Nú fara vit aftur undir ‘Skriva fyri lívi’ – heimsins størsta mannarættindatiltak.

Hvørt ár í desembur mánaði skriva fleiri milliónir menniskju kring allan heimin brøv – brøv, sum bjarga lívum og birta vón. Amnesty International byrjaði sum rørsla, tá ið fólk kring heimin skrivaðu til portugisisku stjórnina um at leyslata tveir samvitskufangar. Hetta var 62 ár síðan, og vit skriva enn. Fyri 21 árum síðani savnaðust nakrir aktivistar í Pólandi, tí tey høvdu funnið upp á eitt tiltak. Tey skuldu skriva brøv í 24 tímar – tey kallaðu tað eitt skrivimarathon. Tiltakið varð so væleydnað, at árini eftir vórðu fleiri og fleiri lond, sum skipaðu fyri tílíkum tiltøkum. Hetta varð byrjanin til Skriva fyri lív, sum nú er vorðið størsta mannarættindatiltakið í heiminum.

Hvør ár verða nøkur átrokandi mál vald út. Tað kann vera einstaklingar ella bólkar, sum av ymsum orsøkum hava tørv á, at fólk í túsundatali skriva fyri sær. Í ár hava vit fýra mál, vit í Føroyum skriva fyri. 

Eftir so mong ár kunnu vit staðfesta, at tað riggar at skriva brøv. Í 1 út av 3 málum, vit skriva fyri, síggja vit ítøkiligar broytingar. Øll hesi árini hava fólk tískil tí verið við til at broyta lívini hjá fleiri hundrað fólkum, sum vit hava skrivað fyri: Fólk eru sloppin undan píning, ágangi og órættvísari fongsulsrevsing. Tá fleiri milliónir menniskju kring allan heim leggja trýst á lond og stjórnir, síggja vit úrslit.

 MOSES AKATUGBA VARÐ LEYSLATIN EFTIR ÁHALDANDI TRÝST 

Í 2005 varð 16 ára gamli Moses úr Nigeria ákærdur fyri at hava stolið tríggjar fartelefonir. Eftir at Moses varð illa píndur av løgregluni, váttaði hann ákærurnar og varð dømdur til deyða. Í 2015 vórðu fleiri enn 800.000 áheitanarbrøv latin guvernørunum í Nigeria, og Moses fekk náði. Tá hann varð leyslatin vísti hann stórt takksemi mótvegis teimum, ið høvdu skrivað fyri honum: “Eg vil tryggja teimum, at hesin stór innsatsurin ikki hevur verið til fánýtis. Eg vil vera mannarættindaaktivistur og stríðast fyri øðrum.” 

Og tað gjørdi Moses. Við egnum royndum stríddist hann saman við okkum fyri at fáa 15 ára gamla Magai Matiop Ngong latnan leysan. Magai var eisini dømdur til deyða, men eftir at fleiri enn 700.000 brøv, tweets, postkort og boð vórðu send myndugleikunum í Suðursudan, varð deyðadómurin tikin aftur og Magai leyslatin.

 ØLL KUNNU LUTTAKA 

 

Øll kunnu luttaka í Skriva fyri lív – privatpersónar, skúlaflokkar, fríðtíðarskúlar, bindiklubbar, bókaklubbar og øll møgulig onnur. Kom tú eisini við! Á síðini kanst tú lesa meira um Skriva fyri lív og hvussu tú kanst verða við at bjarga lívum.

 Í ÁR SKRIVA VIT FYRI 

Í novembur 2021 var Justyna ákærd fyri at hjálpa eini kvinnu við at taka eina abort. Í vár varð hon funnin sek og dømd átta mánaða samfelagstænastu.

Í trí áratíggju hevur Rocky Myers sitið í fongsli. Hann er dømdur til deyða hóast vantandi prógv og órættvísa rættargongd. 

Orsaka av veðurlagsbroytingum er lívsgrundarlagið í vanda hjá Pabai og Paul úr oyggjunum í Torressundinum.

Chaima fanst at forsetanum í Tunesia og varð handtikin og sett í varðhald í meira enn fýra mánaðir. Nú kann hon vænta fleiri áratíggju í fongsli.

 SOLEIÐIS KANST TÚ GERA 

 

Tú kanst skriva sjálv/ur ella biðja vinir og familju skriva saman við tær, skriva saman við flokkinum, bindiklubbanum ella tú kanst skipa fyri einum Skriva fyri lívi-tiltaki. Tú kanst skriva undir okkara undirskriftainnsavnin, tú kanst skriva eitt áheitanarbræv til myndugleikarnar ella tú kanst skriva eitt samhugabræv til tey, vit í ár skriva fyri. Tá ið tú hevur skrivað brøvini, kanst tú lata Amnesty Føroyum tey, og so senda vit øll brøvini úr Føroyum samlaði. 

 1. LES UM MÁLINI 

Tú kanst byrja við at lesa um teir persónarnar, sum vit í ár skriva fyri og tey mannarættindabrotini hesi hava verið fyri. 

 2. SKRIVA BRØV 

Tit kunnu skriva tvey sløg av brøvum: áheitanarbrøv og samhugabrøv. Tú avgerð sjálv/ur um tú skrivar áheitanarbrøv ella samhugabrøv – og enn betri um, tú skrivar bæði. Tú kanst skriva so nógv brøv, tær lystir.

ÁHEITANARBRØV

Áheitanarbrævið er ein áheitan um at virða rættindini hjá persóninum, vit skriva fyri. Vit heita á teir myndugleikar, sum hava møguleika at bøta um støðuna t.d. ein politiovasta, kong, forseta ella onkran annan. Tá fleiri túsund fólk skriva áheitanarbrøv leggja vit eitt stórt trýst á myndugleikarnar.

 

Vit hava gjørt dømi um áheitanarbrøv, so tú kanst fáa íblástur til, hvussu sílk brøv kunnu skrivast. Dømini sært tú í málunum, vit skriva fyri.

SAMHUGABRØV

Samhugabrøv skriva vit til persónarnar, tí vit vilja vísa okkara stuðul. Her er møguleiki at skriva teimum eina persónliga, stuðlandi og vinarliga heilsan ella tekna eina tekning. Ein heilsan kann gera stóran mun, tí so vita tey, at tey ikki eru gloymd, men at fólk kring allan heim vita um teirra støðu.

 

Vit hava gjørt dømi um áheitanarbrøv, so tú kanst fáa íblástur til, hvussu sílk brøv kunnu skrivast. Dømini sært tú í málunum, vit skriva fyri.

 3. LAT OKKUM BRØVINI 

Tá tú hevur skrivað brøvini, vinarliga lat okkum tey, so senda vit øll brøvini úr Føroyum samlaði. Tú kanst koma framvið á skrivstovuni ella senda okkum tey.

 HVUSSU RIGGAR SKRIVA FYRI LÍV? 

1. Amnesty kannar mannarættindabrot kring allan heim

2. nøkur mál verða vald út til átakið “skriva fyri lív”

3. fólk kring allan heim skriva brøv

4. brøvini koma fram

5. vón birtist. Fangar verða leyslætnir. Umstøður verða betraðar

6. Amnesty fær afturmeldingar, sum vísa, at brøvini gera mun

 SFL Í UNDIRVÍSINGINI? 

Ert tú lærari? So er eitt gott hugskot at brúka SKRIVA FYRI LÍVI í undirvísingini t.d. kunnu tit – umframt at skriva brøv – hava um onkur av evnunum, ið eru á skrá í ár: talufrælsi, veðurlagsrættvísi og deyðarevsing.

Viðfest er tilfar frá altjóða og donsku deild. Og her er undirvísingartilfar um talufrælsi og um veðurlagsrættvísi.