AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR
Amnesty hevur limir og skrivstovur kring allan heim – eisini í Føroyum. Vit arbeiða fyri einum heimi, har øll menniskju hava tey rættindini, sum eru staðfest í ST-yvirlýsingini um mannarættindi og í øðrum ST-mannarættindasáttmálum.
Í 1965 tók Roland Thomsen stig til at seta Amnesty á stovn í Føroyum saman við Jóhonnu Jensen, Eyðun Johannesen, Finni Johannesen og Poul Skårup. Deildin í Føroyum er tí ein av teimum elstu deildunum hjá Amnesty yvirhøvur.
Fyrstu nógvu árini var Amnesty í Føroyum einans ein sjálvboðin nevnd, men nú hava vit eina skrivstovu við tveimum fólkum.
Sí eitt yvirlit yvir nevndarlimunum frá 1965 til 2022 her.
HØVUÐSMÁL
Amnesty International Føroyar arbeiða á ymiskar mátar, t.d. við at leggja trýst á politikarar, skipa fyri kunnandi átøkum, savna inn undirskriftir og skriva fyri lívi, fyri at røkka trý høvuðsmál.
Høvuðsmálini eru:
- At upplýsa um altjóða mannarættindi
- At upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna úti í heimi
- At upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna heima í Føroyum
NEVNDIN
Ein sjálvboðin nevnd verður vald á hvørjum ári. Hesi eru nevndar- og tiltakslimir 2026/2027:
Regin Berg, forfólk
Shakeel Jamil, næstforfólk
Malan á Dunga, peningarøkil
Bergtóra Patursson, nevndarlimur
Milia Egilsnes Anda, nevndarlimur
Elisa Vang, tiltakslimur
Siri í Ólavsstovu Davidsen, tiltakslimur
STARVSFÓLK




