ALTJÓÐA ARBEIÐIÐ

VIT ARBEIÐA FYRI, AT ØLL MENNISKJU KUNNU LIVA EITT FRÆLST OG RÆTTVÍST LÍV. VIT KANNA MANNARÆTTINDASTØÐUNA KRING ALLAN HEIM OG ARBEIÐA FYRI AT BETRA UMSTØÐURNAR KRING ALLAN HEIM.

HVAT GER AMNESTY?

Amnesty er á staðnum, tá tað hendir. Í brennideplunum kring allan heim kanna starvsfólk hjá Amnesty mannarættindabrot – tað verið seg í krýggi, flóttafólkalegum, í fongslum, náttúrðuvanlukkkum og í gerandisdegnum. Amnesty tosar við tey, ið eru fyri órætti, eygnavitni, serfrøðingar og onnur fyri at skjalprógva tað, ið fer fram. Vit gera frágreiðingar, sum aðrir felagsskapir, ST, miðlar og onnur arbeiða víðari við á ymsan hátt.

Við at skjalprógva kunnu vit heita og leggja trýst á leiðarar og landsins stjørnir um at bøta um umstøðurnar.

  • Vit kanna og almannakunngera veruleikar, tá mannarættindabrot verða framd
  • Vit ávirka stjórnir og aðrar valdsmiklar bólkar so sum stórar altjóða fyritøkur. Tí vit vilja tryggja okkum, at tey eftirliva grundleggjandi mannarættindi.
  • Vit fortelja ta sonnu og sterku søguna hjá teimum menniskjum sum vit arbeiða saman við.
  • Vit hava milliónir av stuðlum og virknum limum, sum vit íverkseta átøk saman við fyri at broyta heimin og verja tey mest sárbæru menniskjuni í heiminum.
  • Vit stuðla og eggja øllum menniskjum at krevja síni rættindi við at upplýsa um grundleggjandi mannarættindi.

Tirana Hassan er leiðari fyri kanningararbeiði í kreppum. Her er hon á ungarnska markinum, har Ungarn er við at steingja markið til Serbia. Flóttafólk eru fangaði á markinum, og ungarniskir mynduleikar skilja familjur at við táragassi og vatnkanónum.