DØMD FYRI AT HJÁLPA
KVINNU AT FÁA EINA ABORT
Pólski aktivisturin Justyna Wydrzyńska kendi seg noydda at hjálpa eini kvinnu, sum var í einum harðskapsaktum parlagi at fáa eina trygga abort. Í Pólandi er tað eitt brotsverk at hjálpa kvinnum at taka abort, um viðgongan ikki stendst av neyðtøku ella blóðskemd ella um lív ella heilsa hjá kvinnuni er í vanda. Dómurin setur eitt vandamikið fordømi, og ger tað enn torførari hjá kvinnum í Pólandi at fáa eina trygga abort.
HVAT ER TRUPULLEIKIN?
Justyna Wydrzyńska hevur sjálv verið í støðuni: At vera upp á vegin og hvørki kunna leita sær álítandi kunning ella fáa neyðugu hjálpina.
Hesar royndirnar góvu henni styrki og vilja at hjálpa øðrum at taka upplýsta avgerð um egna reproduktión, sigur hon. Saman við øðrum setti Justyna á stovn “Abortion Dream Team” – eitt aktivistiskt samstarv, ið arbeiðir fyri basa stigma um abort umframt at veita vegleiðing til kvinnur, so tær kunna fáa trygga abort í Pólandi. Pólska abortlóggávan er millum strangastu í Evropa, og loyvir bert abort um viðgongan stendst av neyðtøku ella blóðskemd ella um lív ella heilsu hjá kvinnuni er í vanda.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Hevur tú spurningur, set teg í samband við okkum á 235819 ella elsa@amnesty.fo.
Í februar í 2020 kom Justyna í samband við Aniu (Ania er ikki rætta navnið á kvinnuni). Ania var í einum harðskapsraktum parlagi, var upp á vegin og í neyð. Ania segði seg heldur vilja lata lív enn at halda fram við viðgonguni. Justyna hevur sjálv verið í harðskapsraktum parlagi, og hon kendi á sær, at hon mátti hjálpa Aniu. Justyna sendi Aniu sínar egnu aborttablettir við posti, men sjeikurin hjá Aniu fekk hendur á pakkanum og ringdi til løgregluna, sum legði hald á tablettirnar.
Í novembur 2021 var Justyna ákærd fyri at hava hjálpt eini kvinnu at taka abort. Í mars 2023 var hon funnin sek og dømd átta mánaða samfelagstænastu. Hennara sakførarar hava nú kært dómin.
Hesin dómurin setur eitt vandamikið fordømi. Tí uttan stuðulin og álítandi kunningina, Justyna og aðrir aktivistar veita, hava Ania og aðrar kvinnur í somu støðu ikki møguleika at taka trygga abort í Pólandi. Hóast mótstøðuna vísur Justyna áræði og sigur:

Eg var stýrd av einum vilja at hjálpa, tá ið eingin annar
vildi ella kundi hjálpa. At hjálpa Aniu var fyri meg
sjálvsagt, neyðugt og tað rætta at gera.
– JUSTYNA
HVUSSU KANST TÚ HJÁLPA?
Skriva undir og heit á ríkisákæran í Pólandi um at taka neyðugu stigini fyri at tryggja, at dómurin verður ógildaður
LES UM HINI SKRIVA FYRI LÍVI-MÁLINI:
NÝGGJ FRÁGREIÐING:
An Unstoppable Movement: A global call to recognize and protect those who defend the right to abortion
Amnesty International hevur givið út nýggja frágreiðing, ið snýr sum um mótgangin og illviljan móti teimum, ið verja abortrættindi t.d. aktivistar, undirvísarar, stuðlar og heilsustarvsfólk. Les nýggju frágreiðingina her.

REPRODUKTIV RÆTTINDI
Hvussu lond skipa teirra abortlógir er ógvuliga ymiskt. Tær strangastu lógirnar loyva abortum undir ongum umstøðum, og tær frælsastu lógirnar eru tær, ið geva kvinnum fullan rætt at taka avgerð um at bróta eina viðgongu av innan ávíst vikutal. Og so eru tað lógir, ið loyva abort á ávísum førum. Føroyska abortlóggávan er frá 1956, sum loyvir abort í serligum umstøðunum, er ein hin strangasta í Evropa.
Les meira um reproduktiv rættindi her (á føroyskum) og her (á enskum).