AIMI HELBO: EG VAR KEDD, MEN EG ANGRI EINKI
Aimi Helbo var júst flutt til Danmarkar at lesa, og var við at fóta sær eftir at hava verið í parlagi í fleiri ár. Hon hevði fingið egna íbúð, neyt lestrarlívið, og at gerast mamma var als ikki tað, hon vildi, tá hon óætlað gjørdist upp á vegin.
Aimi Helbo tók øll av bóli, tá hon, sum valevni til løgtingsvalið í fjør, segði á almennum veljarafundi, at hon hevði tikið abort. Hendingaferð hava kvinnur sagt alment, at tær hava tikið abort, og ongantíð áður hevði politikari ella valevni gjørt tað. Eingin ivi var um, at hetta var ein sjáldsom hending, tí dagarnar eftir var nógv at lesa og hoyra um Aimi og valfundin.
“Fólk kenna meg sum hana, sum segði tað. Tað er eitt sindur angstprovokerandi” viðgongur Aimi. Hon hevur skulað hoyrt nógv fyri tað, men tíbetur hevur tað mesta verið jaligt. Nógv hava róst henni fyri at traðka fram, onnur hava takkað henni fyri at siga sína søgu, men so eru tað eisini tey, sum hava sent henni óunnilig boð. Til dømis var ein, sum helt, at Aimi átti at verið yvirkoyrd og ein annar, sum metti tað vera Guðs størsta mistak at seta Aimi í verðina, fortelur Aimi. Men slík negativ boð tekur hon sær als ikki av, skundar Aimi sær at leggja afturat.
“Eg skal allatíð forsvara, hví eg tók abort,
og eg haldi ikki, at tað er viðkomandi fyri onnur”
– AIMI HELBO
“Tað var ikki torført at siga alment, at havi tikið abort” sigur Aimi og heldur, at tað mundi vera mamma hennara, sum var mest ørkymlað undan veljarafundinum á Hálsi í desemburmánaði í fjør. At taka abort er ógvuliga persónligt, og tað er als ikki nakað, kvinnur neyðturviliga skulu tosa opið um, heldur Aimi. Kortini følir hon, at hon hevur eina skyldu at siga sína søgu, tí onkur má gera tað, um broyting skal fara fram á økinum, heldur hon og leggur afturat, at tað er eyðsæð, at kvinnur flest ikki tosa opið um teirra abortir, tá kjakið so mangan er hvassorðað og óvirðiligt.
Eg vildi ikki vera mamma
Aimi var 23 ára gomul, tá hon fyri góðum seks árum síðani óætlað gjørdist upp á vegin. Tað var fyrst í januar, og hon var júst afturkomin til Danmarkar eftir jólafrí í Føroyum. Lítlu ábendingarnar, hon hevði fingið um viðgonguna, fingu hana ikki á tankarnar fyrr enn menstruatiónin ikki kom, tá hon átti at koma. Aimi legði tvey og tvey saman, og tók eina gitnaðarkanning. Tvær strikur komu til sjóndar.
Fyrsti tankin hjá Aimi var, at hon ikki vildi hava eitt barn, minnist Aimi afturá. Hon kendi seg ov unga, og var fyri stuttum flutt til Danmarkar at lesa námsfrøði. Hon hevði fingið egna íbúð, og var við at fóta sær eftir at hava verið í parlagi í fleiri ár. Hon neyt lestrarlívið, og at gerast mamma vildi hon ikki, greiðir Aimi frá.
Men Aimi ivaðist. Tí hóast hon ikki vildi hava eitt barn, var hon í iva, tí hon óttaðist, at tók hon eina abort, fór tað at ávirka møguleikarnar hjá henni at gerast upp á vegin aftur. Aimi sigur, at hon hevði eitt stórt ynski um at gerast mamma seinni í lívinum, men tað skuldi vera saman við einum maka, tá ið umstøðurnar vóru tryggar og góðar.
“Kvinnur, sum ynskja eina abort, gera tað ikki fyri stuttleikar”
– AIMI HELBO
Aimi kom til ta niðurstøðu, at hon vildi taka abort. Hon ringdi til kommunulæknan, og greiddi frá støðuni. At læknaskrivarin beinanvegin spurdi Aimi, hvat hon ætlaði, fekk Aimi at føla, at báðir møguleikar vóru í lagi. Og so gingu tað einans tríggir dagar til Aimi fekk abortina, og var hon tá komin seks vikur. Vaknu tímarnar hesar vikurnar, Aimi visti um viðgonguna, hugsaði hon um, hvat hon skuldi gera. Aimi ímyndar sær strongdu støðuna hjá teimum kvinnum í Føroyum, sum mugu stríðast fyri at fáa eina abort, tí fyri Aimi var tað týdningarmikið at hava tíð at hugsa seg um. Aimi er lættað yvir, at hon búði í Danmark, tá tað hendi.
Vit eru bara ganska vanligar kvinnur
“Kvinnur, sum ynskja eina abort, gera tað ikki fyri stuttleikar” staðfestir Aimi, og vísir aftur ábreiðslurnar um, at tað bert er ein avgreiðsluspurningur at taka eina abort. Tí er tað eisini týdningarmikið fyri Aimi, at vit tosa um, at tað kann vera svárt at taka eina abort. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu tað rakar kvinnur, sigur hon, men fyri hana var støðan svár og sárbær: “Eg hevði tað ræðuligt. Eg græt í fleiri vikur, men eg angri ikki, at eg tók abort.” Aimi hevur ringt at seta fingurin á, hví hon var so kedd, men leggur áherðslu á, at tað ikki var abortina, hon var kedd um ella tí at hon angraði. Kanska vóru tað hormonini, kanska var tað tí hon var einsamøll í støðuni, skjýtur hon upp. Sjálvt um Aimi var kensluliga ávirkað í eina tíð, leggur hon dent á, at hon ongantíð angraði at hava tikið abortina, og hóast tað kann vera tungt fyri summar kvinnur aftaná, má tað ikki vera ein grundgeving fyri, at abortir ikki skulu loyvast. “Eg havi ongantíð angrað. Og tað komi eg ongantíð at gera” er Aimi sannførd um.
“Vit eru bara ganska vanligar kvinnur”
-AIMI HELBO
“Eg skal allatíð forsvara, hví eg tók abort, og eg haldi ikki, at tað er viðkomandi fyri onnur” sigur Aimi. Eisini hevur hon ofta fingið at vita, at hon bara kundi hava ansað betri eftir, so hon ikki gjørdist upp á vegin. “Tað er sum um at fólk gloyma, at fyribyrging ikki altíð riggar”, argast hon inn á, tí sjálv tók Aimi p-bollar, men gjørdist kortini upp á vegin. “Eg gjørdi tað, ið kundi gerast fyri ikki at gerast upp á vegin. Tað skal eg ikki revsast fyri” heldur hon. Tað skal sjálvandi vera upplýsing um fyribyrging, men nógvar kvinnur gerast upp á vegin, sjálvt um tær brúka fyribyrging, og tað mugu vit minnast sigur Aimi. “Vit hava ikki bara sex fyri at at gerast upp á vegin, og um man ikki ynskir børn, kann man jú ikki liva í sølibati” heldur Aimi fyri.
Nógvar misskiljingar eru um at taka abort, og nógvir fordómar um tær kvinnur, sum hava tørv á eini abort, heldur Aimi, og tað vil hon gera sítt til at broyta. Aimi hevur ongantíð kent seg aftur í fordómunum, og sjálv kennir hon eisini fleiri kvinnur í øllum aldri og í ymiskum støðum í lívinum, sum hava tikið abort. “Vit eru bara ganska vanligar kvinnur” sigur Aimi.