AMNESTY INTERNATIONAL
HVØRJI ERU VIT?
Amnesty International er ein altjóða felagsskapur við fleiri enn 10 milliónum stuðlum – menniskju kring allan heim, sum øll taka órættvísi persónligt. Vit arbeiða fyri einum heimi, har øll menniskju hava tey grundleggjandi rættindi, sum ST-yvirlýsingin um mannarættindi ásetur.
Tað er betri at tendra eitt ljós
enn at biðja ilt yvir myrkrið
– Peter Benenson,
Stovnari av Amnesty International
UM AMNESTY
TAÐ BYRJAÐI VIÐ EINI SKÁL FYRI FRÆLSI
Í 1961 var Portugal stýrt av einaráðisharranum Antonio de Oliveira Salazar. Ein dagin høvdu tveir ungir dreingir skálað fyri frælsinum, og fyri tað vórðu teir fongslaðir. Hetta frætti Peter Benenson, ein bretskur sakførari, og hann øtaðist við. Peter Benenson skrivaði eina grein í The Observer, sum hann kallaði Gloymdu fangarnir.
Lítið visti Peter Benenson, hvat hann júst hevði byrjað. Bløð um allan heim endurprentaðu greinina. Hendan greinin var eitt neyðarróp, tí Benenson helt, at okkurt ítøkiligt mátti gerast fyri allar teir fangarnar, sum vóru fongslaðir fyri teirra politisku og átrúnaðarligu meingar. Í greinini heitti Peter Benenson á fólk kring allan heim um at virka í felag fyri rættvísi og frælsi. Hann bað fólk skriva fyri hesum fangum.
Greinin hjá Peter Benenson kveikti eina serliga rørslu og slóðaði fyri einum nýggjum máta at virka fyri broytingum í samfelagnum. Peter Benenson eggjaði eisini fólki at skriva brøv til portugisisku stjørnina og heita á tey um at leyslata portugisisku fangarnar. Kring allan heim tóku fólk boðini frá Peter Benenson til eftirtektar og skrivaði brøv fyri gloymdu fangunum. Fyri at skipa átakið betri var felagsskapurin Amnesty International stovnaður. Og soleiðis byrjaði Amnesty International.
Í Amnesty skriva vit enn brøv til og fyri fangar, men vit gera eisini eina rúgvu afturat hesum. Á heimsíðuni hjá Altjóða skrivstovuni hjá Amnesty International ber til at lesa um alt arbeiðið, Amnesty ger altjóða. Hana finnur tú her. Hvørjum vit arbeiða við í Føroyum ber til at lesa her.
Ikki fyrr enn tann seinasti samvitskufangin
er leyslatin, tað seinasta píningarkamarið er afturlatið,
og ST-yvirlýsingin um mannarættindi er ein veruleiki
fyri fólkið í heiminum, verður arbeiði okkara liðugt
– Peter Benenson
AMNESTY Í DAG
Í 1961, tá ið felagsskapurin varð stovnaður, hevði fáur sæð fyri sær, at tann, sum fremur píning, fór at gerast friðleysur, at flestu lond í heiminum fóru at banna deyðarevsing, og at stjórnarleiðarar, sum fremja krígsbrotsverk móti mannaættini, fóru at verða settir fyri ein altjóða dómstól.
Eftir meira enn 50 ár við nógvum ítøkiligum úrslitum hevur Amnesty verið fyri kollveltandi broytingum. Tí tann, sum støðugt vil ganga á odda í stríðnum fyri mannarættindum, má lata sær broytingar lynda.
Amnesty byrjaði sum ein rørsla við tí endamálið at fáa leyslatið fangar, sum av órætti vóru fongslaðir. Amnesty hevur nú voksið seg til heimsins størsta mannarættindafelagsskap. Vit eru farin frá at arbeiða fyri bert at leyslata fangar til at arbeiða út frá allari Heimsyvirlýsingini um mannarættindi hjá ST, og arbeiða tí fyri at basa øllum slagi av mannarættindabrotum. Les meira um mannarættindi og mannarættindabrot her.
Okkara arbeiði fevnir tískil víða um t.d. arbeiða vit fyri at verja og styrkja hvørt einstaka menniskja. Vit arbeiða fyri, at fólk frítt kunnu siga sína hugsan og trúgva tí, tey vilja. Vit arbeiða fyri at enda diskriminatión og deyðarevsing. Vit vilja, at øll lond verja seksual- og nøringsrættindi. Og vit arbeiða fyri, at rættindini hjá flóttafólkum verða vird.
Bygnaður
Vit eru farin frá at hava eitt høvuðssæti í London til at hava stórar økismiðstøðir kring allan heimin – í Afrika, Asia, Latínamerika, Miðeystri, Evropa og Eysturevropa. Økismiðstøðirnar fáast við kanningararbeiði, átøk og samskifti. Hetta ger, at vit skjótariog betri megna at átala, mótmæla og virka ímóti mannarættindibrotum. Vit eru ein reystari rødd fyri frælsi og rættvísi.
Hugsa tær, hvat vit kunnu avrika, tá ið vit standa lið um lið við aktivistar úr øllum pørtum av heiminum. Hvussu nógvar samvitskufangar vit kunnu fáa leysar, hvussu nógvum ofrum fyri píning vit kunnu bjarga, og hvussu nógv menniskju vit kunnu geva møguleikan at krevja síni rættindi og rættin til eitt virðiligt lív.
Óheftni
Amnesty International er politiskt og átrúnaðarliga óheft og eisini óheft av øllum fíggjarligum áhugamálum. Eingin stjórn er friðað fyri atfinningum frá Amnesty, og eingin støða er vónleys.
Kanningararbeiði í Sýria.
Undirskriftainnsavnan í Kanada.
Mótmælisgonga í Týsklandi.