VIT ARBEIÐA FYRI EINUM HEIMI, HAR ØLL MENNISKJU KUNNU LIVA EITT FRÆLST OG RÆTTVÍST LÍV. HETTA GERA VIT VIÐ AT VÍSA Á MANNARÆTTINDABROT Í FØROYUM, OG ARBEIÐA VIT FYRI AT BETRA HESA UMSTØÐUR.

Tíverri ber ikki til at halda annað,
 enn at mangt av tí, sum vit síggja
og frætta um støðuna í stórum parti
av heiminum í dag, er ræðandi.
Fleiri av dagsins stórveldum hava kosið
sær leiðarar, ið tykjast at hava lítlan
ans fyri teimum virðum, ið
Heimsyvirlýsingin staðfesti sum
grundvallarrættindi einstalingsins.

– Halgir Winther Poulsen,
fyrrverandi formaður í Amnesty Føroyum

TEY TRÝ HØVUÐSMÁLINI HJÁ AMNESTY INTERNATIONAL FØROYUM

  • at upplýsa um altjóða mannarættindi
  • at upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna úti í heimi
  • at upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna her heima

HVUSSU RØKKA VIT MÁLUNUM?

Vit arbeiða á ymiskan hátt og við ymiskum amboðum fyri at røkka okkara málum  t.d. við at

  • skipa fyri kunnandi tiltøkum og átøkum
  • ávirka politikarar
  • samstarva við aðrar felagsskapir
  • savna inn undirskriftir
  • skriva fyri lívi
  • hava framløgur og skeið

Lógin fyri Amnesty Føroyar

Ársfrágreiðing 2019/2020

Limablaðið