UM MANNARÆTTINDI

Føroyar eru partur av altjóða samfeglagnum, og vit hava bundið okkum til eina røð av mannarættindasáttmálum.

Mannarættindi eru tær felags spælireglur sum gera, at vit kunnu hugsa, tosa og liva frítt saman – og at vit hava rætt til og møguleika fyri at liva eitt trygt lív. Rættindini hava vit, tí vit eru menniskju. Øll menniskju í heiminum hava hendan grundleggjandi rætt.

Mannarættindini eru skrivaði í Heimsyvirlýsinginahjá ST í í 1948. Tá savnaðust heimsins leiðarar og orðau hesi grunnleggjandi rættinfi, sum skuldu verða galdandi fyri øll – og sum eingin kundi taka aftur. Hetta hendi stutt eftir 2. veraldarbardaga. Síðan heimsyvirlýsingin var skrivað hevur hon virkað sum ein leiðregla fyri, hvussu øll menniskju hava rætt at verða viðførd og hvussu vit hava skyldu at fara við øðrum.

Men sjálvt um vit hava hesi mannarættindi, so eru ikki øll lond, sum yvirhalda mannarættindini, og tað kunnu tað verða ymiskar orsøkir til. Kanska vil stjørnin ikki, at fólkið skal hava rætt at siga sína meining og tosa ímóti avgerðum hjá stjørnunum. Kanska øll fólkini í einum landi ikki hava atgongd til skúla ella læknahjálp.

HEIMSYVIRLÝSINGIN UM MANNARÆTTINDI

Virðisgrundarlagið hjá Amnesty byggir á heimsyvirlýsingina um mannarættindi hjá Sameindu Tjóðum (ST) frá 1948. Ásetingarnar í heimsyvirlýsingini um mannarættindini er grundarlagið fyri øllum, sum Amnesty arbeiðir fyri. Visjónin er ein heimur, har hvørt einasta menniskja hevur øll tey 30 mannarættindini í yvirlýsingini umframt øll tey rættindini, sum aðrir altjóða sáttmálar tryggja.

Yvirlýsingin er eitt skjal, sum lýsir frælsi og javnrættindi. Hendan lýsing verjir rættindini hjá øllum menniskum í øllum heiminum.

Hetta var fyrstu ferð, at heimins lond samdust um, at frælsi og rættindi skulu verða vard, so allir heimins borgarar kunnu liva eitt frælst, rættvíst og virðiligt lív.

Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi er eitt skjal, sum virkar sum ein alltjóða kort/vegleiðing fyri frælsi og javnrættindi – hon verjir rættin hjá øllum menniskjum allastaðni. Tað var fyrstu ferð heimins lond samdust um at frælsi og rættindi sum hava uppiborðið universal verju, so at heimsins borgarar kunnu liva lívið frælst, rættvíst og við virðing.

Stutt eftir annan verðaldarbardaga varð Sameindu Tjóðir stovnað fyri at tryggja heimsfrið. 10. desembur í 1948 varð Heimsyvirlýsingin samtykt og sett í gildi, og viðurkennur yvirlýsinging, at mannarættindi eru grundarlagið fyri frælsi, rættvísi og friði.

Heimsyvirlýsingin inniheldur 30 rættindi og frælsi, sum vit øll hava og sum eingin kann taka frá okkum. Rættindini eru eisini grundarlagiið fyri altjóða mannarættindalóggávu.

ALTJÓÐA SÁTTMÁLAR

Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum og hava bundið seg til eina røð av mannarættindasáttmálum. Á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum fært tú yvirlit yvir altjóða sáttmálarnar og innlit í, hvussu eftirlitið við hesum sáttmálunum fer fram.

Amnesty fylgir við hesum arbeiði og hevur gjørt viðmerkingar og frágreiðingar í samband við onkrar av eftirmetingunum.

 NØKUR MANNARÆTTINDAEVNI 

 UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM 

Vit hava savnað tilfar um undirvísiníg mannarættindum umframt tilfar um, hvussu slík undirvísing kann fara fram.