Kropslig Rættindi

Mín Kroppur Míni Rættindi
Vit hava øll rætt til at taka avgerðir um okkara egnu heilsu, kropp, kynsligu sannføring og nøring uttan at bera ótta ella vera fyri tvingsli, harðskapi ella mismuni. Men kring allan heimin er frælsið hjá fólki til at taka hesar avgerðir avmarkað av stjórnum, heilsustarvsfólkum og enntá familjulimum. Revsilógir og revsitiltøk verða ofta nýtt við tí endamáli at stýra avgerðum um kynslív og nøring.
KYNS- OG NØRINGARRÆTTINDI
Kyns- og nøringarrættindi eru rættindi, ið vit øll hava. Tey geva okkum m.a. rættindini at:
- taka avgerðir um okkara egnu heilsu, kropp, kynslív og kynsligu sannføring uttan at skula óttast tvingsil ella kriminalisering
- leita eftir og fáa kunning um kynslív og nøring og fáa viðkomandi heilsutænastur og fyribyrging
- velja, um og nær vit vilja hava børn, og hvussu nógv børn vit vilja hava
- velja, hvønn vit hava kynsliga samveru við, umframt um og nær vit vilja giftast
- velja, hvørja familju vit vilja skapa
- liva eitt lív uttan mismun, tvingsil og harðskap, sum til dømis neyðtøku og annan kynsligan harðskap, umskering, tvingsilsgitnað, tvingsilsabort, tvingsilssterving og tvingsilsshjúnaband.
Kyns- og nøringarrættindi hjá gentum og kvinnum eru m.a. staðfest í Kvinnusáttmálanum hjá ST, CEDAW. Les sáttmálan ella meira um Kvinnurættindasáttmálan her.

FØROYSKA ABORTLÓGIN
Hvussu lond skipa teirra abortlógir er ógvuliga ymiskt. Tær strangastu lógirnar loyva abortum undir ongum umstøðum, og tær frælsastu lógirnar eru tær, ið geva kvinnum fullan rætt at taka avgerð um at bróta eina viðgongu av innan ávíst vikutal. Og so eru tað lógir, ið loyva abort á ávísum førum.
Føroyska abortlóggávan er frá 1956 og loyvir abort í hesum serligu umstøðunum:
- um viðgongan er til vanda fyri lív ella heilsu hjá kvinnuni ella fostrinum
- um talan er um neyðtøku ella blóðskemd
- um vandi er fyri, at forstrið fær álvarslig kropslig ella sálarlig brek ella sjúku
- um kvinnan verður mett óegnað at hava barn av kropsligum ella sálarligum orsøkum
Í Føroyum hava vit sostatt eina lóg, sum í ávísum førum loyvir abort, men sum í ongum førum setur persónin, sum er upp á vegin, í miðdepilin.
Føroyska abortlógin kann lesast her.
MANNAGONGDIN
Fyri at fáa abort í Føroyum, skal ein kommunulækni og ein serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum játta, at kvinnan lýkur krøvini, ið lógin ásetur fyri at fáa abort.
Tá ið ein kvinna ynskir abort í Føroyum, skal hon fyrst til ein kommunulækna, og um kommunulæknin metir, at kvinnan lýkur krøvini í lógini, verður hon send á gynækologisku deildina á Landssjúkrahúsinum, har ein serlækni í kvinnusjúkum eisini skal gera eina meting av, um krøvini eru lokin. Metir serlæknin eisini at tey eru tað, fær kvinnan loyvi at taka abort. Metir serlæknin harafturímóti ikki, at kvinnan ger tað, fær hon ynskið um abort noktað.
Tað er revisvert fyri ein lækna at fremja eina abort, um krøvini í lógini ikki eru lokin, og tað er somuleiðis revsivert fyri hana, sum er upp á vegin, sjálv at bróta viðgonguna av.
STRONG ABORTLÓGGÁVA FØRUR TIL AÐRAR LOYSNIR
Sambært alheimsheilsustovninum hjá ST, WHO, førur strong abortlóggáva ikki við sær, at abortir ikki verða vera framdar, men harafturímóti førur tað við sær, at abortirnar verða ótryggar. Í Føroyum síggja vit, at stranga abortlóggávan ger, at kvinnur í Føroyum verða noyddar at finna aðrar loysnir t.d. at snúgva sær í heilsuverkinum ella at leita sær av landinum. Ein avleiðing av føroysku abortlóggávuni er tí eisini, at kvinnur í Føroyum ikki hava javnbjóðis møguleikar at fáa abort. Summar kunnu leita sær av landinum fyri at fáa abortina, men hetta er ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum.
KVINNAN SKAL SJÁLV AVGERÐA
Í Amnesty International halda vit, at gentur og kvinnur hava rætt at taka abort undir tryggum umstøðum við virðing fyri teirra tørvi og rætti. Okkara sjónarmiðið er grundað á, at hava kvinnur ikki møguleikan at velja abort, verða nøkur av grundleggjandi rættindum hjá kvinnum ikki vird. Rætturin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring, framtíð og rætturin til javnrætt, til ikki at vera fyri mismuni og til virðing fyri og verju av privatlívinum er staðfestur í altjóða mannarættindasáttmálum. Hesi rættindi verða ikki vird, loyva vit ikki kvinnum at taka abort.
Kvinnur skulu sjálvar hava ræðið at taka avgerð um egna nøring og viðgongu, og hesar avgerðir skulu takast av egnum vilja og uttan tvingsil, harðskap ella hóttanir. Eingin skal verða trýst at taka abort, og somuleiðis skal eingin verða noktað at taka abort.
Í Amnesty International halda vit tí, at verandi abortlóg skal dagførast, so gentur, kvinnur og øll, sum kunnu gerast upp á vegin, sjálvi kunnu taka avgerðir um egna nøring.
Les meira um abort og abortrættindi her.
TILTAK:
Føroyska abortlóggávan

Les um føroyska abortlógina og avleiðingar av henni út frá fakligum sjónarhornum, gransking og aktivismu.
DIANA REYNSTIND:
“Eg hevði ynskt, at stóra avgerðin
ikki lá í mínum hondum.”

Diana Reynstind er burðarfrøðingur og serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum, og er tí ein av læknunum, sum skal játta ella nokta kvinnum abort, tá ið tær hava ynski um tað.

Seksual- og nøringarrættindi eru grundleggjandi rættindi.
Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av kynjaðum harðskapi
og er eitt brot á rættindini hjá kvinnum.
-Nicole Ameline
Soleiðis segði Nicole Ameline, sum er í nevndini, sum hevur kvinnusáttmálan hjá ST um hendi. Sambært henni virða Føroyar ikki rættindini hjá kvinnum við verandi abortlóg. Eisini vísti Nicole Ameline á, at ein avleiðing av avmarkandi abortlógini kann vera, at summar kvinnur finna aðrar loysnir, sum kunnu gerast vandamiklar.
Kvinnusáttmálin hjá ST ber heitið The Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination Against Women og hevur til endamáls at basa øllum mismuni móti kvinnum. CEDAW-nevndin telur 23 mannarættindaserfrøðingar úr øllum heiminum. Limirnir umboða ikki lond, men eru við sum óheftir serfrøðingar.
Sambært CEDAW-nevndini er rætturin til kropsligt sjálvræðið staðfestur í Kvinnusáttmálnum, og fevnur tað eisini um kyns- og nøringarfrælsi. Eisini verður víst á, at tað er staðfest í sáttmálanum, at kvinnur sjálvar skulu avgerða, um og nær tær vilja hava børn, og hvussu langt skal vera ímillum børnini.
Aðrar ST-nevndir hava eisini víst á avleiðingarnar av strongum abortlógum, og týdningin av at avkriminalisera abortlóggávur. Í fjør segði hásendifrúan fyri mannarættindi hjá ST, Michelle Bachelet, at nøringarættindi er kjarnan í kropsliga sjálvræðnum hjá gentum og kvinnum.
EITT INNLIT Í STØÐURNAR
Aimi, Aimée og Maria hava valt at siga frá um teirra persónligu upplivingar at taka abort. Persónligu søgurnar og upplivingarnar geva okkum eitt innlit í tær ymsu støðurnar, kvinnur eru í, tá tær velja abort. Aimi, Aimée og Maria hava latið okkum kagað inn í teirra egnu upplivingar og royndir, og tær gera tað av eini og somu orsøk: Tær vilja brúka sína egnu søgu og upplivingar í stríðnum fyri at dagføra føroysku abortlóggávuna, og taka stríðið fyri tey, sum fara at standa í somu støðu, sum tær einaferð vóru í. Tær geva okkum innlit í ein fjaldan veruleika, sum vit alsamt síggja meir av.
Aimi Helbo
“Eg var kedd, men eg angri einki”

Aimi Helbo tók øll av bóli, tá hon, sum valevni til løgtingsvalið í fjør, segði á almennum veljarafundi, at hon hevði tikið abort. Hendingaferð hava kvinnur sagt alment, at tær hava tikið abort, og ongantíð áður hevði politikari ella valevni gjørt tað.
Aimée Risum Hansen
“Tað var rætta og neyðuga avgerðin”

Tá Aimée Risum Hansen gjørdist upp á vegin fyrst í 20unum, hvørki vildi ella metti hon seg føra fyri at gerast mamma.
Maria Guldbrandsø Tórgarð
“Eg hevði kensluna av, at tey drógu tíðina út, so eg ikki kundi fáa abortina, eg ynskti.”

Maria Guldbrandsø Tórgarð er ein av fáu kvinnunum í Føroyum, ið hevur sagt okkum søguna, tá ið hon óætlað gjørdist upp á vegin, og varð noydd at stríðast við føroyska heilsuverkið fyri at fáa abortina, hon ynskti.
SEX KREVUR SAMTYKKI
Við altjóða átakinum Mín kroppur míni rættindi, byrjaði Amnesty International í 2015 arbeiðið at tryggja kyns- og nøringarrættindini. Sumstundis sum Amnesty Føroyar arbeiddi fyri at bøta um viðurskiftini úti í heimi, setti Amnesty Føroyar sær eisini fyri at arbeiða við hesum viðurskiftum í Føroyum:
- Broytingar í revsilógini
- Allar ásetingar um hjúnarlag skulu strikast. Neyðtøka innan hjúnarlag skal ikki geva linari revsing
- Neyðtøka av verjuleysum skal ikki geva linari revsing
- Løgreglan skal hava fastar mannagongdir, tá neyðtøka verður meldað
- Tað skal verða møguleiki hjá neyðtøkuofri at fáa læknafrøðiliga kanning, sjálvt um neyðtøkan ikki verður meldað til løgregluna
- Kunning til neyðtøkuoffur og avvarandi um mannagongdir, rættindi osfr
- Neyðtøkuoffur skulu fáa bjóðað sálarfrøðiliga hjálp
1. mars 2022 komu vit á mál, tá ið Neyðtøkumóttøkan lat upp á Landssjúkrausinum.


Samtykkislóg
1. juni 2022 kom nýggja neyðtøkulógin í gildi eftir vit høvu virkað fyri hesari lógarbroyting síðan apríl 2021.
Samtykkislógin staðfestir, at sex krevur samtykki. Hetta er ein lóg, sum endurspeglar veruleikan, tí hon virðir kropsliga sjálvræðið, tí hon tryggar betri rættartrygd og tí at hon er eitt gott grundarlag fyri einari hugburðs- og mentarnarbroyting.
Revsilógin er eitt útrykk fyri etisku og moralsku reglurnar og virðini í okkara samfelagi. Ein neyðtøkulóg, ið byggir á samtykki, staðfestir kropsliga og seksuella sjálvræðið og sjálvavgerðararrættin hjá hvørjum einstaka. Nú verður í lógini virðað, at øll hava rætt til sjálvi at taka avgerðir um egnan kropp, og at eingin annar skal taka hesa avgerð.
Nýggja ásetingin í neyðtøkulógini byggir á eitt (sjálvboðið) samtykki. Hetta merkir, at partarnir skulu tryggja sær, at samtykki er givið. Samtykki kann gevast á ymiskan hátt: við orðum, kropsmáli, ljóðum, atferð ella øðrum sum klárt vísur ein áhuga.
Les meira um samtykkislógina her.