VIKA SEX
Hvørt ár í Viku Sex skulu føroysk
ung læra um teirra seksualrættindi. Tað
eru Sig Frá, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi,
og Amnesty, ið skipa fyri.
10 SEKSUALRÆTTINDI
1. At eingin munur verður gjørdur á teimum orsakað av teirra kyni og seksualitet
2. Samræði og luttøku í samfelagnum
3. At ráða yvir egnum kroppi
4. Privatlív
5. At hava ræði á egnum kyni og seksualitet
6. At frambera sín hugburð um kyn og seksualitet
7. Heilsutilboð, sum mennir teirra seksuellu heilsu og trivna
8. Vitan, undirvísing og ráðgeving um kropp, seksualitet og seksuella heilsu
9. Sjálvi at velja um tey vilja giftast og hava børn – og í so fall nær
10. At landið stuðlar teimum, so teirra seksuellu rættindi verða gingin á møti
ÁTØK Í VIKU SEX
VIKA SEX er samstarv millum Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Almannaráðið og Føroya Politi.
Hvørt ár velja vit eitt evni og samstarva við serfrøðingar innan evnini.
VIKA SEX 2020
SEKSUALUNDIRVÍSING
Í 2020 skipaðu vit fyri seksualundirvísing fyri øllum næmingum á 1. árs miðnámi og hetta gjørdu vit í samstarvi við KYN.
Góð seksualundirvísing hevur jaliga ávirkan á seksualvanarnar hjá teimum ungu. Við góðari seksualundirvísing fáa tey ungu betri vitan um, hvussu man fyribyrgir kynssjúkum, fyribyrgir at gerast við barn, eins og tey eru eldri, tá tey fyrstu ferð hava sex.
Amnesty arbeiðir við at upplýsa um kropslig rættindi. Tí tá ung eru tilvitað um egin kropslig rættinid, so duga tey betur at seta mørk og virða mørk hjá øðrum. Hetta er liður í størri arbeiði hjá Amnesty við SAMTYKKI og fyribyrging av neyðtøku.
Felagsskapurin KYN stóð fyri undirvísingini.
VIKA SEX 2019
MERK MØRK
Í 2019 var evni: MØRK. Og vit samstarvaðu við sjónleikarnar Persson og Dahl, sum gjørdu ein leik, sum varpaði ljós á kropslig mørk.
Tað hevur týdning at tosa um mørk, tí tá ung eru tilvitaði um síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, duga tey betri at siga frá og skapa sambond, har persónlig mørk verða vird.
Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av mørkum, og tora at gera vart við síni egnu mørk. Tilvitan um mørk hevur týdning fyri at viðurkenna mørk hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk.
Persson & Dahl stóðu fyri undirvísingini.
VIKA SEX 2018
MYND KREVUR SAMTYKKI
Í 2018 var evnið MYND KREVUR SAMTYKKI. Vit bjóðaðu øllum 1. miðnámskúlanæmingum til fyrilestrar um, hvat orðið samtykki merkir, og týdningin av at kenna egin mørk á netinum.
Tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tískil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.
Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum.
VIKA SEX 2017
SEX KREVUR SAMTYKKI
Í 2017 var evnið SEX KREVUR SAMTYKKI og seksualundirvísing.
Tað var í 2017 at umboð frá Apoteksverkinum setti seg í samband við samstarvið SAMTYKKI, og næstu árini vóru Apoteksverkið og Gigni við til at samskipa VIKU SEX.
Vit tosaðu um sex og samtykki, Gigni undirvísit og umboð frá apotekinum vístu á vørur og ráðgeving, sum er viðkomandi, og sum tey bjóða.