KÆRLEIKI ER EIN MANNARÆTTUR
KÆRLEIKI ER EIN MANNARÆTTUR
GRUNDLEGGJANDI RÆTTINDI
Rætturin til javnrætt og at vera fyri uttan mismuni eru grundleggjandi grundreglur í teimum rættindum, sum eru skjalfest í Yvirlýsingini um Mannarættindum og øðrum mannarættindastovnum – og sáttmálum. Mannarættindini eru galdandi fyri allar heimsins borgarar.
Øll menniskju eru fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi. Tey hava skil og samvitsku og eiga at fara hvørt um annað í bróðuranda.
– grein 1 í Yvirlýsingini um Mannarættindi
Hesi rættindi eru galdandi fyri øll menniskju líka mikið kyn, kynsligum sannføring og samleika (við meira). Tí er heldur ikki lógligt at lógeva, soleiðis at ávísir bólkar í samfelagnum verða fyri mismuni vegna kynsliga sannføring og samleika – beinleiðis ella óbeinleiðis.
RÆTT AT VERÐA TANN TÚ ERT
Øll skulu kunna vera errin av sær sjálvum og hvønn tey elska.
Vit hava øll rættindi at úttykkja okkum frítt.
Eintáttaðar fatanir av kyni og smáleika kunnu verða oyðileggjandi og avmarka hvussu fólk liva teirra lív. Ikki bert tað, men ágangur og harðskapur mótvegis LGBT+ fólki, setur tey í ein størri vanda at vera úti fyri kropsligum og sálarligum harðskapi, og tískil trúgva vit, at basa homofobi og transfobi fer at bjarga lívum. Fólk verða frælsari at liva lívið, sum tey vilja og føla.
Hetta snýr seg um rættin at vera tann, tú ert. Øll hava rætt til lív, fræsli og trygd.
MANNARÆTTINDABROT KRING HEIMIN
Kring allan heim er menniskju undir ágangi fyri hvønn tey elska og hvørji tey eru
I fleiri londum eru samkynd, tvíkynd, tvørkynd og millumkynd fyri stórum mismuni. Hesin mismunur kann verða grundaður í kynsligari sannføring, kynssamleika, kynsframbering ella kynseyðkenni (t.d. kynsgøgn, kromosom og nøringarlimir).
Frá happing, verða rópt/at á gøtini, at fáa bank til at verða nokað/ur arbeiði ella hóskandi heilsurøk – vavið av ójavnari viðferð víðfevnandi og oyðleggjandi. Tað kann eisini verða ein hóttan ímóti lívinum. Bara av hvør tú ert. Viðhvørt kemur illviljin eisini frá stjørnini, sum skal verja teg t.d. í Tjetjenia, har eitt alment stuðlað átak førdi við sær at samkyndir menn vórðu burturførdir, vórðu píndir og eisini dripnir. Í Bangladesh eru LGBT+ aktivistar dripnir av vápnaðum hernaðarbólkum uttan at løgregla og stjørn hava víst vilja í fremja rættvísi fyri familjurnar, sum sótu eftir. Og so eru tað tey londini, har LGBT+ arar liva í ótta fyri at verða fyri harðskapi, álopin og myrd.
At hava sex við einum av sama kyni er eitt lógarbrot í fleiri enn 70 londum, og í nýggju londum verður hetta revsað við deyðadómi. Aðrastaðni finna vit fordómar, stigmatisering, niðurgering og mismun.
Amnesty International Føroyar arbeiðir fyri, at LGBT+ fólk í Føroyum skulu liva eitt frælst og trygt lív uttan mismun og órætt.
Sjálvt um samkynd nú kunnu giftast í Føroyum er stríðið fyri LGBT+ rættindum ikki av, tí enn vænta umstøður og rættindi.
Amnesty heitir á øll lond um at
ÁRSINS LGBT HEIÐURLØN 2018
“Hendan heiðursløn verður latin Amnesty International Føroyar fyri at hava verið ein katalysator fyri, at LGBT Føroyar rørslan varð sett á stovn í 2011. Amnesty International vildi tá, eins og í dag, seta vantandi rættindi hjá sam-, tví- og tvørkyndum kring heimin í miðdepilin – og tí eisini í Føroyum. Tí kallaði Amnesty International Føroyar inn til almennan fund í hølunum hjá felagsskapinum á vári 2011. Úrslitið varð, at føroysku LGBTarnir, ið møttu upp til fundin, valdu at seta á stovn egna rørslu. Tað gjørdist LGBT Føroyar. Amnesty International Føroyar hevur síðani gingið hvørt ár á odda á Faroe Pride skrúðgongunum, eins og felagsskapurin hevur skrivað fleiri lesarabrøv, luttikið í politiskum hoyringum og fingist við annað lobbyvirksemi í eini roynd at betra um korini hjá LGBTarum í Føroyum og at veita hesum javnrættindi. Hetta arbeiði hevur eisini givið jalig úrslit í Føroyum við m.a., at samkynd nú kunu giftast borgarliga í Føroyum. LGBT Føroyar vil fegin heiðra og takka felagsskapinum og limum tess fyri hetta týdningarmikla og meiningsfulla arbeiði við at lata hesa heiðursløn til mannarættindafelagsskapin.”
LØGFRØÐILIGT KYNSSKIFTI
Tað skal vera møguligt, at fáa løgfrøðiligt kynsskifti
Í øllum samfeløgum valda kynsnormar, sum staðfesta ”hóskandi” atburð hjá einum manni og eini kvinnu. Normarnir eru ymiskir úr einum samfelag í annað og broytast eisini við tíðini. Men einstaklingar, sum ikki rúmast í kassunum, og sum ditta sær at bróta tey ósjónligu mørkini, eru ofta stigmatiseraðir og fyri mismuni. Tíverri eru eisini fleiri dømi um, at hesir einstaklingar eru fyri grovum harðskapi og sálarligum ótrivnaði.
Í 2014 gjørdi Amnesty eina altjóða frágreiðing*, sum lýsti brot á rættindini hjá tvørkyndum. Listin var langur og taldi brot á rættin til privatlív, rættin at vera javnsettur fyri lógini, rættin til heilsu og sálarheilsu og rættin til eitt lív uttan mismun. Í allarflestu londum fáa borgararnir føðibræv, persónstal ella annað samleikaprógv, sum staðfestir teirra kyn. Tað ásetta kynið fylgir teimum alt lívið og hevur stóra ávirkan á, hvussu teir verða flokkaðir, og hvussu umheimurin møtir teimum.
Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í tí ásetta kyninum. Tey mugu annaðhvørt kúga sín kynssamleika fyri at laga seg eftir samfelagsnormunum ella halda fast í honum, men lata sær stóran mismun og misálit lynda frá samfelagnum, tey búgva í.
Hesi seinnu árini hava fleiri evropeisk lond framt lógarbroytingar, sum geva tvørkyndum møguleikan at skifta kyn løgfrøðiliga, soleiðis at tey kunnu verða skrásett og fáa samleikaprógv samsvarandi egnari fatan av egnum kyni. Millum hesi londini teljast Danmark, Holland, Spania, Norra, Írland, Malta, Portugal og Svøríki.
Fáa føroysk tvørkynd møguleikan fyri løgfrøðiligum kynsskifti, sleppa tey í gerandislívinum at liva og virka í samsvari við tað, tey eru.
Okkara heimasíða nýtir cookies fyri at geva tær eina betri brúkara uppliving sum gjørligt, sum samstundis er við til at gera tína ferð á síðuni so góða sum møguligt. Tú kann altíð broyta uppá tínar stillingar av cookies. Les meira í okkara privatlívspolitiki.
Hetta eru neyðugar cookies sum gera teir grundleggjandi stillingar á heimasíðuni, so at allar funkur virka sum tær skulu. Tað ber ikki til at frávelja hesi farspor.
Um tú frábiir tær hesar cookies, kann tú koma út fyri at einkultar funkur ikki virka sum tær skulu.
Heimasíðan brúkar Google Analytics fyri at innsamla upplýsingar um vitjandi.
Lat hesa cookies vera aktiva fyri at hjálpa okkum at gera síðuna betri.
Vinarliga loyv neyðugar cookies áðrenn so vit kunnu goyma tínar stillingar!
Sí meira upplýsingar á okkara síðu um privatlívspolitikk