ALTJÓÐA ARBEIÐIÐ

VIT ARBEIÐA FYRI, AT ØLL MENNISKJU KUNNU LIVA EITT FRÆLST OG RÆTTVÍST LÍV. VIT KANNA MANNARÆTTINDASTØÐUNA KRING ALLAN HEIMIN OG ARBEIÐA FYRI AT BETRA UMSTØÐURNAR.

HVAT GER AMNESTY?

Amnesty er á staðnum, tá tað hendir. Í brennideplunum kring allan heim kanna starvsfólk hjá Amnesty mannarættindabrot – tað verið seg í krýggi, flóttafólkalegum, í fongslum, náttúrðuvanlukkkum og í gerandisdegnum. Amnesty tosar við tey, ið eru fyri órætti, eygnavitni, serfrøðingar og onnur fyri at skjalprógva tað, ið fer fram. Vit gera frágreiðingar, sum aðrir felagsskapir, ST, miðlar og onnur arbeiða víðari við á ymsan hátt.

Við at skjalprógva kunnu vit heita og leggja trýst á leiðarar og landsins stjørnir um at bøta um umstøðurnar.

  • Vit kanna og almannakunngera veruleikar, tá mannarættindabrot verða framd
  • Vit ávirka stjórnir og aðrar valdsmiklar bólkar so sum stórar altjóða fyritøkur. Tí vit vilja tryggja okkum, at tey eftirliva grundleggjandi mannarættindi.
  • Vit fortelja ta sonnu og sterku søguna hjá teimum menniskjum sum vit arbeiða saman við.
  • Vit hava milliónir av stuðlum og virknum limum, sum vit íverkseta átøk saman við fyri at broyta heimin og verja tey mest sárbæru menniskjuni í heiminum.
  • Vit stuðla og eggja øllum menniskjum at krevja síni rættindi við at upplýsa um grundleggjandi mannarættindi.

SOLEIÐIS HENDA BROYTINGAR

Kanningar

Okkara serfrøðingar gera gjøllar kanningar av mannarættindabrotum. Mannrættindabroytingar byrja við at veruleikanum.

Trýst

Vit brúka okkara kanningar til at ávirka og trýsta stjørnir, politikarar og fyritøkur at taka røttu avgerðirnar.

Átøk og tiltøk

Við at savna undirskriftir inn, skriva brøv og skipa mótmælisgongur leggur fólkið trýst á at fáa broytingar framdar.

Tirana Hassan er leiðari fyri kanningararbeiði í kreppum. Her er hon á ungarnska markinum, har Ungarn er við at steingja markið til Serbia. Flóttafólk eru fangaði á markinum, og ungarniskir mynduleikar skilja familjur at við táragassi og vatnkanónum.

Lógin fyri
Amnesty International

Yvirlýsing fyri
Amnesty International

5 strategisk mál hjá
Amnesty International

Heinta 5 mál

Altjóða ársfrágreiðingin

Amnesty International útgevur hvørt ár eina ársfrágreiðing har mannarættindabrot í øllum heimsins londum verða umrødd. Tað er ein gjøgnumgongd av hvørjum einstøkum landi, og henda frágreiðing er grundarlagið undir stórum parti av arbeiðnum hjá felagsskapinum. Í hesi frágreiðing verða Føroyar viðgjørdar sum partur av kongaríkinum Danmark.

Sí altjóða frágreiðingar hjá Amnesty International: