg. Hetta fatar ikki um dátu, sum vit hava skyldu til at goyma av fyrisitingarligum, lógartøkniligum ella trýgdarávum.

Hvagar senda vit tíni dátu

Viðmerkingar frá vitjandi kunnu møguliga verða kannað av sjálvvirkandi spamleitingartænastu.

Tín kunning um samband

Vit senda ikki øðrum hesar upplýsingar.

Aðrar upplýsingar

Trygd
Tá tú ert á innritanarsíðuni, sigur eitt fyribils farspor, sum hjálpir við samstarvinum við aðrar hættir at innrita seg. Hetta farspor hevur ongar persónligar uppýsingar og verður strikað eftir einum tíma.

Hvussu verja vit tíni dátu

Amnesty International Føroyar brúkar eitt SSL-samband allastaðni á netsíðuni til tess at brongla tíni dátu.

Vit geva ikki víðari ella selja upplýsingar.

Vit fara ongantíð at senda rúgvur av tíðindabrøvum og hava í løtuni ongar ætlanir um tíðindabrøv yvirhøvur.

Gerðalisti (logging)

IP-bústaðurin hjá vitjandi, samleiki hjá innritaðum brúkarum og brúkaranavn hjá innitanarroyndum eru náttúrliga neyðug fyri at verja netsíðuna fyri ávísum álopum. Dømi um støður, har gerðalisti er neyðugur, eru royndir at rita seg inn, umbøn at rita seg út, umbøn illgrunaverdir bústaðir, broytingar av tí, sum er á netsíðuni og dagføring av loyniorði. Hesar upplýsingar verða goymdar í 60 dagar.

Soleiðis strikar ella verjir tú fyri farsporum

Hvørjar mannagongdir hava vit í sambandi við dátubrot

So skjótt sum tú hevur skrásett teg sum kunda hjá [virkið], verður teldupostur, navn, bústaður, aðrir bústaðir og telefonnummur sett inn í skipanina. Hesar upplýsingar verða brúktar, so at tú kanst rita teg inn á heimasíðuni, og at vit kunnu senda tær týdningarmikil boð við telduposti.

Dømi um boð við telduposti kunnu vera, at broytingar eru framdar á sjálvari heimasíðuni, ella at vit hava góð tilboð o.s.fr.. Vit senda ikki tíðindabrøv við sølufremjandi tilfari so sum lýsingum og slíkum.

Hvørjum fáa vit dátu frá

Simply, Google Analytics, Instagram og Facebook.

Vit senda ikki upplýsingar á tínum vanga til onnur.

Hvat hendir sjálvvirkandi, tá vit viðgera brúkaradátu

Vit gera einki við tíni dátu. So leingi tú ert brúkari hjá okkum (á okkara heimasíðu), vera tíni dátu í okkara skipan. Tá ið kundakontan verður strikað, strika vit eisini øll tíni dátu.

Industriregulative krav om fremlæggelse

Útgevari.

Útgevari

Eigari og kunngeri av netsíðuni er:

Amnesty International Føroyar
J.H. Schrøters gøta 7
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Teldupostur: amnesty@amnesty.fo

Broytingar í privatlívspolitikkinum

Amnesty International Føroyar tilskilar sær rættindini til at dagføra og rætta privatlívspolitikkin til eina hvørja tíð. Fyri at tryggja tær at tú hevur nýggjastu dagføringina av privatlívspolitikkinum, eigur tú javnan at vitja hesa síðu.

Seinasta dagføring: 18.10.2021